Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 3

Hann skapti alt

Hann skapti alt

Hvør hevur skapt alt tað, sum er livandi?

EG VEIT nakað undurfult. Skal eg siga, hvat tað er? — Hygg at aðrari hondini hjá tær. Royn at boyggja fingrarnar. Ja, og royn so at taka um okkurt. Hondin riggar væl, heldur tú ikki? Hon kann gera alt møguligt. Veitst tú, hvør ið hevur skapt, ella gjørt, hendurnar hjá okkum? —

Tann sami, sum skapti munnin, nøsina og eyguni hjá okkum. Tað er Gud, sum er Faðir at stóra Læraranum. Er tað ikki gott, at Gud gav okkum eyguni? — Minst til hvussu nógv, vit síggja við teimum. Vit kunnu hyggja at blómunum. Vit síggja tað grøna grasið og tann bláa himmalin. Kanska síggja vit eisini smáar, svangar fuglaungar sum teir á myndini. Tað er frálíkt at kunna síggja alt hetta, heldur tú ikki? —

Men hvør skapti alt tað, sum vit síggja? Var tað eitt menniskja? Nei. Menniskju duga at byggja hús, men tey duga ikki at fáa grasið at vaksa. Tey duga ikki at skapa ein fuglaunga, eina blómu ella nakað annað, sum er livandi. Hevur tú nakrantíð hugsað um tað? —

Gud hevur nevniliga skapt alt. Hann skapti himmalin og jørðina. Hann hevur eisini skapt menniskjuni. Tað var hann, ið skapti fyrsta mannin og fyrstu kvinnuna. Tað hevur stóri Lærarin eisini fortalt okkum. — Matteus 19:4-6.

 Hvussu visti Jesus, at Gud skapti mannin og kvinnuna? Sá hann tað? — Ja, tað gjørdi hann. Jesus var jú hjá Gudi, tá Gud skapti tey. Jesus var sjálvur tann allarfyrsti, sum Gud skapti. Tá var Jesus ein eingil og búði í himlinum hjá Faðir sínum.

Bíblian fortelur, at Gud segði: „Latið Okkum gera menniskju.“ (1 Mósebók 1:26) Hvønn heldur tú, Gud segði tað við? — Hann segði tað við sonin hjá sær. Og tað var jú hann, sum seinni kom niður á jørðina og bleiv Jesus.

Heldur tú ikki, hetta er spennandi? Hugsa tær — tá vit lurta eftir Jesusi, verða vit lærd av honum, sum var hjá Gudi, tá ið Gud skapti jørðina og alt hitt! Jesus lærdi nógv av at arbeiða saman við Faðir sínum í himli. Vit skilja væl, at hann bleiv ein stórur lærari, heldur tú ikki?

 Áðrenn Gud skapti sonin hjá sær, var hann einsamallur. Heldur tú, hann var keddur? — Nei, tað var hann ikki. Men, tá ið hann ikki var keddur av at vera einsamallur, hví fór hann so at gera livandi skapningar? — Tað gjørdi hann, tí hann er ein góður Gud. Hann vildi, at onnur eisini skuldu liva og njóta lívið. Vit mugu siga Gudi takk fyri, at hann gav okkum lívið.

Alt, sum Gud hevur gjørt, vísir, at hann er góður. Gud gjørdi sólina, sum lýsir fyri okkum og hitar okkum. Høvdu vit ikki sólina, var alt myrkt og kalt, og so kundi einki liva á jørðini. Eg haldi, vit skulu vera glað um, at Gud skapti sólina, heldur tú ikki? —

Tað er eisini Gud, ið fær tað at regna. Viðhvørt dámar tær kanska ikki regnið, tí tá tað regnar, fært tú ikki so væl spælt úti. Men regnið hjálpir eisini blómunum at vaksa. So um okkum nú dámar at hyggja at blómunum, hvørjum skulu vit so takka? — Gudi. Og tá ið vit eta fruktir og grønmeti, sum smakka væl, hvørjum skulu vit so takka? — Vit skulu takka Gudi, tí tað er hansara sól og hansara regn, ið fáa alt at vaksa.

