Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 15

Tú skalt elska næsta tín

Tú skalt elska næsta tín

VEITST tú, hvat fordómur er? — Fordómur er tað, vit hava, tá vit siga ella hugsa, at onnur eru vánalig menniskju, áðrenn vit yvirhøvur eru komin at kenna tey. Kanska dámar okkum tey ikki, tí tey síggja øðrvísi út ella tosa eitt annað mál enn vit.

Heldur tú, tað er rætt ikki at dáma onnur, bara tí tey eru øðrvísi? — Nei, ha? Tað er ikki rætt og heldur ikki vinaligt at hava fordómar. Vit mugu ikki vera óblíð við onnur, bara tí tey eru øðrvísi enn vit.

Men sig mær, kennir tú nøkur, ið hava ein annan húðlit ella tosa eitt annað mál enn vit? — Kanska kennir tú eisini nøkur, ið síggja øðrvísi út, tí tey hava onkra sjúku ella einaferð eru komin til skaða? Ert tú blíður og góður við fólk, sum eru øðrvísi enn tú? —

Hvussu skulu vit vera við tey, sum eru øðrvísi enn vit?

Lurta vit eftir stóra Læraranum, Jesusi Kristi, eru vit góð við øll. Tað eigur ikki at gera nakran mun, hvørjum landi tey koma úr, ella hvønn húðlit tey hava. Vit skulu vera blíð við øll. Tað halda øll ikki, men tað var tað, Jesus lærdi okkum. Latið okkum vita, hvussu hann gjørdi tað.

Einaferð kom ein jødi, sum var fullur av fordómi móti øðrum, til Jesus og spurdi: ’Hvat skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?’ Nú visti Jesus, at maðurin helst vildi hava at vita, at hann bara skuldi vera góður við fólk, sum vóru av somu rasu ella úr sama landi sum hann sjálvur. So í staðin fyri bara at svara honum, spurdi Jesus: ’Hvat sigur Guds lóg, at vit skulu gera?’

 Maðurin svaraði: ’Tú skalt elska Jehova Gud tín av øllum hjarta tínum, og tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.’ Jesus svaraði: ’Tú svaraði beint. Blívur tú við at gera tað, so fært tú ævigt lív.’ Veitst tú, hvør ’næsti’ tín er? — Hoyr, hvat nú hendi, so finnur tú út av tí.

Jú sært tú, hesin maðurin hevði ikki hug at vera góður og vinaligur við fólk, sum vóru øðrvísi. Tí vildi hann vita, um hann ikki á ein ella annan hátt kundi sleppa undan. Hann spurdi Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“ Hann vildi nokk hava Jesus at siga: ’Tað eru allir tínir vinir’, ella ’Tað eru øll, ið síggja út sum tú’. Men tað segði Jesus ikki. Í staðin fyri fortaldi hann eina søgu um ein jøda og ein samverja. Og nú skalt tú hoyra.

Ein maður kom gangandi eftir vegnum úr Jerúsalem til Jeriko. Hann var jødi. Meðan hann gekk, varð hann álopin av nøkrum ránsmonnum. Teir tóku bæði klæðini og pengarnar frá honum, og til endans bukaðu teir hann av og lótu hann liggja hálvdeyðan á vegnum.

 Løtu seinni kom ein prestur gangandi eftir vegnum. Hann sá mannin liggja har sjúkan og avbardan. Hvat hevði tú gjørt? — Presturin fór bara yvir um vegin og framvið uttan at gera nakað sum helst fyri at hjálpa manninum. Hann ikki so mikið sum steðgaði.

So kom ein annar sera trúgvandi maður. Hann var levitur og tænti í templinum í Jerúsalem. Mundi hann steðga á og hjálpa? — Nei, hann var sum presturin, hann lætst ikki um vón.

At enda kom ein samverji gangandi. Sært tú hann á myndini, beint har sum vegurin sneiðir? — Hann bar eyga við jødan, sum lá har so illa fyrikomin. Støðan var tann, at næstan allir samverjar  og jødar hataðu hvør annan. (Jóhannes 4:9) Hvat gjørdi samverjin? Gekk hann eisini framvið uttan at hjálpa? Segði hann við seg sjálvan: ’Hví skuldi eg hjálpt einum jøda? Hann hevði ikki hjálpt mær, um eg lá har og hevði ilt’?

Hvussu vísti samverjin, at hann elskaði ’næstan’ hjá sær?

Soleiðis hugsaði samverjin ikki. Nei, hann hugdi at manninum og tykti synd í honum. Hann orkaði ikki bara at lata hann liggja har og doyggja. Hann fór yvir til mannin, læt olju og vín í sárini, so tey kundu grøðast. Aftaná legði hann bind um.

Samverjin lyfti nú varliga tann særda mannin upp á dýrið hjá sær, og spakuliga gingu teir fram eftir vegnum, til teir komu til eitt herbergi, eitt hús, har fólk plagdu at gista. Samverjin syrgdi fyri, at maðurin slapp at verða har og fekk alt, sum honum tørvaði.

Nú spurdi Jesus mannin, sum hann tosaði við: ’Hvat heldur tú? Hvør av hesum trimum vísti seg at vera næsti hansara?’ Hvussu hevði tú svarað? Var tað presturin, leviturin ella samverjin? —

Maðurin svaraði: ’Tann, ið steðgaði og hjálpti særda manninum, var næsti hansara.’ Jesus segði: ’Púra rætt. Far tú og ger tað sama.’ — Lukas 10:25-37.

 Var hatta ikki ein góð søga? — Hon sigur, hvør ’næsti’ okkara er. Tað er ikki bara okkara góðu vinir. Og heldur ikki bara tey, ið hava sama húðlit sum vit ella tosa sama málið sum vit. Nei, Jesus lærdi okkum, at vit skulu vera góð við onnur, uttan mun til hvaðani tey eru, hvussu tey síggja út, ella hvat mál tey tosa.

Soleiðis er Jehova Gud. Hann hevur ongar fordómar. ’Faðir tín í himli letur sól sína rísa yvir bæði ónd og góð,’ segði Jesus, ’og hann letur regna yvir rættvís og órættvís.’ Vit skulu altso vera góð við øll, akkurát sum Gud er. — Matteus 5:44-48.

Hvussu kanst tú vísa, at tú elskar ’næstan’?

Sært tú onkran, ið er komin til skaða, hvat gert tú so? — Og um tað nú er ein úr einum øðrum landi ella ein, sum hevur ein annan húðlit enn tú? Ja, hann er jú ’næsti’ tín, og tú mást hjálpa honum. Heldur tú, at tú ert ov lítil at gera nakað, kanst tú fáa onnur at hjálpa tær, kanska politifólk ella lærarar. So vísir tú, at tú ’elskar næsta tín’ akkurát sum samverjin.

Stóri lærarin vil hava okkum at vera blíð og vinalig, at vit skulu hjálpa øðrum, uttan mun til hvørji tey eru. Tí var tað, hann segði søguna um tann vinaliga samverjan.

Vit lesa um tað at vera góð við onnur uttan mun til rasu ella tjóðskap í Orðtøkunum 19:22; Ápostlasøguni 10:34, 35 og 17:26.