Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 4

Gud hevur eitt navn

Gud hevur eitt navn

TÁ TÚ fert at tosa við ein, sum tú ikki kennir, hvat er so ofta tað fyrsta, tú sigur? — Tú spyrt: „Hvussu eitur tú?“ Og so fært tú navnið at vita. Øll hava eitt navn. Gud gav fyrsta manninum á jørðini navnið Ádam, og kona hansara fekk navnið Eva.

Men tað eru ikki bara fólk, ið hava navn. Eigur tú eitt kelidýr? Ella kanska eitt spælidýr ella eina dukku? Tá onkur gevur tær eina dukku ella eitt kelidýr, gevur tú tí eitt navn, gert tú ikki? — Tað hevur stóran týdning at hava eitt navn.

Royn okkurt kvøldið at hyggja at øllum teimum nógvu stjørnunum. Heldur tú, tær hava hvør sítt navn? — Tað hava tær. Gud hevur givið hvørjari einastu stjørnu navn. Bíblian sigur: „Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.“ — Sálmur 147:4.

Visti tú, at allar stjørnurnar hava hvør sítt navn?

Hvør, heldur tú, er størsti og týdningarmesti persónurin í allari verðini? — Ja, tað er Gud. Man hann eisini hava eitt navn? — Tað sigur Jesus, at hann hevur. Einaferð tá Jesus bað til Gud, segði hann: ’Eg havi sagt mínum lærisveinum frá navni tínum.’ (Jóhannes 17:26) Veitst tú, hvat tað er fyri eitt navn? — Gud hevur sjálvur fortalt okkum tað. Hann sigur: „Eg eri [Jehova], tað er navn Mítt.“ Guds navn er altso JEHOVA. — Esaias 42:8.

Hvussu dámar tær, at onnur minnast, hvussu tú eitur? — Tú verður glaður, verður tú ikki? — Jehova vil eisini fegin hava okkum at minnast, hvussu hann eitur. Tí eiga vit at brúka navnið Jehova, tá vit tosa um Gud. Stóri Lærarin brúkti Guds navn, Jehova, tá hann  tosaði við fólk. Einaferð segði Jesus: „Tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum.“ — Markus 12:30.

Jesus visti sjálvandi gott, hvussu stóran týdning navnið Jehova hevur. Tí lærdi hann lærisveinar sínar at brúka tað. Hann lærdi teir at brúka navnið, tá teir bóðu til Gud. Hann visti, at Gud vil, at øll menniskju skulu kenna hansara navn, Jehova.

Einaferð vildi Gud vísa einum manni, sum æt Móses, hvussu stóran týdning hansara navn, Jehova, hevði. Móses hoyrdi til fólkið, ið æt Ísrael; vit rópa teir ísraelsmenn. Einaferð búðu teir í Egyptalandi. Fólkini har eita egyptar. Egyptarnir noyddu ísraelsmenn at arbeiða sum trælir hjá sær og vóru øgiliga óreinir við teir. Tá Móses varð vaksin, royndi hann einaferð at hjálpa einum av landsmonnum sínum. Kongurin í Egyptalandi, sum æt Farao, varð í øðini um tað og royndi at drepa Móses. So rýmdi Móses úr Egyptalandi.

Hann kom til eitt land, sum æt Midjan. Har varð hann giftur og fekk  tveir synir. Hann arbeiddi eisini sum seyðamaður ella hirði, sum tað eitur. Ein dagin, tá ið Móses hevði rikið seyðin tætt upp at einum fjalli, sá hann nakað heilt løgið. Eldur var í einum tornarunni, men runnurin brendist ikki upp! Móses vildi vita, hvussu tað bar til og fór yvir til runnin at hyggja.

Og veitst tú, hvat hendi? — Móses hoyrdi eina rødd rópa úr miðjuni á tí brennandi tornarunninum. „Móses! Móses!“ rópti røddin. Hvør mundi tað vera, sum rópti? — Tað var Gud sjálvur. Gud hevði nevniliga eitt stórt arbeiði, sum Móses skuldi gera fyri hann. Gud segði: ’Eg ætli mær at senda teg til Farao, kongin í Egyptalandi, og tú skalt leiða fólk mítt, ísraelsmenn, út úr Egyptalandi.’ Og Gud lovaði, at hann skuldi hjálpa Mósesi við tí.

Hvat serligt lærdi Móses tætt við hin brennandi tornarunnin?

Men Móses svaraði: ’Latið okkum siga, at eg komi til ísraelsmenn í Egyptalandi og sigi, at Gud hevur sent meg, og teir so spyrja meg, hvussu hann eitur — hvat skal eg so svara?’ Gud bað Móses siga við ísraelsmenn: ’Jehova hevur sent meg til tykkara. Hann segði: „Jehova er navn mítt til ævigar tíðir.“’ (2 Mósebók 3:1-15) Hetta  vísir, at Gud ætlaði sær altíð at hava navnið Jehova. Hann fór ongantíð at broyta tað. Hann vildi vera kendur undir navni sínum, Jehova, í allar ævir.

