Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 18

Minnist tú at siga takk?

Minnist tú at siga takk?

HEVUR tú fingið nakað at eta í dag? — Hvør gjørdi matin? — Kanska mamma tín, kanska onkur annar. Men hví skulu vit so takka Gudi fyri matin? — Tí Gud hevur skapt alt tað, sum maturin er gjørdur av. Vit skulu sjálvandi eisini takka henni ella honum, sum gjørdi matin og setti hann á borðið.

Viðhvørt gloyma vit at takka teimum, sum gera nakað fyri okkum, heldur tú ikki? Tá stóri Lærarin livdi á jørðini, gloymdu nakrir menn einaferð at takka honum. Teir vóru spitalskir.

Veitst tú, hvat tað er? — Ein spitalskur er ein, sum hevur eina ringa sjúku. Hon kann fáa nakað av kjøtinum at detta av. Tá Jesus var á jørðini, noyddust tey spitølsku at búgva langt burtur frá øðrum fólki. Og sá ein spitalskur eitt annað menniskja, skuldi hann rópa, at tað skuldi halda seg burtur. Soleiðis gjørdu tey fyri at sleppa undan, at fólk komu so nær, at tey vórðu smittað av spitalskusjúkuni.

Jesus var góður við spitølsk. Á einari ferð til Jerúsalem skuldi hann einaferð ígjøgnum eina bygd. Tá hann nærkaðist bygdini, komu tíggju spitalskir menn at hitta hann. Teir høvdu frætt, at Jesus hevði fingið kraft frá Gudi at grøða allar sjúkur.

Teir spitølsku komu ikki heilt yvir til Jesus. Teir stóðu nakað burturfrá. Men teir trúðu, at hann var førur fyri at grøða spitalskusjúkuna. Tá teir sóu stóra Læraran, róptu teir til hansara: ’Jesus, lærari, hjálp okkum!’

 Heldur tú, tað er synd í teimum, sum er sjúk? — Tað helt Jesus. Hann visti, hvussu ræðuligt tað var at vera spitalskur. Hann svaraði monnunum: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ — Lukas 17:11-14.

Hvat biður Jesus teir spitølsku gera?

Hví bað Jesus teir gera tað? Tí Jehova hevði givið sínum fólki eina lóg um spitalskusjúkuna. Lógin segði, at tann spitalski skuldi lata ein av Guds prestum kanna húðina. So skuldi presturin fortelja tí sjúka, um sjúkan var horvin. Var sjúkan horvin, slapp hann aftur at liva saman við frískum fólki. — 3 Mósebók 13:16, 17.

Men hesir spitølsku vóru enn sjúkir. Fóru teir nú til prestin, sum Jesus hevði sagt? — Ja, teir fóru beina leið. Teir munnu hava  trúð, at Jesus fór at grøða sjúkuna. Hvat hendi so?

Jú, longu meðan teir vóru á veg til prestin, hvarv sjúkan, og holdið varð grøtt. Teir vóru frískir! Teir fingu lønini fyri at hava trúð á kraftina, sum Jesus hevði. Sum teir hava verið glaðir! Hvat áttu teir nú at gjørt fyri at vísa takksemi? Ja, hvat hevði tú gjørt? —

Hvat mintist hesin spitalski maðurin at gera?

Ein av teimum grøddu monnunum kom aftur til Jesus. Hann fór at prísa Jehova, siga alt gott um hann. Tað átti hann eisini, tí kraftin, sum hevði grøtt hann, kom frá Gudi. Maðurin legði seg niður fyri føturnar á stóra Læraranum og takkaði honum. So takksamur var hann fyri tað, sum Jesus hevði gjørt.

Men hinir níggju, hvussu var vorðið við teimum? Jesus spurdi: ’Vóru ikki tíggju menn frískir? Hvar eru hinir níggju? Er bara ein komin aftur at geva Gudi heiður?’

Ja, tíverri. Bert ein av teimum tíggju gav Gudi prís og heiður og kom aftur at takka Jesusi. Og hesin var  enntá samverji, ein maður úr einum øðrum landi. Hinir níggju takkaðu ikki Gudi, og teir takkaðu heldur ikki Jesusi. — Lukas 17:15-19.

Hvørjum av hesum monnunum líkist tú? Vit vilja vera sum samverjin, heldur tú ikki? — Tá onkur ger nakað fyri okkum, hvat skulu vit so minnast til? — Ja, vit skulu minnast til at takka. Tað gloyma nógv. Men tað er gott at siga takk. Tá vit gera tað, gleða vit Jehova Gud og sonin, Jesus.

Hvussu kanst tú gera sum hin spitalski, ið kom aftur til Jesus?

Seta vit okkum at hugsa um tað, minnast vit aftur á nógv, sum onnur hava gjørt fyri okkum. Hevur tú til dømis nakrantíð verið sjúkur? — Kanska ikki so sjúkur sum hinir tíggju spitølsku. Men kanska hevur tú havt krím ella ilt í búkinum. Tók nakar sær av tær? — Kanska gav onkur tær medisin ella gjørdi okkurt annað fyri teg. Vart tú ikki glaður um, at tey hjálptu tær at fáa tað betri? —

Samverjin takkaði Jesusi fyri, at hann hevði grøtt hann, og tað gleddi Jesus. Heldur tú ikki eisini, at mamma tín og pápi tín verða glað, um tú takkar teimum fyri tað, sum tey gera fyri teg? — Tað er einki at ivast í.

Hví mugu vit endiliga minnast at siga takk?

Nøkur gera okkurt fyri teg hvønn einasta dag ella hvørja einastu viku. Kanska er tað arbeiðið hjá teimum, og tey gleðast um at gera tað. Men fyri tað mást tú ikki gloyma at takka teimum. Tínir  lærarar í skúlanum gera sær ómak at hjálpa tær, so tú lærir bæði eitt og annað. Tað er arbeiðið hjá teimum, men teir verða kortini glaðir, um tú sigur teimum takk fyri, at teir hjálpa tær at læra nakað.

Viðhvørt eru tað bara smáting, onnur gera fyri okkum. Hevur nakar hildið hurðini fyri tær? Ella hevur onkur rætt tær matin, tá tit eta? Tað er gott at takka, eisini fyri sovorðin smáting.

Minnast vit at takka menniskjum her á jørðini, munnu vit eisini minnast at takka Faðir okkara í himli. Og sum vit hava nógv at takka Jehova fyri! Hann gav okkum lívið og alt tað góða, sum ger lívið deiligt. Vit eiga av góðum grundum at geva Gudi heiður við hvønn dag at siga okkurt gott um hann.