Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 19

Eiga vit at berjast?

Eiga vit at berjast?

KENNIR tú nøkur børn, sum næstan altíð skulu gera seg upp og berjast? — Dámar tær at vera saman við teimum? Ella vilt tú heldur vera saman við teimum, sum eru fitt og friðarlig? — Stóri Lærarin segði: ’Lukkulig eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.’ — Matteus 5:9.

Men onkuntíð gera onnur nakað, sum ger okkum ill, heldur tú ikki? — So fáa vit kanska hug at hevna okkum. Hetta hendi lærisveinunum hjá Jesusi, einaferð tá teir ferðaðust við honum til Jerúsalem. Eg skal fortelja tær um tað.

Teir høvdu ferðast nokk so leingi. So bað Jesus nakrar av lærisveinunum fara undan inn í eina samverska bygd at finna teimum øllum innivist. Men fólkini í bygdini vildu ikki vita av teimum, tí samverjar høvdu eina aðra trúgv. Og teimum dámdi heldur ikki, at nakar fór til Jerúsalem at tilbiðja Gud.

Hvat ætlaðu Jákup og Jóhannes at gera fyri at hevna seg inn á fólkini í samversku bygdini?

Hvat hevði tú gjørt, um hetta hendi tær? Hevði tú verðið illur? Hevði tú roynt at løna fólkunum í bygdini tað aftur? — Tað vildu tveir av lærisveinunum, Jákup og Jóhannes. Teir søgdu við Jesus: ’Skulu vit ikki fáa eld at falla niður av himli yvir hasi fólkini og brenna tey upp?’ Tað var ikki so løgið, at Jesus kallaði teir Torusynirnar! Men Jesus svaraði, at soleiðis áttu teir ikki at gera við onnur. — Lukas 9:51-56; Markus 3:17.

Viðhvørt er onkur kanska óreinur við okkum. Nøkur børn tíma kanska ikki at spæla við teg. Tey skumpa kanska og siga: „Gakk avstað við tær!“ Tað er einki stuttligt, og vit kunnu gott fáa hug at hevna okkum. Men skulu vit tað? —

Vit mugu hava fatur á Bíbliuni. Vit skulu blaða upp og lesa Orðtøkini, kapittul 24, vers 29. Her stendur: „Sig ikki: ’Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!’“

Hvussu heldur tú, hetta skal skiljast? — Tað merkir, at vit ikki skulu royna at løna aftur. Vit skulu ikki fara illa við øðrum, tí tey fóru illa við okkum. Men um onkur nú vil hava teg at berjast? Hann roynir kanska at arga teg og kallar teg bæði eitt og annað, ella hann flennir at tær og sigur: „Tú torir ikki!“ Hvat gert tú so? Skalt tú buka hann av? —

Latið okkum aftur vita, hvat Bíblian sigur. Blaða upp í Matteusevangeliið, kapittul 5, vers 39. Her sigur Jesus: „Tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!“ Hvat meinti Jesus? Tá onkur slær teg ordiliga hart undir annan vangan, skalt tú so eisini biðja hann sláa teg undir hin vangan?

Nei. Tá Jesus her tosaði um at fáa ein undir vangan, meinti hann ikki ein lúsing, sum tú fært ilt av, men heldur okkurt, sum hin ger fyri at arga teg. Hin roynir kanska at øsa teg upp, so tú verður illur og slært aftur. Men hvat hendir, um tú slært aftur? — Ja, so verður helst slagsmál.

Men Jesus vildi nettupp ikki hava lærisveinar sínar at berjast við nakran. Tí bað hann okkum ikki sláa aftur, um onkur sló okkum. Vit skulu ikki verða so illsint, at vit fara at berjast. Gera vit tað, eru vit einki frægari enn hin, sum byrjaði.

Hevur onkur hug at klandrast, hvat er so best at gera? — At fara avstað. Kanska skumpar hin ella slær nakrar ferðir aftrat, men tað er nokk alt. At vit fara avstað, merkir ikki, at vit eru bangin. Nei, tað merkir at vit eru so djørv, at vit sissa okkum og gera tað, sum er rætt.

Hvat skulu vit gera, um onkur vil berjast við okkum?

Men nú hugsar tú kanska, at tú ert so sterkur, at tú meir enn so kundi bukað hin av. Er tað so í lagi at gera tað? — Nei. Tú hevði kanska vunnið slagsmálið, men hin kundi jú komið aftur við nøkrum vinmonnum hjá sær. Teir kundu funnið uppá at havt knívar ella annað slíkt við. Skilur tú so, hví Jesus segði, at vit ikki skulu berjast? —

Hvat skulu vit so gera, tá onnur berjast? Skulu vit royna at hjálpa øðrum partinum? — Bíblian sigur, hvussu vit skulu bera okkum at. Í Orðtøkunum, kapittul 26, vers 17, stendur, at blanda vit okkum í slagsmál hjá øðrum, er tað sum at ’taka í oyrað á einum hundi’.

Hvussu er tað at halda einum hundi í oyranum nakað tað sama sum at blanda seg í slagsmálið hjá øðrum? Tað er vandamikið, lat heldur vera!

Hvat hendir, um tú heldur fast í oyrað á einum hundi? Hann fær ilt, og hann glepsar eftir tær, heldur tú ikki? Jú meiri hundurin roynir at sleppa leysur, tess fastari mást tú halda í oyrað, og so verður hann púra villur. Sleppur tú nú hundinum, er hann helst so illur, at hann bítur teg. Og tú kanst jú ikki verða standandi og halda í oyrað á honum altíð, heldur tú? —

Tað sama kann henda, um vit blanda okkum í stríðið hjá øðrum. Kanska vita vit slættis ikki, hvat tey berjast um, ella hvør ið byrjaði. Annar verður kanska smurdur av, men hann kann hava stjolið okkurt frá hinum. Royna vit at hjálpa honum, hjálpa vit altso einum tjóvi, og tað var helst ikki ætlanin.

Hvat skalt tú so gera, um tú sært onnur berjast? — Er tað í skúlanum, og tey berjast illa, noyðist tú kanska at siga tað við ein lærara. Og er tað ikki í skúlanum, kanst tú kanska siga tað við pápa tín ella mammu tína ella onkran annan vaksnan. Vit skulu ikki sjálvi fara at berjast.

Hvat skulu vit gera, tá vit síggja eitt slagsmál?

Sannir lærisveinar hjá Jesusi gera alt, teir eru mentir, fyri at halda frið. Soleiðis vísa vit, at vit altíð royna at gera tað rætta. Bíblian sigur, at ein lærisveinur hjá Jesusi ’ikki eigur at stríðast, men vera mildur við øll’. — 2 Timoteus 2:24.

Latið okkum nú lesa fleiri góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at halda frið við onnur: Rómbrævið 12:17-21 og 1 Pætur 3:10, 11.