Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 42

Hví skulu vit arbeiða?

Hví skulu vit arbeiða?

HVAT dámar tær best, at arbeiða ella at spæla? — Tað er ikki skeivt at spæla. Bíblian sigur, at torgini í Jerúsalem ’skuldu vera full av dreingjum og gentum, sum spældu’. — Zakarias 8:5.

Stóra Læraranum dámdi væl at síggja børn spæla. Og hvussu við arbeiði? Áðrenn Jesus kom niður á jørðina, segði hann: ’Eg var verkstjóri hjá Gudi. Altíð gleddist eg fyri ásjón hansara.’ Tá ið vit lesa, at hann var verkstjóri, merkir tað, at hann arbeiddi saman við Jehova í himlinum. Og meðan hann var í himli, segði hann: ’Eg hevði gleði mína í menniskjabørnunum.’ Ja, sum vit longu hava tosað um, so hevði stóri Lærarin áhuga fyri  øllum, eisini børnum. — Orðtøkini 8:30, 31, sí Ny Verden-oversættelsen.

Hvat dámdi stóra Læraranum at gera, áðrenn hann kom niður á jørðina?

Spældi Jesus? — Ivaleyst spældi hann, meðan hann var barn. Men heldur tú so, at Jesus eisini arbeiddi, meðan hann var á jørðini? — Hann kallaðist „sonur træsmiðin“. Men hann varð eisini nevndur „træsmiðurin“. Hvat vísir tað? — Tað vísir okkum, at Jósef, sum vandi Jesus upp, lærdi hann at smíða. Og soleiðis bleiv Jesus eisini træsmiður. — Matteus 13:55; Markus 6:3.

Heldur tú, at Jesus var ein góður træsmiður? — Tá hann verður nevndur „verkstjóri“ í himlinum, hevur hann dugað væl í himli. Mundi hann so ikki eisini duga væl á  jørðini? — Hugsa um alt tað, sum ein træsmiður skuldi gera tá í tíðini. Jesus noyddist allarhelst sjálvur út at fella sær eitt træ, høgga tað sundur, bera viðin heim og so skera hann til og seta stykkini saman til borð, beinkir og annað.

Heldur tú, Jesusi dámdi arbeiðið hjá sær? — Hevði tær dámt at gera fín borð, stólar og annað, sum fólk kundu brúka? — Bíblian sigur, at ’menniskjað kann gleðast í arbeiði sínum’. Arbeiði gevur eina gleði, sum vit ikki fáa av at spæla. — Prædikarin 3:22.

Arbeiði er gott, bæði fyri heilan og fyri kroppin. Nógv børn sita bara og hyggja eftir sjónvarpi ella spæla videospøl. Tey verða tjúkk og fáa ongar kreftir. Tey verða einki glað, og tey gera heldur ikki onnur glað. Hvat er tað, sum ger okkum ordiliga glað? —

Í kapittul 17 her í bókini lærdu vit, at fólk blíva glað, tá tey geva øðrum nakað ella gera nakað fyri onnur. (Ápostlasøgan 20:35) Bíblian sigur, at Jehova er ’hin lukkuligi Gud’. (1 Timoteus 1:11) Og um Jesus stendur í Orðtøkunum, at hann ’altíð gleddist fyri ásjón Guds’. Hví var Jesus glaður? — Hann segði sjálvur, hvør ein av grundunum var: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.“ — Jóhannes 5:17.

Meðan Jesus var á jørðini, arbeiddi hann ikki bara sum træsmiður. Jehova Gud hevði givið honum eitt heilt serligt arbeiði. Veitst tú, hvat tað var? — Jesus segði tað sjálvur: ’Eg má kunngera gleðiboðini um Guds ríki, tí tað eri eg sendur til.’ (Lukas 4:43) Tá Jesus boðaði, hendi tað viðhvørt, at fólk trúðu honum og fortaldu øðrum, hvat hann hevði sagt. Soleiðis gjørdi til dømis ein kvinna úr býnum Samaria, sum tú sært á myndini. — Jóhannes 4:7-15, 27-30.

Hvørji tvey arbeiði gjørdi Jesus, meðan hann var á jørðini?