Latið okkum nú siga, at onkur spyr teg: „Hevur Gud eisini skapt øll menniskjuni og dýrini?“ Hvussu skalt tú so svara? — Tú kanst svara: „Ja, Gud hevur skapt bæði menniskju og dýr.“ Men hvat nú, um onkur ikki vil trúgva, at Gud hevur skapt okkum, men sigur, at vit stava frá dýrunum? Tað er ikki tað, Bíblian lærir okkum. Hon sigur, at Gud hevur skapt alt tað, sum livir. — 1 Mósebók 1:26-31.

Onkur bygdi húsini. Onkur hevur eisini skapt blómurnar, trøini og dýrini. Hvør?

Men hvat um tey nú siga, at tey ikki trúgva upp á Gud. Hvat sigur tú so? — Tú kanst til dømis peika á eini hús og spyrja: „Hvør hevur gjørt hasi húsini?“ Øll vita, at onkur hevur bygt tey. Húsini hava ikki bygt seg sjálvi, heldur tú? — Hebrearabrævið 3:4.

 So kanst tú taka hann, ið spyr, við út í onkran hava og vísa honum eina blómu. „Hvør hevur gjørt hasa?“ spyrt tú so. Einki menniskja hevur gjørt hana. Og akkurát sum húsini ikki hava bygt seg sjálvi, hevur blóman heldur ikki skapt seg sjálva. Onkur hevur skapt hana. Og tað er Gud.

Bið hann, sum spyr, steðga og lurta eftir einum fugli, ið syngur. Spyr hann: „Hvør hevur skapt fuglarnar og lært teir at syngja?“ Svarið er Gud. Tað er Gud, ið hevur skapt himmalin og jørðina og alt livandi! Tað er hann, ið gevur okkum lív.

Summi siga kanska, at tey bara trúgva upp á tað, sum tey síggja. „Tá ið eg ikki síggi tað, trúgvi eg ikki upp á tað,“ siga tey. Og tá tey nú ikki síggja Gud, trúgva tey heldur ikki upp á hann.

Og tað passar sjálvandi, at vit ikki síggja Gud. Bíblian sigur: „Einki menniskja kann síggja Gud.“ Nei, eingin kann síggja Gud, hvørki vaksin ella børn. Tí skulu vit heldur ikki royna at gera eina mynd av, hvussu Gud sær út. Gud biður okkum sjálvur um at lata vera. Honum hevði altso ikki dámt, at vit høvdu sovorðnar myndir inni hjá okkum. — 2 Mósebók 20:4, 5; 33:20; Jóhannes 1:18.

Men tá ið vit nú ikki kunnu síggja Gud, hvussu vita vit so, at hann er til? Ja, lat meg nú hoyra. Sært tú vindin? — Nei. Eingin sær vindin. Men sært tú, hvat vindurin ger? Hann blæsur inn millum bløðini á trøunum og fær greinarnar at danda. Og tí vita vit, at vindurin er til.

Tú sært ikki vindin. Hvussu veitst tú, at hann er til?

Tað sama er við Gudi. Vit síggja tað, sum hann ger. Tá tú hyggur at onkrum livandi sum einari blómu ella einum fugli, sært tú nakað, sum Gud hevur skapt. Tí veitst tú eisini, at Gud er til.

Onkur spyr teg kanska, hvør ið hevur skapt sólina og jørðina. Bíblian sigur: ’Gud skapti himmal og jørð.’ (1 Mósebók 1:1)  Ja, alt hetta undurfulla hevur Gud skapt! Hvat heldur tú um tað? —Heldur tú ikki, tað er gott at liva? Vit kunnu hoyra vakran fuglasang. Vit kunnu njóta blómurnar og alt hitt, sum Gud hevur skapt. Og vit kunnu eta allan matin, sum Gud hevur skapt okkum.

Vit mugu minnast til at takka honum fyri tað. Fram um alt mugu vit takka Gudi fyri, at hann gav okkum lívið. Um vit veruliga vilja siga Gudi takk, fara vit eisini at gera nakað. Hvat kunnu vit gera? — Jú, vit kunnu lurta eftir Gudi og gera tað, sum hann sigur við okkum í Bíbliuni. Soleiðis vísa vit, at vit elska hann, ið skapti alt.

Vit mugu vísa Gudi, at vit eru glað fyri alt, sum hann hevur gjørt. Hvussu? Les tað, sum stendur í Sálmi 139:14; Jóhannes 4:23, 24; 1 Jóhannes 5:21 og Opinberingini 4:11.