Innbjóðing
Ævig lukka
Stevna hjá Jehova vitnum 2026
Ókeypis atgongd • Eingin pengainnsavning
Hæddarpunkt
Fríggjadagur: Gud og sonur hansara, Jesus, vilja, at tú skalt vera lukkuligur. Kom og hoyr, hvat Bíblian sigur um tað.
Leygardagur: Fjallaprædikan hjá Jesusi vísir, at tað ber til at vera lukkuligur í allar ævir. Men hvussu? Kom og vita.
Sunnudagur: Í fyrilestrinum „Hevur tú funnið dýrgripin?“ fært tú at vita, hvussu sannleikin í Bíbliuni hevur hjálpt milliónum at finna sanna lukku.
Bíbilskt drama
Frásøgan um Jesus: 4., 5. og 6. partur
Vit fara at síggja, hvussu Jesus undirvísti mannamúgvunum, grøddi sjúk og reisti upp deyð. Hvønn stevnudag verður ein partur í hesi spennandi og hjartanemandi videorøðini vístur.
Stevnuskráin og videoini niðanfyri eru at finna á jw.org.
Hvussu ganga okkara stevnur fyri seg?
Hvat kanst tú vænta tær av einari stevnu hjá Jehova vitnum?
Ein brellbiti úr stevnuskránni í ár.
Hvussu hjálpti Jesus øðrum?
Hug at síggja partarnar, sum hava verið vístir á undanfarnum stevnum?

