Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 22

Hví skulu vit lata vera at lúgva?

Hví skulu vit lata vera at lúgva?

HUGSA tær, at ein genta sigur við mammu sína: „Eg komi beint heim úr skúlanum.“ Men tá hon sleppur úr skúlanum, fer hon at spæla við nakrar vinkonur. Aftaná sigur hon við mammu sína: „Lærarin bað meg hjálpa við onkrum eftir skúlatíð.“ Heldur tú, tað er rætt at siga soleiðis? —

Hvat skeivt hevur hesin drongurin gjørt?

Ella hugsa tær, at ein drongur hevur spælt bólt inni í stovuni og rakt okkurt, so tað brotnar. Skal hann so siga: „Eg veit ikki, hvør ið hevur gjørt tað“? —

Stóri Lærarin segði okkum, hvussu vit eiga at gera. Hann segði: ’Latið ja tykkara merkja ja, og nei tykkara merkja nei. Tað, sum fer út um hetta, er av hinum illa.’ (Matteus 5:37, samanber Ny Verden-oversættelsen) Hvat meinti Jesus? — Hann meinti, at vit skulu siga, sum er.

Í Bíbliuni er ein frásøga, sum vísir, hvussu stóran týdning tað  hevur at siga sannleikan. Hon er um tvey fólk, sum søgdu, at tey vóru lærisveinar hjá Jesusi. Nú skalt tú hoyra, hvat hendi.

Bert einir tveir mánaðir eru farnir, síðan Jesus doyði. Úr fjarskotnum londum kemur fult av fólki til Jerúsalem at halda stóru høgtíðina, sum nevnist hvítusunna. Pætur ápostul heldur eina spennandi røðu, har hann fortelur fólkunum um Jesus, sum Jehova nú hevur reist upp frá deyðum. Nógv av teimum, sum eru komin til Jerúsalem, hava ongantíð fyrr hoyrt um Jesus. Nú vilja tey gjarna hoyra meir, og hvat gera tey so?

Tey verða verandi í býnum longur enn ætlað. Men so við og við verða pengarnir uppi hjá nógvum av ferðafólkunum, og tí má onkur hjálpa teimum, so tey kunnu fáa nakað at eta. Lærisveinarnir í Jerúsalem eru fúsir at hjálpa. Tí selja nógvir av teimum nakað av tí, sum teir eiga, og bera ápostlunum hjá Jesusi pengarnar. Ápostlarnir geva so teimum pengarnar, sum tørva.

Ánanias og kona hansara, Saffira, hoyra til samkomuna í Jerúsalem. Tey selja eitt jarðarstykki, sum tey eiga. Eingin hevur sagt,  at tey skulu. Tað hava tey sjálvi gjørt av. Men tey gera tað ikki, tí tey eru so góð við teir nýggju lærisveinarnar hjá Jesusi. Tað er heldur, tí tey fegin vilja hava, at fólk skulu halda, at tey eru ótrúliga gávumild. Ánanias og Saffira seta sær fyri at látast, sum tey geva ápostlunum allar pengarnar at hjálpa øðrum við. Í veruleikanum geva tey bara ein part av pengunum. Restina hava tey sjálvi eftir. Hvat heldur tú um tað? —

Ánanias fer til ápostlarnar og letur, sum hann gevur teimum allar pengarnar. Gud veit sjálvandi, at tað ikki eru allir pengarnir, og hann sigur við Pætur ápostul, at Ánanias ikki sigur satt.

Ánanias lýgur fyri Pæturi. Hvat sigur hann?

Nú sigur Pætur: ’Ánanias! Hví hevur tú latið Satan fáa teg at gera hetta? Tú átti sjálvur jørðina. Tær nýttist yvirhøvur ikki at selja hana. Og tá tú gjørdi tað, kundi tú sjálvur ráða yvir pengunum. Hví lætst tú, sum tú gavst allar pengarnar, og ikki bara nakrar av teimum? Tú hevur logið, ikki bara fyri okkum, men fyri Gudi.’

