Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 25

Kunnu ónd menniskju broyta seg?

Kunnu ónd menniskju broyta seg?

HEVÐI tað ikki verið deiligt, um øll menniskju bara gjørdu tað góða? — Men soleiðis er tað ikki. Eingin ger altíð tað rætta. Veitst tú, hví vit øll somul onkuntíð gera nakað ljótt, sjálvt um vit fegin vilja gera tað rætta? — Tað er, tí vit eru fødd við synd. Summi gera sjálvandi nógv ljótt. Summi hata onnur og eru við vilja ónd við tey. Heldur tú, tey kunnu broyta seg og blíva góð? —

Hygg at unga manninum, sum stendur og ansar eftir klæðunum hjá teimum, ið steina Stefanus. Ungi maðurin hevur hebraiska navnið Saul, ella Saulus, men rómverska navnið hjá honum er Paulus. Stefanus er lærisveinur hjá stóra Læraranum, og Paulus er beinleiðis glaður um, at Stefanus verður dripin. Nú skalt tú hoyra, hví hann er við til nakað, sum er so ónt.

Saul hoyrir til ein jødiskan trúarbólk, sum kallast farisearar. Teir hava Guds orð, men teir lurta meiri eftir tí, sum nakrir av lærarunum hjá teimum hava sagt. Og tað er hetta, sum fær Saul at gera tað, sum er ónt.

Tá Stefanus varð handtikin í Jerúsalem, var Saul við. Stefanus varð førdur fram fyri dómararnar, og nakrir av teimum vóru farisearar. Teir søgdu nógv ljótt um Stefanus, men hann varð ikki bangin. Hann tók alt fyri eitt orðið og fortaldi dómarunum nógv um Jehova Gud og um Jesus.

Men tað dámdi ikki dómarunum at hoyra. Teir vistu longu nokk so nógv um Jesus, tí tað var ikki langt síðan, teir dømdu hann til  deyða! Tá Jesus var deyður, tók Jehova hann upp í himmalin til sín. Men í staðin fyri at broyta seg, løgdu dómararnir nú eftir hansara lærisveinum.

Dómararnir fingu nakrar menn at taka Stefanus og leiða hann út um býin. Og har er tað, vit síggja Saul standa og hyggja at, meðan menninir sláa Stefanus um koll og steina hann. Saul heldur, tað er alt í lagi, at Stefanus verður dripin.

Hví heldur Saul tað vera gott, at Stefanus verður dripin?

Men hví heldur Saul tað? — Jú, tí hann hevur verið fariseari alt lívið og trýr, at tað, sum fariseararnir siga, er rætt. Hann hevur fariseararnar til fyrimynd og vil helst vera sum teir. — Ápostlasøgan 7:54-60.

Stefanus verður dripin. Og hvat ger Saul aftaná? — Hann roynir at forkoma teimum, sum eru eftir av lærisveinunum hjá Jesusi! Hann fer heilt inn í húsini hjá teimum og dragsar bæði menn og kvinnur út. Síðani fær hann tey sett í fongsul. Nógvir lærisveinar noyðast at rýma úr Jerúsalem, men teir halda ikki uppat at boða um Jesus. — Ápostlasøgan 8:1-4.

 Hetta fær Saul at hata lærisveinarnar hjá Jesusi uppaftur meira. Nú fer hann til høvuðsprestin, Kaifas, og fær loyvi at fara til býin Damaskus at handtaka øll tey kristnu. Hann ætlar sær at taka tey bundin við aftur til Jerúsalem, so tey kunnu verða revsað. Men á vegnum til Damaskus hendir nakað, sum hann ikki hevur roknað við.

Hvør tosar við Saul, og hvat biður hann Saul gera?

Knappliga skínur eitt ljós av himli rundan um hann, og ein rødd sigur: „Saul, Saul! Hví søkir tú at mær?“ Tað er Jesus, sum talar úr himli! Ljósið er so bjart, at Saul verður blindur av tí, og fólkini, sum eru við honum, noyðast at leiða hann inn í Damaskus.

Tríggjar dagar seinni vísir Jesus seg í eini sjón fyri einum lærisveini í Damaskus, sum eitur Ánanias. Jesus biður Ánanias fara at vitja Saul, geva honum sjónina aftur og boða fyri honum. Tað ger Ánanias, og Saul tekur ímóti sannleikanum um Jesus. Hann fær eisini sjónina aftur. Og frá hesi løtu er alt lívið fullkomiliga broytt hjá honum. Hann verður ein trúgvur Guds tænari. — Ápostlasøgan 9:1-22.

