Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 24

Verð ikki ein tjóvur!

Verð ikki ein tjóvur!

HEVUR onkur nakrantíð stjolið frá tær? — Tað var einki stuttligt, var tað? — Ein, sum stjelur, rópa vit ein tjóv, og ongum dámar tjóvar. Men hvussu heldur tú, fólk blíva tjóvar? Heldur tú, nakar er føddur soleiðis? —

Vit hava akkurát lært, at øll menniskju eru fødd við synd. Tað merkir, at vit øll somul eru ófullkomin. Men eingin er føddur tjóvur. Ein tjóvur kann meir enn so koma úr eini góðari familju. Foreldur og systkin hansara kunnu vera ærlig. Men er hann sjálvur alt ov góður við pengar og alt, sum kann keypast fyri pengar, fer hann kanska at stjala.

Hvør, heldur tú, var fyrsti tjóvurin? — Hugsa teg nú væl um. Tað var ein, sum stóri Lærarin kendi, meðan hann var í himlinum. Hann var ein eingil. Men Gud skapti jú allar einglarnar fullkomnar, hvussu kundi ein eingil so blíva tjóvur? — Vit lærdu um tað í kapittul 8 her í bókini. Tað hendi, tí eingilin fór at ynskja sær nakað, sum hann ikki átti. Minnist tú, hvat tað var? —

Tá Gud hevði skapt fyrsta mannin og fyrstu kvinnuna, vildi eingilin hava tey at tilbiðja seg. Men hann átti ikki at verða tilbiðin. Bara Gud átti at verða tilbiðin. Tí kunnu vit siga, at hann stjól tilbiðingina frá Gudi! Eingilin fekk Ádam og Evu at tilbiðja seg, og soleiðis bleiv hann ein tjóvur. Hann bleiv til Satan Djevulin.

Hvussu verður eitt menniskja tjóvur? — Tað verður tjóvur, tí tað vil hava nakað, sum ein annan eigur. Eitt sovorðið ynski kann blíva so sterkt, at tað eisini fær góð menniskju at bera seg illa at. Summi  av teimum, sum blíva tjóvar, verða ongantíð góð aftur. Soleiðis var ein ápostul hjá Jesusi. Hann æt Judas Iskariot.

Judas visti væl, at hann ikki mátti stjala. Hann hevði nevniliga lært Guds lóg, síðan hann var heilt lítil. Hann visti, at Gud einaferð hevði talað úr himli við sítt fólk og sagt: „Tú mást ikki stjala.“ (2 Mósebók 20:15) Tá Judas varð vaksin, hitti hann stóra Læraran og gjørdist ein av hansara lærisveinum. Seinni valdi Jesus enntá Judas til at vera ein av teimum 12 ápostlunum.

Jesus og ápostlar hansara ferðaðust saman. Teir ótu eisini saman. Og allar pengarnar hjá sær goymdu teir í einum kassa. Jesus gav Judasi kassan, so hann kundi ansa eftir honum. Judas átti sjálvandi ikki pengarnar. Men hvat heldur tú, hann gjørdi, tá ein tíð var frá liðin? —

Hví stjól Judas?

Judas fór at taka pengar úr kassanum. Hann tók pengar, tá eingin annar sá tað, og hann hugsaði eisini um, hvussu hann kundi fáa uppaftur fleiri. So við og við hugsaði hann altíð um pengar. Nú skalt tú hoyra, hvat hansara skeivu ynski høvdu við sær. Hetta hendi nakrar fáar dagar áðrenn, stóri Lærarin varð dripin.

Maria, sum var systir Lazarus, einum vini hjá Jesusi, tók fína olju, sum var eitt ógvuliga dýrt luktilsi, og stoytti hana út yvir føturnar á Jesusi. Men Judas gramdi seg. Veitst tú hví? — Hann segði, at oljan kundi verið seld, og tey fátæku kundu fingið pengarnar. Men í veruleikanum ætlaði hann bara at fáa fleiri pengar í kassan, so hann kundi stjala teir. — Jóhannes 12:1-6.

Jesus bað Judas ikki vera illan við Mariu. Hon hevði verið gávumild. Men tað vildi Judas ikki hoyra talan um, so hann fór til teir prestarnar, sum vóru fíggindar hjá Jesusi. Teir ætlaðu at taka Jesus til fanga, men tað skuldi helst vera um náttina, meðan eingin sá.

 Nú segði Judas við prestarnar: ’Eg kann gott siga tykkum, hvar tit fáa fatur á Jesusi. Hvussu nógvar pengar geva tit mær fyri at siga tað?’

