Høgtíð til minni um deyða Jesusar
Mánadagin 22. mars 2027
Jehova vitni minnast deyða Jesusar eina ferð um árið. Tað gera vit, tí Jesus segði: „Gerið hetta til minni um Meg!“ – Lukas 22:19.
Tú og familjan eru hjartaliga vælkomin.
Mangan spurt
Hvør kann koma?
Øll eru vælkomin. Tak endiliga familju og vinfólk við tær.
Hvussu leingi varir minningarhøgtíðin?
Hon varir umleið ein tíma.
Hvar verður hon?
Set teg í samband við Jehova vitni fyri at fáa fleiri upplýsingar.
Kostar tað nakað, ella er tað bindandi?
Nei.
Verður nøkur pengainnsavning?
Nei. Vit hava ongantíð pengainnsavning á okkara møtum. – Matteus 10:8.
Eru nakrar klædnareglur?
Nei. Men Jehova vitni royna sjálvi at vera pent og virðiliga ílatin.
Hvussu gongur minningarhøgtíðin fyri seg?
Ein fyrilestur verður hildin, sum snýr seg um, hvussu stóran týdning deyði Jesusar hevur, og hvussu vit kunnu fáa nyttu av tí, sum Gud og Jesus hava gjørt fyri okkum. Møtið byrjar og endar við sangi og bøn.
Fleiri upplýsingar eru í greinini „Hví halda Jehova vitni ikki kvøldmáltíð Harrans á sama hátt sum aðrir trúarbólkar?“
Nær verður minningarhøgtíðin komandi árini?
2027: Mánadagin 22. mars
2028: Sunnudagin 9. apríl
2029: Hósdagin 29. mars

