Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 8

Nøkur standa yvir okkum

Nøkur standa yvir okkum

TÚ VEITST gott, at nøkur eru bæði hægri, størri og sterkari enn tú og eg. Men fleiri eru eisini hægri, størri og sterkari á ein annan máta. Tey standa nevniliga yvir okkum og hava størri vald og størri týdning enn vit. Hvør kundi tað verið? — Jú, Jehova Gud. Og hvussu við soni hansara, stóra Læraranum? — Hann stendur eisini yvir okkum.

Fyrst búði Jesus hjá Gudi í himli. Hann var ein andaskapningur, ella eingil. Skapti Gud aðrar einglar enn hann? — Ja, hann skapti nógvar milliónir. Teir standa eisini yvir okkum og eru sterkari enn vit. — Hebrearabrævið 1:7, 14; Dániel 7:10.

Minnist tú, hvussu eingilin, sum vitjaði Mariu, æt? — Hann æt Gabriel. Tað var hann, sum fortaldi Mariu, at lítla barnið hjá henni, skuldi vera Guds sonur. Hesin sonurin var ein andaskapningur, men Gud flutti lív hansara inn í Mariu, so Jesus kundi verða føddur sum eitt lítið barn á jørðini. — Lukas 1:26, 27.

Hvat hava Maria og Jósef helst fortalt Jesusi?

Trýrt tú, at tað bar til? Trýrt tú, at Jesus fyrst búði hjá Gudi í himli? — Jesus segði tað sjálvur. Men hvussu visti hann tað? Jú, meðan hann var drongur, hevur Maria ivaleyst fortalt honum, hvat Gabriel segði við hana. Og Jósef hevur nokk eisini fortalt honum, at tað í veruleikanum var Gud, sum var Faðir hansara.

 Tá Jesus varð doyptur, talaði Gud oman úr himli og segði: „Hesin er Sonur Mín.“ (Matteus 3:17) Og náttina áðrenn hann doyði, bað Jesus í eini bøn til Gud: „Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!“ (Jóhannes 17:5) Her bað Jesus um at sleppa aftur at búgva hjá Gudi í himli. Kundi hann tað? — Ja, men bara um Jehova Gud aftur gjørdi hann til ein ósjónligan andaskapning, ein eingil.

Nú fari eg at spyrja teg nakað. Heldur tú, at allir einglar eru góðir? — Tað vóru teir í fyrstani. Jehova hevði jú skapt teir, og alt, sum kemur frá honum, er gott. Men so bleiv ein eingil óndur. Hvussu bar tað til?

Fyri at fáa tað at vita, mugu vit fara heilt aftur til tíðina, tá Gud skapti Ádam og Evu, fyrsta mannin og fyrstu kvinnuna. Summi siga, at tann søgan bara er nakað, fólk hava funnið uppá. Men stóri Lærarin visti, at hon var sonn.

Tá Gud skapti Ádam og Evu, setti hann tey í ein vakran urtagarð á einum øki, sum æt Eden. Tað var ein stór og vøkur viðarlund, eitt paradís. Tey kundu fingið nógv børn, eisini abbabørn og ommubørn, og búð í Paradísinum í allar ævir. Men eitt noyddust tey at læra fyrst. Vit hava longu tosað um tað, men latið okkum nú vita, um vit minnast tað.

Hvussu kundu Ádam og Eva sloppið at liva allar ævir í Paradísinum?

 Jehova hevði sagt við Ádam og Evu, at tey kundu eta so nógvar fruktir, sum tey vildu, av trøunum í garðinum. Bara einum træi máttu tey ikki eta fruktina av. Gud fortaldi teimum, hvat ið fór at henda, um tey gjørdu tað: ’Tú skalt vissuliga doyggja.’ (1 Mósebók 2:17) Hvat var tað so, Ádam og Eva skuldu læra? —

Tey skuldu læra at akta. Ja, tað er lívið um at gera, at vit akta Jehova Gud! Tað var ikki nokk, at Ádam og Eva bara søgdu, at tey aktaðu hann. Nei, tey máttu vísa tað. Aktaðu tey Gud, vístu tey, at tey elskaðu hann og vildu hava, at hann skuldi ráða. So kundu tey sleppa at liva í Paradísinum í allar ævir. Men um tey nú ótu fruktina av hinum trænum, hvat vísti tað so? —

Ja, so vísti tað, at tey ikki veruliga vóru glað fyri tað, sum Gud hevði givið teimum. Hevði tú aktað Jehova, um tað var tú? — Tað gjørdu Ádam og Eva í fyrstani. Men so varð Eva lumpað av einum, sum stóð yvir teimum. Hann fekk hana at vera ólýðin móti Gudi. Hvør var tað? —

Hvør fekk slanguna at tosa við Evu?

