Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 39

Gud gloymir ikki son sín

Gud gloymir ikki son sín

JESUS græt, tá Lazarus, vinur hansara, doyði. Hvussu heldur tú so, Jehova kendi tað, tá Jesus varð píndur, og tá hann doyði? — Bíblian vísir, at Gud kann syrgja og harmast um okkurt, sum hendir. — Sálmur 78:40, 41; Jóhannes 11:35.

Heldur tú ikki, tað hevur verið ringt hjá Jehova at síggja sín elskaða son doyggja? — Jesus var vísur í, at Jehova ikki fór at gloyma hann. Tí segði hann, beint áðrenn hann doyði: ’Faðir! Í tínar hendur gevi eg lív mítt.’ — Lukas 23:46.

Jesus ivaðist ikki í, at hann skuldi rísa upp aftur. Hann fór ikki at verða gloymdur í grøvini. Tá Jesus var risin upp, vísti Pætur ápostul til nakað, sum stóð í Bíbliuni um Jesus. Pætur segði: ’Hann varð ikki latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold hansara rot.’ (Ápostlasøgan 2:31; Sálmur 16:10) Nei, deyða likamið hjá Jesusi fekk ikki tíð at rotna, tað vil siga upploysast og lukta, í grøvini.

 Meðan Jesus livdi á jørðini, segði hann sjálvur við lærisveinarnar, at hann ikki skuldi vera deyður serliga leingi. Hann segði, at hann skuldi „verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin“. (Lukas 9:22) Lærisveinarnir skuldu altso ikki blíva bilsnir, um Jesus fekk lívið aftur. Blivu teir tað? — Ja, hoyr nú.

Klokkan er okkurt um trý seinnapartin fríggjadag, tá stóri Lærarin doyr á steyranum. Ein ríkur maður, sum eitur Jósef, er limur í Sanhedrininum, og hann trýr í loyndum á Jesus. Tá hann frættir, at Jesus er deyður, fer hann beint til Pilatus, mannin, sum stjórnar landinum fyri rómverjar. Hann biður um loyvi at taka Jesus niður av steyranum og jarða hann. Síðani ber hann líkið yvir í ein urtagarð, sum hevur eitt gravhelli at leggja deyð fólk í. Tá líkið er lagt inn í grøvina, verður ein stórur steinur rullaður fyri. So er grøvin afturlatin.

Nú er triði dagur, og tað er sunnudagur. Hetta er fyri sólarris, og enn er myrkt. Nakrir hermenn halda vakt við grøvina. Tað hava høvuðsprestarnir syrgt fyri. Veitst tú hví? —

Prestarnir hava eisini hoyrt, at Jesus hevur sagt, at hann skal rísa upp. Nú eru teir bangnir fyri, at lærisveinarnir skulu koma og stjala líkið og so bara siga, at Jesus er risin upp. Tí hava prestarnir sett vakt við grøvina. Men knappliga fer jørðin at ristast. Snarljós skyggja í myrkrinum. Tað er ein eingil hjá Jehova! Hermenninir fáa ikki rørt seg, so bangnir eru teir. Eingilin fer fram at grøvini og rullar steinin frá. Grøvin er tóm!

Hví er grøvin tóm? Hvat er hent?

Tað passar, sum Pætur ápostul seinni sigur: „Henda Jesus reisti Gud upp.“ (Ápostlasøgan 2:32) Gud hevur givið Jesusi lívið aftur, og hann hevur givið honum eitt likam sum tað, hann hevði, áðrenn hann kom niður á jørðina. Hann er risin upp sum ein andi. Tú veitst, einglarnir eru eisini andar. (1 Pætur 3:18) Hann er altso  ósjónligur, og skulu menniskju síggja hann, má hann vísa seg í einum menniskjalikami. Ger hann tað? — Latið okkum vita.

Nú er sólin komin undan, og hermenninir eru farnir. Maria Magdalena og nakrar aðrar kvinnur, sum eru lærisveinar hjá Jesusi, ætla sær yvir til grøvina at smyrja olju á líkið av Jesusi. Tær ganga og tosa um, hvør ið skal hjálpa teimum at rulla hin tunga steinin burtur frá grøvini. (Markus 16:3) Men tá tær koma fram, er steinurin longu rullaður frá. Og hvat er nú hatta — grøvin er tóm! Deyða likamið hjá Jesusi er horvið! Maria Magdalena skundar sær alt fyri eitt avstað at finna onkran av ápostlunum hjá Jesusi.

