Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 35

Um vit doyggja, kunnu vit vakna aftur!

Um vit doyggja, kunnu vit vakna aftur!

UM VIT nú doyggja, heldur tú so, at Gud hevur hug at reisa okkum upp, altso gera okkum livandi aftur? — Ein góður maður, sum æt Job, var vísur í, at Gud hevði hug, ja, at hann beinleiðis gleddi seg til at gera tað. Einaferð tá Job helt, at hann var um at doyggja, segði hann við Gud: „Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað.“ Job segði, at Jehova beinleiðis hevði longst eftir at reisa hann upp frá deyðum. — Job 14:14, 15.

Jesus er sum Faðir sín, Jehova Gud. Hann vil gjarna hjálpa okkum. Ein maður, sum hevði spitalskusjúkuna, segði einaferð við Jesus: ’Vilt tú, so kanst tú gera meg frískan aftur,’ og Jesus svaraði: „Eg vil.“ Og hann grøddi spitalska mannin. — Markus 1:40-42.

Hvussu hevur Jehova víst, at hann er góður við børn?

Jesus var góður við børn, tað vita vit. Og vit vita eisini, at Faðir hansara, Jehova, er góður við børn, tí tað var hann, sum lærdi Jesus upp. Tvær ferðir fyri  langt síðani hjálpti Jehova tænarum sínum at geva børnum, sum vóru deyð, lívið aftur. Elias bað Jehova reisa sonin hjá einari konu, sum hevði verið blíð við hann, upp frá deyðum. Tað gjørdi Jehova. Jehova læt eisini tænara sín, Elisa, gera ein lítlan drong livandi aftur. — 1 Kongabók 17:17-24; 2 Kongabók 4:32-37.

Er tað ikki gott at vita, at Jehova er so góður við okkum? — Hann hugsar um okkum, tá vit eru livandi. Men um vit doyggja, so minnist hann eisini til okkara. Jesus segði, at tá Faðir hansara er góður við eitt menniskja, so er tað livandi fyri honum, sjálvt um tað doyr! (Lukas 20:38) Bíblian sigur, at ’hvørki deyði ella lív, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, skal fáa skilt okkum frá Guds kærleika’. — Rómbrævið 8:38, 39.

Meðan Jesus var á jørðini, vísti hann, at Jehova er góður við smá børn. Minnist tú ikki, at Jesus gav sær tíð at tosa við børnini um Gud? Men visti tú, at Gud eisini gav Jesusi kraft at reisa børn upp frá deyðum? — Nú skalt tú hoyra um ta ferðina, tá Jesus vakti eina 12 ára gamla gentu upp frá deyðum. Ein maður, sum æt Jairus, var pápi at gentuni.

Jairus og kona hansara búðu tætt við Galileavatnið. Tey áttu bara eitt barn, eina dóttur. Ein dagin bleiv dóttirin illa sjúk, og Jairus sá, at hon fór at doyggja. Hann kom at hugsa um Jesus, tí eftir sum hann hevði hoyrt, var Jesus ein undursamur maður, ið kundi gera sjúk fólk frísk. Jairus fór út at leita eftir Jesusi. Hann fann hann niðri við Galileavatnið, har hann lærdi fólk.

Jairus trokaði seg fram gjøgnum mannamúgvuna og fall niður fyri fótunum á Jesusi. Hann segði við Jesus: ’Lítla dóttir mín er illa sjúk. Kanst tú ikki koma og hjálpa henni?’ Jesus fór alt fyri eitt við Jairusi. Og mannamúgvan, sum var komin at síggja stóra Læraran, fór eisini við. Men tá tey høvdu gingið eina løtu, komu nøkur fólk úr húsinum  hjá Jairusi og søgdu við hann: ’Dóttir tín er deyð. Nú nýtist Læraranum ikki longur at koma.’

Hetta hoyrdi Jesus. Hann visti, hvussu ólukkuligur Jairus var um at missa einasta barnið hjá sær. Tí segði hann við hann: ’Ver ikki bangin. Tú skalt bara trúgva á Gud, so fær dóttir tín tað gott.’ So skundaðu teir sær víðari til húsini hjá Jairusi. Har vóru bæði skyldfólk og vinir savnað, og tey grótu. Tey vóru øll somul so kedd um at hava mist ta lítlu gentuna. Men Jesus segði við tey: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.“

Tá ið fólkini hoyrdu Jesus siga hetta, fóru tey at flenna. Gentan var deyð, tað vistu tey. Hví segði Jesus so, at hon svav? — Hvat heldur tú, hann ætlaði at læra fólkini? — Hann vildi fortelja teimum, at deyðin er sum ein fastur svøvnur. Og hann vildi læra tey, at hann við Guds kraft kundi vekja ein, sum var deyður, líka so lætt, sum vit kunnu vekja ein, ið bara svevur.