 Bíblian sigur, at ein ormur, ella slanga, fór at tosa við Evu. Ein ormur dugir sjálvandi ikki at tosa. Hvat var tað so? — Tað var ein eingil, ið fekk tað at ljóða, sum ormurin tosaði. Men í veruleikanum var tað eingilin sjálvur. Hann var farin at hugsa óndar hugsanir. Hann vildi hava Ádam og Evu at tilbiðja seg. Hann vildi hava tey at gera, sum hann segði. Hann vildi sjálvur vera Gud.

Hesin óndi eingilin fekk Evu at hugsa skeivar hugsanir. Gjøgnum ormin segði hann við hana: ’Tað passar ikki, sum Gud hevur sagt við tykkum. Tit doyggja ikki av at eta av hasum trænum. Nei, tit vera klók — líka so klók sum Gud!’ Hevði tú trúð tí, sum røddin segði? —

Eva fekk góðan hug at taka nakað, sum Gud ikki hevði loyvt henni at taka. Hon át fruktina av forbodna trænum. Hon gav eisini Ádami burturav. Ádam trúði ikki sjálvur tí, sum ormurin segði. Men hansara ynski um at vera saman við Evu var sterkari enn kærleikin til Gud. Tí át hann eisini av fruktini. — 1 Mósebók 3:1-6; 1 Timoteus 2:14.

Hvat hendi nú? — Ádam og Eva blivu ófullkomin, tey blivu  gomul, og tey doyðu. Og av tí at tey vóru ófullkomin, blivu øll børnini hjá teimum eisini ófullkomin, tey blivu eisini so við og við gomul og doyðu. Gud hevði ikki logið! Vilja vit liva, so mugu vit akta hann. (Rómbrævið 5:12) Bíblian sigur, at eingilin, sum leyg fyri Evu, eitur Satan Djevulin. Og aðrir einglar, ið gjørdist óndir sum hann, kallast illir andar. — Jákup 2:19; Opinberingin 12:9.

Hvat hendi Ádami og Evu, tá tey høvdu verið ólýðin móti Gudi?

Skilur tú nú, hvussu tað bar til, at ein góður eingil, sum Gud hevði skapt, bleiv óndur? — Hann fór at hugsa óndar hugsanir. Hann vildi vera størstur av øllum. Hann visti gott, at Gud hevði sagt við Ádam og Evu, at tey skuldu fáa børn, og hann vildi, at tey øll somul skuldu tilbiðja hann. Djevulin vil ikki hava, at nakar skal akta Jehova. Tí roynir hann at fáa okkum at hugsa óndar hugsanir. — Jákup 1:13-15.

Djevulin sigur, at eingin veruliga elskar Jehova. Hann sigur, at tú og eg ikki elska Gud, og at vit ikki hava hug at gera, sum Gud sigur. Hann sigur, at vit bara akta Jehova, tá alt gongur væl hjá okkum. Passar tað, sum Djevulin sigur? Eru vit soleiðis? —

Stóri Lærarin kallaði Djevulin ein lygnara! Jesus aktaði Jehova, og soleiðis vísti hann, at hann elskaði Jehova. Og Jesus aktaði ikki bara Gud, tá tað var lætt. Nei, hann aktaði altíð, eisini tá fólk gjørdi tað torført. Hann var Jehova trúgvur líka til deyðan. Tí gav Gud honum lívið aftur, so hann kann liva í allar ævir.

Hvør heldur tú so, er okkara størsti fíggindi? — Ja, tað er Satan Djevulin. Síggja vit hann? — Nei, tað kunnu vit ikki! Men vit vita, at hann er til, og at hann er sterkari enn vit. Men stendur nakar yvir Djevulinum? — Ja, tað ger Jehova Gud. Tí kann hann verja okkum.