So álvarsamt er tað. Ánanias hevur logið! Hann hevur ikki gjørt tað, sum hann vil vera við. Tann, sum ber seg soleiðis at, er ikki ærligur. Bíblian sigur, hvat síðan hendi. Hon sigur: ’Tá  Ánanias hoyrdi tað, sum Pætur segði, fall hann niður og doyði.’ Gud hevði revsað Ánanias, og hann varð borin út og jarðaður.

Hvat hendir Ánaniasi, tí hann hevur logið?

Einar tríggjar tímar seinni kom Saffira inn uttan at vita nakað um tað, sum var hent manni hennara. Pætur spurdi hana: ’Var hetta allir pengarnir, tit fingu fyri jørðina, sum tit seldu?’

Saffira svaraði: ’Ja, hatta er akkurát teir pengarnir, vit fingu fyri jørðina.’ Men tað passaði ikki! Tey høvdu jú nakrar av pengunum eftir sjálvi. Saffira leyg soleiðis líkasum maðurin, og Gud læt eisini hana doyggja. — Ápostlasøgan 5:1-11.

Hvat læra vit av tí, sum hendi Ánaniasi og Saffiru? — Vit læra, at Gud ikki vil hava okkum at lúgva. Hann vil, at vit altíð siga sannleikan. Nógv siga, at tað er í lagi at lúgva eitt lítið sindur. Heldur tú, tey hava rætt? — Visti tú, at øll sjúka og pína og allur deyði á jørðini í veruleikanum stavar frá einari lygn? —

Jesus fortaldi, hvør segði fyrstu lygnina. Hvør var tað, og hvat hevði tað við sær?

Minnist tú, at Djevulin leyg fyri Evu, fyrstu kvinnuni? Hann segði, at hon ikki skuldi doyggja, sjálvt um hon át fruktina, sum Gud hevði sagt, at hon ikki skuldi eta. Eva trúði tí. Hon át fruktina, og hon fekk eisini Ádam at eta. Nú vóru tey syndarar, og øll børnini hjá teimum fóru at verða fødd sum syndarar. Og av tí at tey vóru syndarar, blivu øll sjúk og doyðu. Og hvørjum byrjaði alt hetta við? — Tað byrjaði við einari lygn.

Tað er rætt, sum Jesus segði, at ’Djevulin er ein lygnari, ja, faðir lygnarinnar’! Hann var tann fyrsti, sum segði ósatt. Øll tey, sum síðani hava logið, hava altso gjørt sum Djevulin. Tað mugu vit minnast til, um vit onkuntíð freistast at lúgva. — Jóhannes 8:44.

 Nær verður tú freistaður at lúgva? — Tá tú hevur gjørt okkurt skeivt kanska? — Sjálvt um tú ikki ætlar tað, kanst tú av óvart koma at bróta okkurt. Tá tú verður spurdur, hvør ið hevur gjørt tað, sigur tú so, at tað er beiggi tín ella systir tín? Ella letst tú ikki at vita tað? —

Nær kundi tú verið freistaður at lúgva?

Latið okkum siga, at tú skalt gera skúlating, men ikki gert alt, sum tú hevur fyri. Sigur tú so, at tú ert liðugur? — Minst til Ánanias og Saffiru. Tey vóru ikki ærlig. Tey søgdu, at tað, sum tey komu við, var alt. Gud vísti, hvussu skeivt tað var, tá hann revsaði tey.

Hvat vit so hava gjørt, verður tað bara verri, tá vit lúgva um tað, ella tá vit ikki siga allan sannleikan um tað. Bíblian sigur: „Talið sannleika.“ Hon sigur eisini: „Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum.“ Jehova sigur altíð sannleikan, og hann væntar, at vit gera tað sama. — Efesusbrævið 4:25; Kolossebrævið 3:9.

Vit mugu altíð siga sannleikan. Tað læra vit av tí, sum stendur í 2 Mósebók 20:16; Orðtøkunum 6:16-19; 12:19; 14:5 og Hebrearabrævinum 4:13.