Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 28

Hvussu vita vit, hvønn vit skulu akta?

Hvussu vita vit, hvønn vit skulu akta?

VIÐHVØRT er ilt at vita, hvønn vit skulu akta. Kanska siga mamma tín og pápi tín við teg, at tú skalt gera nakað ávíst. Men so sigur ein lærari ella onkur annar kanska, at tú skalt gera nakað heilt annað. Og hvønn av teimum skalt tú so akta? —

Fyrr í hesi bókini, í kapittul 7, lósu vit Efesusbrævið 6:1-3 í Bíbliuni. Har stendur, at børn skulu akta foreldrini. Skriftstaðið sigur: „Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum.“ Hvat man tað merkja, at foreldur eru „í Harranum“? — Foreldur, sum eru í Harranum, eru foreldur, sum vilja ala børn síni upp eftir Guds lógum.

Men øll vaksin trúgva jú ikki á Jehova. Hvat um tú til dømis hoyrir ein vaksnan siga, at tað er í lagi at snýta, tá tit hava roynd í skúlanum, ella at tú gott kanst stjala úr einum handli? Hevur tú loyvi at snýta ella stjala, bara tí ein vaksin sigur tað?

Minst til, at Nebukadnezar kongur var tann, sum segði, at øll skuldu boyggja seg fyri gullstandmyndini, sum hann hevði latið gera. Men Sadrak, Mesak og Abed-Nego vildu ikki boyggja seg fyri henni. Hví vildu teir ikki tað? — Tí Bíblian sigur, at fólk bara mugu tilbiðja Jehova. — 2 Mósebók 20:3; Matteus 4:10.

Hvat sigur Pætur við Kaifas?

Eftir at Jesus var deyður, vórðu ápostlarnir leiddir fram fyri hægsta trúardómstólin hjá jødunum; hann æt Sanhedrinið. Har segði Kaifas høvuðsprestur: ’Vit góvu tykkum av álvara tað  boð, at tit máttu ikki læra um Jesus, og nú hava tit fylt Jerúsalem við læru tykkara!’ Hví aktaðu ápostlarnir ikki Sanhedrinið? — Pætur svaraði fyri allar ápostlarnar. Hann segði við Kaifas: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Ápostlasøgan 5:27-29.

Tá í tíðini høvdu trúarleiðararnir stórt vald. Men alt landið hjá teimum varð stýrt av rómverjum. Og hægsti stjórnarharrin hjá rómverjum var keisarin. Jødarnir vildu ikki hava keisaran at ráða yvir sær, hóast rómversku myndugleikarnir gjørdu nógv gott fyri fólkið. Nú á døgum gera myndugleikarnir eisini nógv gott fyri fólk. Veitst tú, hvat teir til dømis gera? —

Myndugleikarnir syrgja fyri, at vit hava vegir at ferðast á, og at vit hava politi og sløkkilið at hjálpa og verja okkum. Teir syrgja eisini fyri, at tú kanst ganga í skúla og læra nakað, og fyri at vit kunnu fara til læknan, tá vit eru sjúk. Tað kostar sjálvandi nógvar pengar. Veitst tú, hvaðani myndugleikarnir í einum landi fáa allar pengarnar? — Teir fáa pengar frá fólkunum, sum búgva í landinum. Teir pengarnar, vit lata myndugleikunum, rópa vit skatt.

 Tá stóri Lærarin livdi á jørðini, vildu nógvir jødar ikki at gjalda rómversku myndugleikunum skatt. Ein dagin fingu prestarnir nakrar menn at seta Jesusi ein lúnskan spurning um skatt. Teir spurdu hann: ’Skulu vit gjalda keisaranum skatt?’ Svaraði Jesus nú: ’Ja, tit skulu gjalda skatt,’ so hevði tað ikki dámt nógvum av jødunum. Men Jesus kundi heldur ikki siga: ’Nei, tit skulu ikki gjalda skatt.’ Tað hevði verið skeivt.