Hvussu gjørdi Gud navnið hjá sær kent við Reyðahavið?

Tá Móses kom aftur til Egyptaland, hildu egyptarnir, at Jehova bara var onkur lítil gudur hjá ísraelsmonnum. Teir hildu ikki, at hann var Gud á allari jørðini. Tí segði Jehova við kongin í Egyptalandi: ’Eg fari at gera navn mítt kent á allari jørðini.’ (2 Mósebók 9:16) Og tað gjørdi hann so sanniliga. Veitst tú, hvussu hann gjørdi tað? —

Jú, lurta nú. Hann fekk Móses at leiða ísraelsmenn út úr Egyptalandi. Tá teir komu til Reyðahavið, skilti Jehova vatnið í havinum sundur, so teir kundu ganga allan vegin yvirum á turrum! Men tá ið Farao og hansara hermenn vóru komnir út á tann turra havbotnin, fossaði vatnið, sum hevði verið hildið aftur báðumegin, niður yvir egyptarnar, so allir druknaðu.

Skjótt frættu fólk allastaðni á jørðini um, hvat Jehova hevði gjørt við Reyðahavið. Hvussu kunnu vit vita, at tey frættu tað? — Jú, okkurt um 40 ár seinni komu ísraelsmenn til landið, sum Jehova hevði givið teimum; tað æt Kána’an. Har hittu tveir  ísraelsmenn ta ungu kvinnuna, Rahab, og hon segði við teir: „Vit hava frætt, hvussu [Jehova] turkaði upp vatnið í Reyðahavi fyri tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi.“ — Josva 2:10.

Nú á døgum eru nógv fólk akkurát sum egyptarnir. Tey trúgva ikki, at Jehova er Gud á allari jørðini. Tí vil Jehova hava tænarar sínar at fortelja øllum um hann. Tað gjørdi Jesus. Og tá tað leið ímóti endanum á lívi hansara á jørðini, segði hann við Jehova í eini bøn: „Eg havi kunngjørt teimum navn Títt.“ — Jóhannes 17:26.

Jesus kunngjørdi Guds navn. Dugir tú at finna Guds navn í Bíbliuni?

 Vilt tú vera sum Jesus? So kanst tú fortelja øðrum, at Gud eitur Jehova. Kanska finnur tú út av, at nógv ikki vita av tí. Veitst tú hví? Jú, fyri heilt nógvum árum síðani hildu nøkur tað vera skeivt at siga navnið Jehova, sjálvt um tað var Jehova sjálvur, sum hevði biðið tey gera tað. Tey fóru at siga Harrin í staðin fyri. Tey strikaðu eisini Guds navn Jehova úr Bíbliuni og skrivaðu heldur HARRIN. Hetta sært tú nógvastaðni í Bíbliuni hjá tær, og nú veitst tú, at har av røttum eigur at standa Jehova. Latið okkum beinanvegin taka Bíbliuna og saman finna Sálm 83:19. Her stendur: „Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini.“

Hvat læra vit av hesum? — Jú, vit læra, at Jehova er navnið á hinum Hægsta, hinum alvalda Gudi, honum, ið er Faðir at Jesusi, og sum hevur skapt alt. Tí er Jehova týdningarmesta navnið av øllum. Og minst til! Jesus segði, at vit skuldu elska Jehova Gud av øllum hjarta okkara. Elskar tú eisini Jehova? —

Hvussu vísa vit, at vit elska Jehova? — Til dømis við at læra hann at kenna, so hann blívur vinur okkara. Ella við at fortelja øðrum, hvussu hann eitur. Vit kunnu vísa teimum úr Bíbliuni, at hann eitur Jehova. Vit kunnu eisini fortelja fólki um alt tað undurfulla, sum Jehova hevur skapt, og alt tað góða, hann hevur gjørt. Tað ger Jehova glaðan, tí hann vil fegin hava, at fólk fáa nakað at vita um hann. Har kunnu vit gera nakað, heldur tú ikki? —

Men summi hava ikki hug at lurta, tá vit tosa um Jehova. Nógv tímdu heldur ikki at lurta, tá Jesus, stóri Lærarin, fortaldi um hann. Men Jesus helt ikki uppat fyri tað.

Vit vilja fegin vera sum Jesus. Latið okkum blíva við at tosa um Jehova. Tað gleðir Jehova, tí tá sær hann, at vit elska hansara navn.

Latið okkum saman lesa nøkur skriftstøð aftrat, sum vísa, hvussu stóra týdning Guds navn hevur: Esaias 12:4, 5; Matteus 6:9; Jóhannes 17:6; og Rómbrævið 10:13.