Hinar kvinnurnar verða verandi við grøvina. Tær undrast: ’Hvar kann líkið av Jesusi vera?’ Knappliga síggja tær tveir menn í skínandi klæðum. Tað eru einglar! Teir siga við kvinnurnar: ’Hví leita tit her eftir Jesusi? Hann er risin upp. Skundið tykkum avstað og sigið tað fyri lærisveinum hansara.’ Og tað er vist, at kvinnurnar skunda sær! Men á vegnum møta tær einum manni. Veitst tú, hvør tað er? —

Tað er Jesus, sum vísir seg fyri teimum í einum menniskjalikami! Hann biður tær eisini skunda sær at siga lærisveinunum frá. Kvinnurnar eru á gosi. Tær finna lærisveinarnar og siga: ’Jesus livir! Vit hava sæð hann!’ Maria hevur longu sagt fyri Pæturi og Jóhannesi, at grøvin er tóm. Nú fara teir sjálvir at vita eftir, sum tú sært her. Teir finna línklæðið, sum varð ballað um Jesus, men teir vita ikki, hvat teir skulu halda. Teir hava hug at trúgva, at Jesus er livandi aftur, men tað kann ikki bera til, ella kann tað?

Hvat munnu Pætur og Jóhannes hugsa?

Seinni henda sama sunnudagin vísir Jesus seg fyri tveimum av sínum lærisveinum. Teir ganga eftir vegnum til bygdina, ið eitur Emmaus. Jesus gongur undir liðini á teimum og tosar við teir, men teir kenna hann ikki aftur, tí hann vísir seg ikki í tí kroppinum,  sum hann hevði áður. Men so setur Jesus seg at eta við teimum og biður eina bøn — og nú kenna teir hann aftur! Teir verða so glaðir, at teir skunda sær allan vegin aftur til Jerúsalem at siga frá! Kanska er tað stutt eftir hetta, at Jesus vísir seg fyri Pæturi, so Pætur eisini kann síggja, at hann livir.

Seinni hetta sunnukvøldið eru fleiri lærisveinar komnir saman í einum rúmi. Hurðarnar eru stongdar. Men knappliga stendur Jesus inni í rúminum hjá teimum! Nú vita teir, at stóri Lærarin veruliga livir. Hugsa tær, hvussu glaðir teir eru! — Matteus 28:1-15: Lukas 24:1-49; Jóhannes 19:38–20:21.

 Í 40 dagar vísir Jesus seg í ymiskum menniskjalikamum fyri at vísa lærisveinum sínum, at hann livir. So fer hann burtur av jørðini og verður tikin upp til Faðir sín í himli. (Ápostlasøgan 1:9-11) Skjótt fara lærisveinarnir at fortelja øllum, at Gud hevur reist Jesus upp frá hinum deyðu. Teir blíva við at boða, eisini hóast prestarnir sláa teir og fáa nakrar av teimum dripnar. Teir vita, at um teir doyggja, so fer Gud at minnast teir, akkurát sum hann mintist son sín.

Hvat hugsa nógv um ta tíðina á árinum, tá Jesus reis upp? Hvussu við tær?

Ja, teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi vóru nógv øðrvísi enn nógv fólk nú á døgum! Ta tíðina á árinum tá Jesus doyði og reis upp aftur, hugsa nógv bara um páskaregg, páskaharur og sovorðið. Men Bíblian sigur yvirhøvur einki um páskaregg ella páskaharur. Hon sigur, at vit skulu tæna Gudi.

Vit kunnu gera sum lærisveinarnir hjá Jesusi og fortelja fólki, at Gud hevur gjørt nakað heilt ótrúligt: Hann hevur reist son sín upp frá hinum deyðu. Okkum nýtist ongantíð at vera bangin, heldur ikki um onkur hóttir við at drepa okkum. Doyggja vit, so fer Jehova at minnast okkum og reisa okkum upp, líkasum sum hann reisti Jesus upp.

Er tað ikki gott at vita, at Gud ongantíð gloymir tey, sum tæna honum, og at hann einaferð fer at geva teimum lívið aftur? — Tá vit vita tað, fáa vit ivaleyst hug at finna út av, hvussu vit kunnu gleða Jehova. Veitst tú, hvat vit kunnu gera? — Tað skalt tú hoyra um í næsta kapitli.

Um vit líta á, at Jesus reis upp frá hinum deyðu, fáa vit sterka trúgv og trygga vón. Les Ápostlasøguna 2:22-36; 4:18-20 og 1 Korintbræv 15:3-8, 20-23.