Prestarnir svaraðu: ’Tú skalt fáa tretivu silvurpengar.’ — Matteus 26:14-16.

Judas tók ímóti pengunum. Tað var tað sama sum at selja fíggindunum stóra Læraran! Var tað ikki ónt? — Men soleiðis kann endin vera, um onkur vil hava fleiri pengar og ger seg til tjóv. Hann elskar pengar meir, enn hann elskar menniskju, ja, og eisini meir enn hann elskar Gud.

Nú sigur tú kanska: ’Eg fari ongantíð at elska nakran ella nakað meir, enn eg elski Jehova Gud!’ Tað er gott, at tú hugsar soleiðis. Tá Jesus valdi Judas til ápostul, hugsaði Judas nokk eisini soleiðis. Og onnur, sum blivu tjóvar, hava hugsað tað sama. Eg skal fortelja tær um nøkur av teimum.

Hvørjar óndar hugsanir hava Akan og Dávid?

Ein av teimum var ein tænari hjá Gudi, og hann æt Akan. Hann livdi nógv áðrenn stóri Lærarin varð føddur. Einaferð sá Akan ein flottan kappa, eina gullstong og nakrar silvurpengar. Hann átti tað ikki. Bíblian sigur, at  Jehova átti tað, tí tað varð tikið frá nøkrum fíggindum, sum Guds fólk hevði. Men Akan vildi so gjarna hava tað, at hann stjól tað. — Josva 6:19; 7:11, 20-22.

Her kemur eitt annað dømi. Tað snýr seg um Dávid, sum Jehova einaferð fyri langt síðani setti til kong hjá Ísraels fólki. Ein dagin sá Dávid eina avbæra vakra kvinnu, sum æt Batseba. Hann bleiv við at hyggja at henni, og hann hevði góðan hug at taka hana við sær heim, so tey kundu vera saman. Men hon var longu gift; maður hennara æt Urias. Hvat skuldi Dávid nú gjørt? —

Dávid skuldi ikki hugsað meir um Batsebu. Men hann bleiv við, og til endans tók hann hana heim til sín. Og so syrgdi hann eisini fyri, at Urias varð dripin. Hvussu  kundi Dávid gera nakað, sum var so ónt? — Tí hann bleiv við at ynskja sær konuna hjá einum øðrum manni. — 2 Sámuel 11:2-27.

Hvat stjól Absalom?

Dávid angraði tað, sum hann hevði gjørt, og Jehova læt hann liva. Men frá tí degi fekk Dávid nógvar trupulleikar. Sonur hansara, Absalom, royndi at taka kongsvaldið frá honum. Hvørja ferð fólk komu at vitja Dávid, fór Absalom ímóti teimum, tók um tey og kysti tey. Bíblian sigur, at „Absalom stjól hjørtu Ísraelsmanna“. Hann fekk fólkið at ynskja sær hann til kong í staðin fyri Dávid. — 2 Sámuel 15:1-12.

Hevur tú nakrantíð ynskt tær nakað líka so nógv sum Akan, Dávid og Absalom gjørdu? — Um onkur annar eigur tað, mást tú ikki taka tað uttan at spyrja. Tað er at stjala. Minnist tú, hvat Satan, fyrsti tjóvurin, ynskti sær? — Hann ynskti sær, at menniskjuni tilbóðu hann í staðin fyri Gud. Og tá hann fekk Ádam og Evu at akta seg, var tað tjóvarí.

Tann, sum eigur nakað, kann eisini gera av, hvør ið sleppur at brúka tað. Kanska spælir tú av og á inni hjá øðrum børnum. Kanst tú so taka nakað hjá teimum við heim? — Tað kanst tú bara, um annað av foreldrunum í húsinum gevur tær loyvi. Tekur tú nakað við heim uttan at spyrja tey, stjelur tú.

Hví kunnu vit verða freistað at stjala? — Tí vit ynskja okkum nakað, sum ein annar eigur. Tað ber kanska væl til at taka tað, uttan at nakað menniskja sær. Men hvør sær alt? — Tað ger Jehova Gud. Og vit mugu minnast til, at Jehova hatar tjóvarí. Elska vit Gud og okkara næsta, hjálpir tað okkum til ongantíð at blíva tjóvar.

Bíblian sigur greitt, at tað er skeivt at stjala. Latið okkum lesa Markus 10:17-19; Rómbrævið 13:9 og Efesusbrævið 4:28.