Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tað sum børn mugu fáa frá foreldrum sínum

Tað sum børn mugu fáa frá foreldrum sínum

ØLL, sum seta eitt barn í heimin, eru knappliga mitt í einari tilgongd, sum einki menniskja fatar til fulnar. Maður og kvinna koma bæði við einum parti av sær sjálvum, og úrslitið verður eitt livandi menniskja, ein spildurnýggj sjálvstøðug vera. Tað er væl skiljandi, at nógv halda barnsburðin vera eitt satt undur.

Fyri pápan og mammuna er hetta samstundis ein stór, nýggj uppgáva at fara undir. Í fyrstani hava tey einamest tann einfalda kropsliga tørvin hjá barninum at hugsa um. Men so við og við tørvar barninum annað og meir. Skal tað menna seg sálarliga, kensluliga, siðiliga og andaliga, má tað fáa hjálp.

Kærleikin frá foreldrunum er størsta fortreytin fyri, at barnið mennist, sum tað eigur. Hóast tað er av stórum týdningi, at barnið ofta hoyrir foreldur síni siga, at tey elska tað, mugu tey eisini vísa tað í verki. Børnum tørvar foreldrini sum góðar fyrimyndir. Tey hava tørv á meginreglum, einum morali, at ganga eftir. Og henda tørvin hava tey longu á fyrstu árum. Kemur vegleiðingin ov seint, kann tað fáa syndarligar avleiðingar, sum vit tíverri síggja nógv dømi um.

Besta vegleiðingin yvirhøvur er tann, sum stendur at lesa í Bíbliuni. At brúka Bíbliuna sum støði í undirvísingini hevur heilt serligar fyrimunir við sær. Tá undirvísingin er grundað á Bíbliuna, skilja børnini, at tað, sum tey læra, ikki er úrslit av menniskjans hugsanum, men stavar frá Skaparanum sjálvum, Faðir teirra í himli. Soleiðis fær vegleiðingini ein myndugleika, sum ikki fæst aðrastaðni.

Bíblian eggjar foreldrum til at prenta rættar meginreglur inn í børnini. Tá børnini verða eldri, halda foreldur tað ofta vera torført at tosa við tey um mál, sum eru av størsta týdningi. Vit vóna, at henda bókin, Lurtið eftir stóra Læraranum, kann gera sítt til, at tann støðan ikki tekur seg upp. Hon gevur tykkum foreldrum andaligt tilfar at lesa við børnunum. Men tað er ikki alt; honn er ætlað sum ein hjálp til at fáa samtalur í lag millum børnini og tykkum, sum lesa fyri teimum.

Sum tit ivaleyst hava lagt til merkis, leggur hon upp til, at børnini skulu siga nakað. Spurningar standa nógvastaðni í tekstinum. Tankastrikan (—), sum stendur eftir spurningarnar, gevur upplesaranum høvi at steðga á og lata barnið koma til orða. Børnum dámar at vera við í tí, sum fer fram. Sleppa tey ikki framat, missa tey skjótt áhugan.

Uppaftur størri týdning hevur tað tó, at spurningarnir kunnu hjálpa tær at fáa innlit í tað, sum gongur fyri seg í huganum á tínum børnum. Tað kann væl vera, at børnini ikki svara heilt rætt. Men teksturin, sum kemur eftir spurningarnar, lærir tey at hugsa sunt og rætt.

Eitt annað, sum sermerkir bókina, eru tær meiri enn 230 myndirnar. Til flestu myndirnar eru tekstir við spurningum, sum geva børnunum høvi at svara eftir tí, sum tey síggja, og tí, sum tey hava hoyrt. Kannið myndirnar saman við børnunum. Tað er ein týðandi partur av undirvísingini, og tað styrkir innlæringina.

Tá ið børnini hava lært at lesa, kanst tú bæði lata tey lesa bókina sjálvi og biðja tey lesa upp úr henni fyri tær. Jú meiri tey lesa í bókini, tess betur prenta tey góðu ráðini seg í sinnið og hjartað á teimum. Men fram um alt mugu tit lesa hana saman og gera tað regluliga. Tað styrkir kærleikan og virðingina millum teg og børn tíni.

Nú á døgum hoyra børn nógv meiri um síðloysi, spiritismu og annað niðurbrótandi, enn nakar hevði hugsað sær fyri bert fáum árum síðani. Teimum tørvar eina verju ímóti øllum hesum. Tað er henda bókin við til at geva teimum, tí hon tekur viðbrekin evni upp til eina beinleiðis og virðiliga umrøðu. Fram um alt hava børn kortini tørv á at verða leidd til Hann, sum er keldan at øllum vísdómi, himmalska Faðir okkara, Jehova Gud. Tað var hetta, Jesus, stóri Lærarin altíð gjørdi. Hjartans vón okkara er, at henda bókin kann hjálpa bæði tær og familju tíni at laga lívið soleiðis, at tað verður tykkum til æviga signing og Jehova til gleði.