Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 44

Fá tær vinir, sum elska Gud

Fá tær vinir, sum elska Gud

EIN vinur, er ein, sum okkum dámar at tosa við og vera saman við. Men tað ræður um at hava rættar vinir. Hvør, heldur tú, er allarbesti vinurin, vit kunnu hava? — Tað er Jehova Gud.

Men kunnu vit veruliga blíva vinir við Jehova Gud? — Tað kunnu vit, tí Bíblian sigur, at Ábraham, ein maður, sum livdi fyri langt síðani, var ’vinur Jehova’. (Jákup 2:23) Veitst tú, hví hann var vinur við Jehova? — Bíblian sigur, at tað var, tí hann aktaði Gud. Hann var Gudi lýðin, eisini tá hann varð biðin um at gera nakað, sum var ótrúliga ringt. Skulu vit vera Guds vinir, mugu vit gera tað, sum hann vil. Soleiðis gjørdi Ábraham, og soleiðis gjørdi stóri Lærarin. — 1 Mósebók 22:1-14; Jóhannes 8:28, 29; Hebrearabrævið 11:8, 17-19.

Hví var Ábraham ’vinur Jehova’?

 Jesus segði við ápostlarnar hjá sær: „Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir.“ (Jóhannes 15:14) Men alt, sum Jesus segði, kom jú frá Gudi. Tað, Jesus meinti, var altso, at hansara vinir vóru tey, sum gjørdu tað, ið Gud bað tey gera. Allir vinirnir hjá Jesusi, vóru menniskju, sum elskaðu Gud.

Nakrir av bestu vinunum hjá stóra Læraranum vóru ápostlarnir. Tú sært myndirnar av teimum á síðu 75 í bókini. Teir ferðaðust við honum, og teir boðaðu við honum. Jesus var nógv saman við teimum. Teir ótu saman, tosaðu um Gud saman og gjørdu nógv annað saman. Men Jesus hevði eisini aðrar vinir. Av og á fór hann at vitja teir og hugna sær við teimum.

Ein familja, sum Jesusi dámdi at vitja, búði í bygdini Betania, beint uttan fyri tann stóra býin, Jerúsalem. Tey vóru Maria og Marta og beiggi teirra, Lazarus. Minnist tú tey? — Jesus segði, at Lazarus var vinur hansara. (Jóhannes 11:1, 5, 11) Tá Jesus var so  góður við hesi trý og dámdi so væl at vitja tey, var tað, tí tey elskaðu Jehova og tæntu honum.

Hví fór Jesus ofta at vitja hesa familjuna, tá hann ferðaðist til Jerúsalem? Veitst tú, hvussu tey eita?

Tað vil ikki siga, at Jesus ikki var blíður við tey, sum ikki tæntu Gudi. Tað var hann. Hann fór eisini at vitja tey, og hann át saman við teimum. Tí søgdu nøkur, at Jesus var ’vinmaður við tollarar og syndarar’. (Matteus 11:19) Men tá Jesus vitjaði hesi fólkini, var tað ikki, tí honum dámdi tað lívið, tey livdu. Hann vitjaði tey, so hann kundi tosa við tey um Jehova. Hann royndi at hjálpa teimum at broyta lívið og at tæna Jehova.

Hví situr Zakeus uppi í trænum?

Soleiðis var tað ein dagin í býnum Jeriko. Jesus var á veg til Jerúsalem og legði leiðina ígjøgnum Jeriko. Har vóru nógv fólk komin saman, og mitt í mannamúgvuni stóð ein maður, sum æt Zakeus. Hann vildi so gjarna síggja Jesus. Men hann var ikki serliga stórur, og hann sá einki fyri øllum fólkunum, sum stóðu fyri. So rann hann undan og kleiv upp í eitt træ fyri betur at síggja Jesus, tá hann kom framvið.

Tá Jesus kom til træið, hugdi hann upp og segði: ’Skunda tær niður, tí í dag komi eg at vitja teg.’ Men Zakeus var ein ríkur  maður, sum ofta hevði borið seg ljótt at. Hví fór Jesus at vitja ein sovorðnan mann? —

Tað var ikki, tí Jesusi dámdi alt, sum maðurin hevði gjørt. Nei, tað var, tí hann ætlaði sær at tosa við Zakeus um Gud. Hann sá, hvussu stóran ómak Zakeus hevði gjørt sær bara fyri at síggja hann. Tí visti Jesus, at maðurin allarhelst fór at lurta eftir honum. Hetta var eitt gott høvi at fortelja Zakeusi, hvussu Gud vil, at vit skulu liva.

Hví er Jesus farin at vitja Zakeus, og hvat lovar Zakeus at gera?

Og hvat hendi? — Zakeusi dámdi alt, sum Jesus lærdi hann. Hann angraði, at hann hevði snýtt pengar frá fólki, og hann lovaði at gjalda alt tað aftur, sum hann hevði snýtt seg til. So bleiv hann ein lærisveinur hjá Jesusi. Og tástani blivu Jesus og Zakeus vinir. — Lukas 19:1-10.

Um vit nú vilja gera sum stóri Lærarin, fara vit so nakrantíð at vitja fólk, sum ikki eru okkara vinir? — Ja, tað kann gott vera. Men vit gera tað ikki, tí okkum dámar tað lívið, tey liva. Og vit fara avgjørt heldur ikki at gera nakað skeivt saman við teimum. Tá vit vitja tey, er tað, tí vit gjarna vilja tosa við tey um Gud.

 Okkara næru vinir eru tey, sum okkum serliga dámar at vera saman við. Tað ræður um, at tey eru rættir vinir, altso menniskju sum Gudi dámar. Nøkur vita kanska ikki enn, hvør Jehova er. Men vilja tey gjarna vita nakað um hann, so kunnu vit hjálpa teimum. Og verða tey so við tíðini líka so góð við Jehova, sum vit eru, ja, so kunnu tey blíva okkara næru vinir.

Vit kunnu eisini gera nakað annað, fyri at finna út av, um onkur kundi verið góður at havt til vin. Vit kunnu vita, hvussu hann ber seg at. Er hann ófólkaligur og flennir bara at tí aftaná? Tað er skeivt, heldur tú ikki? — Kemur hann sær altíð í vansar og trupulleikar? Vit hava ikki hug at koma í trupulleikar við honum, hava vit? — Ella ger hann kanska við vilja nakað ljótt og reypar av, at hann ikki verður uppdagaður? Vit vita jú, at Gud sær alt, eisini tað sum eingin annar uppdagar. Heldur tú, at sovorðin fólk eru góð at hava til vinir? —

Kanska skuldi tú nú funnið Bíbliuna fram. Vit skulu lesa eitt sindur um, hvussu vit verða ávirkað av teimum, sum vit eru saman við. Tað stendur í Fyrra Korintbrævi, kapittul 15, vers 33. Hevur tú funnið tað? — Her stendur: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ Eru vit nógv saman við keðiligum menniskjum, verða vit altso sum tey. Men eisini øvugt: Eru vit nógv saman við góðum menniskjum, ja, so hjálpa tey okkum at fáa góðar siðir ella vanar.

Latið okkum ongantíð gloyma, at týdningarmesti persónurin í okkara lívi er Jehova. Vit vilja ikki spilla vinalagið við hann, vilja vit? — Tí mugu vit ansa eftir bara at fáa okkum vinir, sum elska Gud.

Hvussu stóran týdning tað hevur at velja sær rættar vinir, síggja vit í Sálmi 119:115; Orðtøkunum 13:20; 2 Timoteus 2:22 og í 1 Jóhannes 2:15.