Hvussu svaraði Jesus? Hann segði: ’Vísið mær ein mynt.’ So fingu menninir fatur á einum mynti. Jesus spurdi: ’Hvør er tað, sum hevur sítt navn og sína mynd her á myntinum?’ ’Tað er keisarin,’ svaraðu teir. ’Íðan,’ segði Jesus, ’so gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!’ — Lukas 20:19-26.

Hvussu svaraði Jesus, tá teir settu honum ein lúnskan spurning?

Hesum svari kundi eingin finnast at. Tá keisarin syrgir fyri ymiskum, sum gagnar fólkinum, má tað vera rætt at gjalda honum fyri tað við pengunum, sum hann sjálvur hevur latið gera. Soleiðis vísti Jesus, at vit skulu gjalda myndugleikunum skatt fyri tað, vit fáa.

 Nú ert tú ikki so gamal, at tú skalt gjalda skatt. Men tú skalt nakað annað. Hvat kann tað vera? — Tú skalt akta lógirnar, sum myndugleikarnar gera. Bíblian sigur: ’Tú skalt vera yvirvøldunum lýðin.’ Yvirvøldirnar eru tey, sum stjórna landinum. Gud sigur altso, at vit skulu akta landsins lógir. — Rómbrævið 13:1, 2.

Ein lóg sigur kanska, at fólk ikki mugu blaka rusk frá sær á gøtuni. Skulu vit akta ta lógina? — Ja, Gud vil, at vit skulu akta. Skulu vit gera tað, sum ein politistur biður okkum? Ja, myndugleikarnir hava sett politiið at ansa eftir okkum øllum. Gera vit, sum ein politistur sigur, akta vit myndugleikarnar.

Ætlar tú tær yvir um vegin, og ein ferðslupolitistur sigur „Bíða“, hvat skalt tú so gera? — Hini renna kanska bara yvirum, skalt so gera tað sama? — Tú skalt bíða, sjálvt um eingin annar ger tað. Gud sigur, at tú skalt akta.

Ein dagin er kanska ófriður í grannalagnum, har sum tú býrt, og politiið biður fólk verða inni og halda seg burtur av gøtunum. Tú hoyrir róp og skrál og hevur góðan hug at vita, hvat hendir. Er tað í lagi at fara út at hyggja? — Er tað at ’vera yvirvøldini lýðin’? —

Her á landi syrgja myndugleikarnir eisini fyri, at vit hava skúlar og skúlalærarar. Heldur tú, Gud vil, at tú skalt akta lærararnar? — Ja, nú mást tú hugsa eitt sindur. Myndugleikarnir hava sett lærararnar at undirvísa, akkurát sum teir hava sett politiið at ansa eftir. Tá tú aktar ein lærara ella ein politist, er tað altso tað sama sum at akta myndugleikarnar.

Hví skulu vit gera, sum politiið sigur?

Men um ein lærari nú vil hava teg at gera nakað, sum er skeivt, til dømis tilbiðja eina mynd ella okkurt líknandi? — So kanst tú  minnast teir tríggjar hebreararnar, sum ikki vildu boyggja seg fyri standmyndini, hóast Nebukadnezar gav boð um tað. Minnist tú, hví teir ikki vildu? — Tí teir ikki vildu vera ólýdnir móti Gudi.

Ein søgumaður, sum eitur Will Durant, hevur skrivað soleiðis um tey fyrstu kristnu: ’Størsta lýdnið skyldaðu tey ikki keisaranum.’ Nei, tey fyrstu kristnu vóru fram um alt lýðin móti Jehova! Vit mugu eisini minnast, at Gud má koma fyrst í okkara lívi.

Vit akta myndugleikarnar, tí Gud vil hava okkum at gera tað. Men krevja teir, at vit gera okkurt, sum Gud sigur, at vit ikki mugu gera, hvat skulu vit so siga? — Vit skulu siga, sum ápostlarnir søgdu við høvuðsprestin: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!“ — Ápostlasøgan 5:29.

Bíblian lærir okkum, at vit skulu virða landsins lógir. Les tað, sum stendur í Matteus 5:41; Titus 3:1 og 1 Pætur 2:12-14.