Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 29

Dámar Gudi allar veitslur?

Dámar Gudi allar veitslur?

Hví dámdi Gudi hesa veitsluna?

DÁMAR tær at vera í veitslu? — Tað kann vera óføra stuttligt. Hevði stóri Lærarin hildið tað verið í lagi, at vit fóru í onkra veitslu? — Hann fór einaferð sjálvur í veitslu. Tað var í einum brúdleypi, og nakrir av lærisveinunum fóru við honum. Jehova er ’hin lukkuligi Gud’, og tí gleðist hann um, at vit savnast og hugna okkum í góðum veitslum. — 1 Timoteus 1:11; Jóhannes 2:1-11.

Á síðu 29 her í bókini lósu vit um ta ferðina, tá Jehova skilti Reyðahavið sundur, so ísraelsmenn sluppu tvørturum. Minnist tú tað? — Tá ísraelsmenn vóru komnir yvirum, hildu teir veitslu. Teir sungu og dansaðu og takkaðu Jehova. Teir vóru so glaðir. Og tað er einki at ivast í, at Jehova eisini var glaður. — 2 Mósebók 15:1, 20, 21.

Nærum 40 ár seinni vóru ísraelsmenn í eini aðrari veitslu. Men hesa ferð varð hon hildin av fólki, sum ikki tilbað Jehova. Tey, sum bjóðaðu, boygdu seg enntá fyri øðrum gudum, og tey plagdu at hava kynsligt samband við fólk, sum tey ikki vóru gift við. Heldur tú, Jehova dámdi ta veitsluna? — Avgjørt ikki, og hann revsaði ísraelsmenn, tí teir høvdu verið við. — 4 Mósebók 25:1-9; 1 Korintbræv 10:8.

Bíblian fortelur okkum eisini um tvær føðingardagsveitslur. Var onnur kanska hildin á føðingardegnum hjá stóra Læraranum? — Nei. Báðar vórðu hildnar av monnum, sum ikki tæntu Jehova. Onnur varð hildin, tá Heródes Antipas hevði føðingardag. Hann var kongur og ráddi í Galilea, tá Jesus búði har.

Heródes kongur gjørdi nógv ónt. Hann tók konuna frá beiggja sínum og gifti seg sjálvur við henni. Hon æt Heródias. Jóhannes Doypari, sum var Guds tænari, fortaldi Heródes, hvussu skeivt tað var at bera seg soleiðis at. Tað dámdi ikki Heródesi at hoyra, og tí fekk hann Jóhannes settan í fongsul. — Lukas 3:19, 20.

Meðan Jóhannes nú sat í fongslinum, kom dagurin, tá Heródes hevði føðingardag. Hann helt stóra veitslu og bjóðaði nógvum fínum fólki. Tey ótu og drukku og stuttleikaðu sær. So kom dóttir Heródias inn og dansaði fyri teimum. Øllum dámdi so væl at síggja hana dansa, at Heródes kongur gjørdi av, at hon skuldi fáa eina serliga gávu. ’Bið meg um, hvat tú so vilt, og eg skal geva tær tað!’ segði hann, ’um tað so er helvtina av ríki mínum!’

Hvat fór hon nú at biðja um? Nógvar pengar? Vøkur klæði? Eitt slott? Gentan visti ikki, hvat hon skuldi velja. Tí fór hon til mammu sína, Heródias, og spurdi: „Hvat skal eg biðja um?“

Heródias hataði Jóhannes Doypara. Hon segði við dóttur sína, at hon skuldi biðja um høvdið á Jóhannesi Doypara. Gentan skundaði sær aftur til kong og segði: „Eg vil, at tú nú alt fyri eitt gevur mær høvd Jóhannesar doypara á einum fati.“

Heródes kongur hevði ongan hug at drepa Jóhannes. Hann visti væl, at Jóhannes var ein góður maður. Men nú hevði hann givið eitt lyfti, og hann stúrdi fyri, hvat alt veitslufólkið fór at siga, um hann ikki gjørdi, sum hann hevði lovað. Tí sendi hann ein vaktarmann oman í fongslið at høgga høvdið av Jóhannesi Doypara. Vaktarmaðurin var skjótur aftur, og við sær hevði hann høvdið á Jóhannesi liggjandi á einum fati. Hann gav gentuni tað, og gentan gav mammu síni tað. — Markus 6:17-29.

