Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 26

Hví er tað torført at gera tað rætta?

Hví er tað torført at gera tað rætta?

HVØR var glaður, tá Saul gjørdi tað, sum var ónt? — Satan Djevulin. Men jødisku trúarleiðararnir vóru eisini glaðir. Tá Saul so bleiv lærisveinur hjá stóra Læraranum og fekk navnið Paulus, fóru trúarleiðararnir at hata hann. Skilur tú nú, hví tað er torført hjá Jesu lærisveinum at gera tað rætta? —

Hvat hendi Paulusi, tí hann gjørdi tað rætta?

Ein høvuðsprestur, sum æt Ánanias, gav einaferð boð um at sláa Paulus í andlitið. Og hann royndi eisini at fáa Paulus fongslaðan. Paulus fekk nógvan ágang, tá hann bleiv lærisveinur hjá Jesusi. Einaferð varð hann bukaður av óndum menniskjum, sum eisini royndu at drepa hann við stórum steinum. — Ápostlasøgan 23:1, 2; 2 Korintbræv 11:24, 25.

Nógv royna at fáa okkum at gera okkurt, sum Gudi ikki dámar. Og so er spurningurin: Hvussu nógv elskar tú tað góða? Elskar tú tað so nógv, at tú gert  tað, sjálvt um onnur hata teg fyri tað? Tað krevur mót at halda fast við tað góða, heldur tú ikki? —

Nú spyrt tú kanska: ’Hví fer nakar at hata meg fyri at gera tað, sum er gott? Tey áttu at verið glað!’ Ja, tað skuldi ein trúð. Fólk vórðu eisini ofta góð við Jesus, tá hann gjørdi nakað gott. Einaferð komu øll fólkini úr einum heilum býi og stillaðu seg við dyrnar til húsið, sum hann var í. Tey komu, tí Jesus hevði grøtt nógv sjúk. — Markus 1:33.

Men onkuntíð segði Jesus nakað, sum fólkunum ikki dámdi at hoyra. Hann lærdi tey altíð tað, sum var gott og rætt, men summi  hataðu hann, tí hann segði sannleikan. Hetta hendi ein dagin í Nazaret, býnum sum hann vaks upp í. Jesus fór inn í sýnagoguna, salin, sum jødarnir savnaðust í, tá teir skuldu tilbiðja Gud.

Har helt hann ein góðan fyrilestur úr Skriftunum. Í fyrstuni dámdi fólkunum væl. Tey undraðust á øll tey góðu orðini, ið komu úr munni hansara. At hugsa sær, at hetta var tann ungi maðurin, sum vaks upp her í teirra býi!

Men so segði Jesus nakað, sum teimum ikki dámdi. Hann segði, at Gud onkuntíð hevði verið serliga góður við nøkur, sum ikki vóru jødar. Tá fólkini í sýnagoguni hoyrdu hetta, blivu tey ill. Veitst tú hví? — Tí tey hildu, at tey vóru tey einastu, sum Gud hevði verið serliga góður við. Tey hildu seg vera betri enn onnur fólk. Tey hataðu Jesus, tí hann segði sovorðið. Og veitst tú, hvat tey royndu at gera? —

Bíblian sigur: ’Tey tóku Jesus og róku hann úr býnum. Teir fóru við honum ytst út á eina fjalsegg og ætlaðu at blaka hann oman, so hann doyði. Men Jesus slapp frá teimum.’ — Lukas 4:16-30.

Hví vilja hesi fólkini drepa Jesus?

Hevði tað verið tú, vart tú so nakrantíð komin aftur at fortelja hesum fólkunum um Gud? — So skuldi tú torað væl, heldur tú ikki? — Men umleið eitt ár eftir hetta fór Jesus aftur til Nazaret. Bíblian sigur: ’Hann fór at læra tey í sýnagogu teirra.’ Jesus var altso ikki so bangin fyri menniskjum, sum ikki elskaðu Gud, at hann helt uppat at boða sannleikan. — Matteus 13:54.