Jesus gav dóttur Jairus lívið aftur. Hvat læra vit av tí?

Nú læt Jesus øll fara út, uttan ápostlarnar Pætur, Jákup og Jóhannes og pápan og mammuna at gentuni. So fór hann inn í kamarið til gentuna. Hann tók í hondina á henni og segði: ’Lítla  genta, reis teg upp!’ Og alt fyri eitt reisti hon seg upp og fór at ganga! Mamman og Pápin vóru frá sær sjálvum av gleði. — Markus 5:21-24, 35-43; Lukas 8:40-42, 49-56.

Nú mugu vit hugsa eitt sindur. Tá Jesus fekk givið eini lítlari gentu lívið aftur, heldur tú so ikki, at hann fær gjørt tað sama við onnur? — Og heldur tú, at hann vil? — Tað vil hann. Jesus sigur sjálvur: ’Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd mína og koma fram.’ — Jóhannes 5:28, 29.

Heldur tú, at Jesus hevur hug til at reisa menniskju upp? — Eitt annað dømi í Bíbliuni hjálpir okkum at svara tí spurninginum. Nakað, sum hendi ein dagin tætt við býin Nain, vísir, hvussu Jesus hevur tað, tá hann sær fólk syrgja, tí tey hava mist ein, sum tey vóru góð við.

Nøkur fólk vóru farin at fylgja einum deyðum til gravar. Ein kona hevði mist sonin hjá sær. Frammanundan hevði hon longu mist mannin, og nú var einasta barnið hjá henni eisini deytt. Hon var heilt fyri ongum. Nógv av fólkunum í Nain vóru komin at fylgja tí deyða til gravar einastaðni uttan fyri býin. Mamman græt, og eingin var førur fyri at ugga hana.

Men júst henda sama dagin vóru Jesus og lærisveinar hansara á veg til býin Nain. Tætt við býarportrið møttu teir øllum líkfylginum, sum fór út at jarða sonin hjá einkjuni. Tá Jesus sá mammuna gráta, tykti honum hjartaliga synd í henni. Tað rørdi hann djúpt í hjartað at síggja, hvussu illa hon syrgdi. Hann vildi hjálpa.

Blídliga, men eisini so fastur á málinum, at hon lurtaði, segði hann: „Grát ikki!“ Hann gekk yvir at tí deyða, og øll hava nokk undrast á, hvat hann ætlaði. Hann segði: „Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!“ Og alt fyri eitt setti hin ungi maðurin seg upp og fór at tosa! — Lukas 7:11-17.

 Hvussu heldur tú, mamman nú hevði tað? Ja, hvussu hevði tú havt tað, um ein, sum tú vart góður við, doyði, og tú so fekst hann aftur? — Vísir hetta ikki, at Jesus veruliga er góður við menniskju, og at hann gjarna vil hjálpa teimum? — Hugsa tær, hvussu frálíkt tað verður í Guds nýggju verð, tá vit kunnu taka ímóti teimum deyðu, sum rísa upp! — 2 Pætur 3:13; Opinberingin 21:3, 4.

Jesus reisti einasta barnið hjá hesi konuni upp. Hvat læra vit av tí?

Nøkur av teimum, sum tá fáa lívið aftur, verða menniskju, sum vit sjálvi hava kent, eisini børn. Vit fara at kenna tey aftur, akkurát sum Jairus sjálvandi kendi dóttur sína aftur, tá Jesus reisti hana upp. Onnur eru menniskju, sum doyðu fyri fleiri hundrað ella fleiri túsund árum síðani. Gud hevur ikki gloymt tey, sjálvt um so nógv ár eru farin, síðani tey livdu.

Er tað ikki undursamt at vita sær, at Jehova Gud og sonurin, Jesus, eru so góðir við okkum? — Teir vilja ikki, at vit bert skulu liva nøkur fá ár. Teir vilja, at vit skulu liva í allar ævir!

Les meira um ta undursomu vónina fyri tey deyðu: Esaias 25:8; Ápostlasøgan 24:15 og 1 Korintbræv 15:20-22.