Hin føðingardagurin, sum Bíblian sigur frá, var einki petti betri. Tað var kongurin í Egyptalandi, sum helt veitsluna. Og eisini á hesi veitsluni var ein hálshøgdur. Aftaná varð hann hongdur upp, so fuglarnir kundu eta hann! (1 Mósebók 40:19-22) Heldur tú, at Gudi dámdi tær báðar veitslurnar? — Hevði tú viljað verið við á aðrari? —

Hvat hendi í føðingardagsveitsluni hjá Heródesi?

Nú vita vit jú, at alt, sum vit lesa í Bíbliuni, er skrivað, so vit kunnu læra nakað av tí. Hon fortelur altso bara um tvær føðingardagsveitslur. Og á báðum hendi nakað ræðuligt sum ein partur av sjálvari veitsluni. Hvat man Gud vilja fortelja okkum um føðingardagsveitslur? Heldur tú, honum dámar, at vit halda føðingardagar? —

Nú á døgum høgga fólk sjálvandi ikki høvdið av nøkrum, tá tey halda føðingardagar. Men sjálvur siðurin at halda føðingardagsveitslur stavar frá fólki, sum ikki tilbóðu hin sanna Gud. Eitt leksikon sigur um føðingardagsveitslurnar, sum standa nevndar í Bíbliuni: „Bara syndarar ... halda stóra veitslur á degnum, tá teir vórðu føddir.“ (The Catholic Encyclopedia) Vit ætla okkum ikki at líkjast teimum, gera vit? —

Men hvussu við stóra Læraranum? Helt hann føðingardag? — Nei, Bíblian sigur einki um nakra føðingardagsveitslu fyri Jesusi. Og fyrstu lærisveinarnir hjá honum gjørdu heldur einki burtur úr føðingardegi hansara. Veitst tú, hví fólk seinni funnu uppá at halda føðingardagin hjá Jesusi hin 24. desember? —

Tað var, tí fólkini í Róm í gomlum døgum longu hildu veitslu tann dagin. Tá hildu fólk, sum ikki tilbóðu Jehova, nevniliga „føðingardagin hjá sólini“. (The World Book Encyclopedia) Og nøkur valdu so at halda føðingardag fyri Jesusi tann sama dagin, sum tey, ið ikki vóru kristin, frammanundan hildu sína veitslu!

Men Jesus varð yvirhøvur ikki føddur í desember. Hvussu vita vit tað? — Tí Bíblian fortelur okkum, at hirðarnir lógu úti á markini um náttina, tá Jesus varð føddur. (Lukas 2:8-12) Tað kundu teir ikki, um tað var í desember, tí ta árstíðina er bæði regn og kuldi á teimum leiðum.

Hvussu vita vit, at Jesus ikki varð føddur hin 24. desember?

Nógv vita, at Jesus ikki varð føddur um jólini. Tey vita eisini væl, at fólk, sum ikki vóru kristin, í gomlum døgum hildu sína veitslu tann dagin, og at Gudi ikki dámdi ta veitsluna. Men kortini halda nógv jól. Tey hugsa meiri um at halda veitslu og fáa gávur enn um at vita, hvat Gud í grundini heldur um jólini. Vit hugsa mest um at gera tað, sum Jehova sigur er rætt, heldur tú ikki? —

Tá ið vit hava gestir ella vitja vinir, mugu vit ansa eftir, at vit skikka okkum soleiðis, sum Gudi dámar. Vit kunnu vera saman alt árið, tá vit vilja. Tað nýtist ikki at vera ein ávísan dag. Vit kunnu bjóða gestum, eta góðan mat og hava tað stuttligt, tá vit hava hug. Hevði tú viljað, at tit skjótt fingu gestir? — So kanst tú fara at tosa við pápa tín og mammu tína um, hvørjum tit kunnu bjóða, og hvat tit kunnu gera. Tað hevði verið hugnaligt, heldur tú ikki? — Men eitt mást tú minnast til; tá vit hava gestir ella vitja onnur, má alt fara fram, soleiðis sum Gudi dámar tað.

Hvussu tryggja vit okkum, at Gudi dámar okkara veitslur?

Hvussu stóran týdning tað hevur, at alt tað, vit gera, er nakað, sum dámar Gudi, sæst eisini í Orðtøkunum 12:2; Jóhannes 8:29; Rómbrævinum 12:2 og í 1 Jóhannes 3:22.