Eina aðru ferð, tað var ein sabbatsdag, var Jesus komin inn einastaðni, og har var ein maður, sum hevði visna, ella lamna, hond. Jesus hevði vald at grøða mannin, men nakrir av teimum, sum sóu hann gera tað, høvdu hug at finnast at Jesusi. Hvat gjørdi stóri Lærarin nú? — Fyrst spurdi hann teir: ’Um tit høvdu ein seyð,  sum datt niður í eitt stórt hol ein sabbatsdag, høvdu tit so ikki hjálpt honum uppúr aftur?’

Jú, tað høvdu teir, eisini ein sabbatsdag, tá teir annars einki arbeiði máttu gera. Og so segði Jesus: ’At hjálpa einum menniskja ein sabbat er uppaftur betri, tí eitt menniskja er meiri vert enn ein seyður!’ So sjálvandi skuldi Jesus hjálpa manninum og grøða hann!

Nú bað Jesus mannin rætta hond sína fram. Tað gjørdi hann, og í somu stund varð hondin grødd. Og sum maðurin var glaður! Men hvussu var vorðið við teimum, sum stóðu og hugdu at? Vórðu teir eisini glaðir? — Nei, teir hataðu Jesus uppaftur meiri enn áður. Nú fóru teir avstað at tosa um, hvussu teir skuldu fáa hann dripnan! — Matteus 12:9-14.

Soleiðis er eisini nú á døgum. Hvat vit enn gera, kunnu vit ikki gera øll glað. Vit mugu taka avgerð um, hvønn vit helst vilja gleða. Er tað Jehova Gud og son hansara, Jesus Kristus, mugu vit altíð gera tað, sum teir læra okkum. Men hvør fer tá at hata okkum? Hvør fer at gera tað torført hjá okkum at gera tað rætta? —

Tað fer Satan Djevulin. Fer nakar annar? — Tey, sum Djevulin hevur lumpað til at trúgva tí, sum ikki er rætt, fara eisini at hata okkum. Jesus segði við trúarleiðararnar, sum livdu tá í tíðini: „Tit eru av einum faðir — Djevulinum — og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir.“ — Jóhannes 8:44.

Nógv fólk eru til, sum Djevulinum dámar. Jesus kallaði tey „heimurin“. Hvat kann tað vera fyri ein „heimur“, Jesus hugsar um? — Latið okkum blaða upp á Jóhannesevangeliið, kapittul 15, vers 19. Her sigur Jesus: „Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heimunum — nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum — tí hatar heimurin tykkum.“

 Heimurin, sum hatar lærisveinarnar hjá Jesusi, er altso øll tey, sum ikki ganga eftir læruni hjá Jesusi. Hví hatar heimurin lærisveinarnar hjá Jesusi? — Nú mást tú hugsa teg um. Hvør ræður í heiminum? — Bíblian sigur: „Allur heimurin liggur í hinum illa.“ Hin illi, tað er Satan Djevulin. — 1 Jóhannes 5:19.

Skilur tú nú, hví tað er so torført at gera tað rætta? — Satan og hansara heimur gera tað torført hjá okkum. Men ein onnur orsøk er eisini. Minnist tú hana? — Í kapittul 23 her í bókini lærdu vit, at vit øll eru fødd við synd. Verður tað ikki gott, tá syndin er vekk, og tá Satan og hansara heimur eisini eru vekk? —

Tá hesin heimurin forgongur, hvat verður so av teimum, sum gjarna vilja gera tað rætta?

Bíblian lovar okkum, at „heimurin forgongur“. Tað merkir, at øll, sum ikki eru lærisveinar hjá stóra Læraranum, ein dagin eru burtur. Tey sleppa ikki at liva í allar ævir. Men hvør sleppur at liva í allar ævir? — Bíblian sigur víðari: „Tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:17) Ja, bara tey, sum gera tað rætta, altso tey, sum gera ’Guds vilja’, skulu liva í allar ævir í tí nýggja heiminum hjá Gudi. Og tí vilja vit blíva við at gera tað rætta, sjálvt um tað kann vera torført, heldur tú ikki? —

Latið okkum nú saman lesa nøkur skriftstøð, sum vísa, hví tað ikki altíð er lætt at gera tað rætta: Matteus 7:13, 14; Lukas 13:23, 24 og Ápostlasøgan 14:21, 22.