Skilur tú nú, hví Saul var við til at gera so nógv ónt? — Tað var tí, hann hevði lært nakað, sum ikki passaði. Hann trúði nøkrum menniskjum, sum ikki vóru trúgv móti Gudi. Og hann hoyrdi til ein bólk, sum tók tað, menniskju siga, fram um Guds orð. Men hvussu ber tað so til, at Saul broytir lívið hjá sær og fer at gera tað góða, meðan aðrir farisearar blíva við at stríðast ímóti Gudi? — Tað er, tí Saul ikki hatar sannleikan. So skjótt, sum hann fær at vita, hvat er rætt, er hann klárur at gera tað.

Veitst tú, hvussu tað gekst Saul? — Hann bleiv ein av ápostlunum hjá Jesusi og varð kendur sum Paulus ápostul. Og veitst tú hvat? Hann kom at skriva fleiri bøkur í Bíbliuni enn nakar annar.

Nógv kunnu broyta seg, soleiðis sum Saul gjørdi. Men tað er ikki so lætt, tí ein er, sum við øllum snildum roynir at fáa fólk at gera  tað ónda. Veitst tú, hvør tað er? — Jesus segði, hvør tað var, tá hann talaði við Saul úr himli á vegnum til Damaskus. Hann segði: ’Eg sendi teg út at lata eyguni á fólki upp, so tey kunnu venda sær frá myrkrinum til ljós og frá Satans valdi til Gud.’ — Ápostlasøgan 26:17, 18.

Ja, Satan Djevulin er tann, sum roynir at fáa øll at gera tað, sum er skeivt. Heldur tú viðhvørt, at tað er ringt at gera tað rætta? — Tað halda øll. Satan ger tað ringt. Men nakað annað kann eisini forða okkum í at gera tað rætta. Veitst tú, hvat tað er? — Tað er, at vit øll eru fødd við synd.

Syndin, sum er í okkum, ger, at tað ofta fellur lættari at gera tað skeiva enn tað rætta. Hvat skulu vit so gera? — Vit mugu stríðast fyri at gera tað rætta. Gera vit tað, kunnu vit vera vís í, at Jesus hjálpir okkum, tí hann er góður við okkum.

Meðan Jesus var her á jørðini, bleiv hann góður við fólk, sum fyrr høvdu skikkað sær illa, men nú vóru broytt. Hann visti, hvussu torført tað var hjá teimum at bera seg øðrvísi at, enn tey vóru von. Har vóru til dømis kvinnur, sum høvdu havt kynsligt samband við  nógvar ymiskar menn fyri at fáa pengar. Tað er sjálvandi ikki rætt. Bíblian nevnir tær skøkjur.

Hví fyrigevur Jesus hesi kvinnuni, tá hon hevur skikkað sær so illa?

Ein sovorðin kvinna hoyrdi einaferð um Jesus og kom til hansara í húsinum hjá einum fariseara. Hon turkaði tár síni av fótum hansara við sínum egna hári og smurdi teir við einari olju, sum angaði væl. Hon var so hørm um allar sínar syndir, at Jesus fyrigav henni. Men farisearin helt ikki, at hon skuldi verða fyrigivin. — Lukas 7:36-50.

Veitst tú, hvat Jesus segði við nakrar av farisearunum? — Hann segði: ’Skøkjurnar koma inn í Guds ríki fyrr enn tit.’ (Matteus 21:31) Hetta segði Jesus, tí skøkjurnar trúðu á hann og vendu sær frá sínum óndu gerðum. Men fariseararnir, afturímóti, blivu við at vera óndir við lærisveinarnar hjá Jesusi.

Tá vit síggja í Bíbliuni, at nakað, sum vit gera, er skeivt, mugu vit altso vera til reiðar at broyta okkum. Og tá vit skilja, hvat Jehova vil hava okkum at gera, skulu vit skunda okkum at gera tað. Tá verður Jehova glaður, og hann gevur okkum ævigt lív.

Latið okkum saman lesa nakað, sum kann hjálpa okkum at halda okkum frá tí, sum er skeivt. Tað er Sálmur 119:9-11; Orðtøkini 3:5-7 og 12:15.