Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 48

Hvussu sleppur tú at liva í Guds friðarliga nýggja heimi?

Hvussu sleppur tú at liva í Guds friðarliga nýggja heimi?

GUD gav Ádami og Evu eitt paradís at búgva í. Sum vit hava hoyrt, vóru tey ólýðin og doyðu. Men Gud hevur lagað tað soleiðis, at børnini hjá teimum, og altso eisini vit, kunnu sleppa at liva í einum nýggjum paradísi í allar ævir. Bíblian lovar: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ — Sálmur 37:29.

Bíblian fortelur um „nýggjar himlar“ og eina „nýggja jørð“. (Esaias 65:17; 2 Pætur 3:13) ’Himlarnir’, sum vit hava nú, eru stjórnirnar, sum ráða á jørðini í dag. Men Jesus Kristus og tey, sum ráða saman við honum í himli, eru teir ’nýggju himlarnir’. Tað er Guds rættvísa stjórn, sum skipar frið. Sum tað verður gott, tá teir nýggju himlarnir stjórna allari jørðini!

Men hvat er so ’nýggja jørðin’? — Nýggja jørðin er tey góðu menniskjuni, sum elska Jehova. Tá Bíblian nevnir ’jørðina’, kann tað nevniliga gott sipa til menniskjuni, sum búgva á jørðini, og ikki sjálvan jarðarknøttin. (1 Mósebók 11:1; Sálmur 66:4; 96:1) Tey menniskjuni, sum verða nevnd hin nýggja jørðin, skulu altso liva her á jørðini.

Tá er tann óndi heimurin, sum nú er, burtur. Minst til, at Vatnflóðin á Nóa døgum gjørdi enda á einum heilum heimi. Og sum vit hava lært, verður hesin óndi heimurin oyðilagdur í Harmageddon. Nú skalt tú hoyra, hvussu tað verður at liva í Guds nýggja heimi eftir Harmageddon.

 Hevði tú viljað livað allar ævir í tí vakra, friðarliga paradísinum í nýggja heiminum? — Eingir læknar kunnu geva okkum ævigt lív. Ongar tablettir eru til, sum kunnu forða fyri, at fólk doyggja. Vit kunnu bara fáa ævigt lív við at halda okkum nær til Gud. Og stóri Lærarin fortelur okkum, hvussu vit skulu bera okkum at.

Latið okkum finna Bíbliuna fram og blaða upp á Jóhannesevangeliið, kapittul 17, vers 3. Her stendur nakað, sum stóri Lærarin segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“

Hvat sigur Jesus her, at vit mugu gera fyri at fáa ævigt lív? — Allarfyrst mugu vit læra Faðir okkara í himli, Jehova, og son hansara at kenna. Sonur hansara er Jesus, sum offraði lívið fyri okkum. Fyri at læra teir at kenna, mugu vit kanna tað, sum stendur í Bíbliuni. Henda bókin, Lurtið eftir stóra Læraranum, kann hjálpa okkum.

Men hvussu kann tað, at vit læra um Jehova, hjálpa okkum at liva í allar ævir? — Tú veitst, at vit mugu hava mat hvønn dag. Vit klára okkum ikki uttan. Men vit klára okkum heldur ikki uttan at læra um Jehova hvønn dag. Bíblian sigur: ’Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av øllum teimum orðunum, sum koma út av munni Jehova.’ — Matteus 4:4.

Vit mugu eisini læra um Jesus Kristus, tí tað var hann, Gud sendi at taka syndina hjá okkum burtur. Í Bíbliuni stendur, at ’frelsa ikki er í nøkrum øðrum enn honum’. Har stendur eisini: „Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív.“ (Ápostlasøgan 4:12; Jóhannes 3:36) Men hvat er tað at ’trúgva á Sonin’? — Tað er til dømis, at vit eru vís í, at vit ikki kunnu fáa ævigt lív uttan hann. Eru vit tað? — Ja, so fara vit eisini at lurta eftir stóra Læraranum. Vit vilja læra av honum hvønn einasta dag og gera, sum hann sigur.

 Vit kunnu til dømis lurta eftir stóra Læraranum við at lesa hesa bókina fleiri ferðir, hyggja at myndunum og hugsa um, hvat tær siga okkum. Vita eisini, um tú dugir at svara spurningunum, sum hoyra til myndirnar. Tú kanst gera tað saman við mammu tíni og pápa tínum. Ber tað ikki til, kanst tú gera tað saman við øðrum vaksnum ella við øðrum børnum. Hevði tað ikki verið gott, um tú kundi hjálpt øðrum at lurta eftir stóra Læraranum og læra, hvussu tey kunnu sleppa at liva allar ævir í Guds nýggja heimi? —

Bíblian sigur okkum, at „heimurin forgongur“. Men hon sigur eisini, hvussu vit kunnu fáa ævigt lív í Guds nýggja heimi. Hon sigur: „Tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:17) Hvussu kunnu vit so sleppa at liva allar ævir í tí nýggja heiminum hjá Jehova Gudi? — Tað kunnu vit við at læra um Jehova og elskaða son hansara, Jesus. Men vit mugu eisini liva eftir tí, vit læra. Vit vóna, at henda bókin kann hjálpa tær at gera tað.