Hvussu dámdi Jesusi hetta arbeiðið? Heldur tú, honum dámdi tað? — Hann segði: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum  sendi Meg, og fullføra verk Hansara.“ (Jóhannes 4:34) Dámar tær at fáa tín lívrætt til døgurða? — So veitst tú, hvussu væl Jesusi dámdi at gera arbeiðið, sum Gud hevði givið honum.

Gud hevur skapt okkum soleiðis, at okkum dámar at læra, hvussu eitt arbeiði skal gerast. At gleða seg í strevi og arbeiði er ein gáva, sum Gud hevur givið menniskjunum. Lærir tú at arbeiða, meðan tú ert lítil, lærir tú altso nakað, sum kann gera teg glaðan alt lívið. — Prædikarin 5:18.

Hetta merkir sjálvandi ikki, at eitt barn kann gera sama arbeiði sum ein vaksin. Men øll kunnu gera okkurt. Pápi tín og mamma tín ganga kanska hvønn dag til arbeiðis at tjena pengar, so tit øll kunnu hava nakað at búgva búgva í og fáa nakað at eta. Og sum tú veitst, er eisini nógv at gera heima við hús, so alt kann vera reint og ruddiligt.

Kanst tú gera okkurt arbeiði, sum gagnar allari familjuni? — Tú kundi kanska hjálpt við at seta á borðið, vaska upp, bera ruskposan út og rudda kamarið hjá tær. Kanska gert tú longu okkurt av hesum. Tað er arbeiði, sum gagnar og gleðir alla familjuna.

Hví er tað gott, at tú ruddar leikutoyið upp á pláss, tá tú hevur spælt við tað?

Latið okkum kanna, hvussu tað gagnar øðrum. Leikutoyið hjá tær, til dømis — tað skal leggjast upp á pláss, tá tú hevur spælt við tað. Hví skal tað tað? — Tað er penari, tá húsið er ruddiligt. Men tað kann eisini hjálpa okkum at sleppa undan óhappum. Hevur tú ikki tikið leikutoyið upp, so kemur mamma tín kanska onkuntíð inn við fullum føvningi av onkrum og traðkar á tað, sum liggur og sløðist. Kanska dettur hon og kemur til skaða. Ja, kanska má hon á sjúkrahúsið. Hevði tað ikki verið synd? — Tá ið tú ruddar eftir tær, er tað altso nakað, sum gagnar øllum.

Børn hava eisini annað arbeiði. Til dømis skúlaarbeiði. Í skúlanum lærir tú at lesa. Summi børn halda, at tað er lætt og stuttligt  at lesa, og onnur halda, at tað er ringt. Kanska heldur tú í fyrstani, at tað er ringt, men tú verður glaður, tá tú dugir væl at lesa. Dugir tú at lesa, kanst tú fáa nógv spennandi at vita. Og so dugir tú eisini sjálvur at lesa Guds egnu bók, Bíbliuna. Tað er altso gott og nyttuligt at gera sær ómak við skúlatingunum.

Summi menniskju gera tað, tey kunnu, fyri at sleppa frá at arbeiða. Kanska kennir tú onkran av tí slagnum. Men tá nú Gud hevur skapt okkum til at arbeiða, so mugu vit læra, hvussu vit kunnu gleðast um at arbeiða. Hvussu dámdi stóra Læraranum at arbeiða? — Honum dámdi tað líka so væl sum at fáa sín lívrætt til døgurða. Og hvat var tað fyri arbeiði? — Tað var arbeiðið við at fortelja fólki um Jehova Gud og um, hvussu vit kunnu fáa ævigt lív.

Her er nakað, sum kann hjálpa tær at verða glaður, tá tú arbeiðir. Tú kanst spyrja teg sjálvan: ’Hví er tað gott, at fáa hetta gjørt?’ Veitst tú, hví eitt arbeiði má gerast, verður tað nógv lættari. Ger arbeiðið væl, antin tað er stórt ella lítið. So kanst tú gleðast um tað, akkurát sum stóri Lærarin gjørdi.

Bíblian kann læra okkum at arbeiða væl og virðiliga. Les tað, sum hon sigur í Orðtøkunum 10:4; 22:29; Prædikaranum 3:12, 13 og Kolossebrævinum 3:23.