Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 7

At akta verjir teg

At akta verjir teg

HEVÐI tú viljað sloppið at gjørt alt, sum tú hevur hug til? Vildi tú viðhvørt ynskt, at eingin nakrantíð segði, hvat tú skalt gera? Sig tað bara!

Hví kunnu vit læra av teimum, sum eru eldri enn vit?

Men hvat er so best? Bara at gera alt, sum tú hevur hug til? Ella gongur tað kanska betur, tá tú gert, sum pápi tín og mamma tín siga? — Gud sigur, at tú skalt akta pápa tín og mammu tína, og tá hann sigur tað, má tað vera av góðari grund. Latið okkum vita, um vit duga at finna ta grundina.

Hvussu nógv ár ert tú? — Veitst tú, hvussu nógv ár pápi tín er? — Hvussu gomul er mamma tín, omma tín og abbi tín? — Tey hava livað nógv longur enn tú. Og jú longur vit hava livað, tess longri tíð hava vit havt at læra alt møguligt. Vit hava hoyrt meir, sæð meir og roynt bæði eitt og annað. Tí kunnu tey, sum ikki eru so gomul, læra av teimum, sum eru eldri.

Kennir tú onkran, sum er yngri enn tú? — Veitst tú meir enn hann ella hon? — Hvussu ber tað til? — Ja, tað er tí, tú hevur livað longur. Tú hevur havt longri tíð at læra alt møguligt enn tey, sum eru yngri.

 Men hvør hevur livað longur enn tú og eg og øll onnur menniskju? — Jehova Gud. Hann veit meir enn bæði tú og eg. So tá hann biður okkum gera nakað, kunnu vit vera vís í, at tað er tað besta, sjálvt um tað kanska er ringt at gera. Visti tú, at stóri Lærarin eisini einaferð helt tað vera ringt at akta? —

Einaferð bað Gud Jesus gera nakað, sum var ógvuliga ringt hjá honum. Jesus segði tað við Gud í einari bøn, sum vit síggja her. Hann bað: „Hevði tú viljað tikið henda kalik frá Mær!“ Av hesum síggja vit, at tað ikki altíð var lætt hjá honum at gera Guds vilja. Men hvat segði Jesus seinast í bønini hjá sær? Veitst tú? —

Hvat læra vit av bønini, sum Jesus bað til Gud?

Tað seinasta, hann segði við Gud, var: „Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“ (Lukas 22:41, 42) Ja, hann vildi, at alt skuldi verða eftir Guds vilja, ikki hansara egna. Og so gjørdi hann tað, sum var Guds vilji.

Hvat læra vit av hesum? — Vit læra, at tað altíð er rætt at gera, sum Gud sigur, eisini tá tað ikki er so lætt. Men vit læra eisini nakað annað. Veitst tú, hvat tað er? — Jú, vit læra, at Gud og Jesus ikki eru hin sami. Tað siga nøkur annars. Men Jehova Gud er eldri enn sonurin Jesus, og hann veit meiri enn hann.

Tá vit akta Gud, vísa vit, at vit elska hann. Bíblian sigur: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara.“ (1 Jóhannes 5:3) Sum tú sært, mugu vit øll akta Gud. Tað vilt tú eisini, vilt tú ikki? —

Latið okkum taka Bíbliuna fram og vita, hvat Gud sigur, at børn skulu gera. Vit skulu lesa tað, sum stendur í Efesusbrævinum,  kapittul 6, ørindini 1 til 3. Har stendur: „Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt! ’Ær Faðir tín og móður tína’ — hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: — ’fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!’“

Sum tú sært, er tað Jehova Gud sjálvur, sum sigur, at tú skalt akta pápa tín og mammu tína. Hvat vil tað siga at ’æra tey’, sum vit lósu? Tað er at virða tey. Og Gud lovar, at tá tú aktar foreldrini hjá tær, fer ’tær at gangast væl’.

Nú skal eg fortelja tær um nøkur fólk, sum bjargaðu lívinum, tí tey aktaðu. Tey búðu fyri nógvum árum síðani í stóra býnum, Jerúsalem. Tey flestu fólkini í býnum lurtaðu ikki eftir Gudi. Tí ávaraði Jesus tey og segði, at Gud fór at syrgja fyri, at býurin hjá teimum varð lagdur í oyði. Men Jesus segði eisini, at tey kundu bjarga lívinum, um tey bóru seg rætt at. Hann segði: ’Tá ið tit síggja Jerúsalem kringsett av herliðum, so vita tit, at oyðingin er nær. Tá er tíð at fara úr Jerúsalem og flýggja niðan í fjøllini.’ — Lukas 21:20-22.

Hvussu vórðu hesi fólkini bjargað, tí tey aktaðu Jesus?

Og alt hendi, sum Jesus segði. Úr Róm komu hermenn at leypa á Jerúsalem, og teir settu tjøld upp allan vegin rundan um býin. Men knappliga, av einari ella aðrari orsøk, fóru hermenninir avstað aftur. Nú hildu tey flestu, at vandin var av, so tey vórðu bara verandi í býnum. Men hvat hevði Jesus sagt, at tey skuldu gera? — Hvat hevði tú gjørt, um tú búði í Jerúsalem? — Tey, sum veruliga trúðu Jesusi, fóru heimanífrá og flýddu niðan í fjøllini, langt burtur frá Jerúsalem.

Eitt heilt ár gekk, og einki hendi í Jerúsalem. Annað árið hendi einki. Og triðja árið hendi heldur einki. Nú hildu fólk kanska, at tey, sum rýmdu úr Jerúsalem, bóru seg tápuliga at. Men fjórða árið — tá komu rómversku hermenninir aftur! Og  aftur reistu teir tjøldini hjá sær sum ein ring rundan um Jerúsalem. Nú var ov seint at flýggja. Og hesa ferð oyðiløgdu hermenninir allan býin. Næstan øll í býnum doyðu; tey, sum vóru eftir, tóku teir til fanga og fluttu burtur.

Men hvat hendi teimum, sum aktaðu Jesus? — Tey vóru bjargað. Tey vóru langt burtur frá Jerúsalem. Tí hendi teimum einki. Tey aktaðu, og tað bjargaði teimum.

Kanst tú eisini verða vardur, um tú aktar? — Foreldrini hjá tær siga kanska, at tú ikki mást spæla úti á vegnum. Hví siga tey tað? — Tey siga tað, tí tú kanst verða yvirkoyrdur. Men onkran dagin hugsar tú kanska sum so: „Her eru eingir bilar. Einki hendir. Hini børnini spæla á vegnum, og tey eru ikki yvirkoyrd.“

Hví skulu vit akta, sjálvt um eingin vandi er at síggja?

 Soleiðis hugsaðu tey flestu fólkini í Jerúsalem. Tá rómversku hermenninir vóru farnir avstað, sá alt friðarligt út. Nógv onnur vórðu í býnum, hví skuldu tey ikki eisini verða verandi? Tey vóru ávarað, men tey lurtaðu ikki eftir. Og so doyðu tey.

Latið okkum taka eitt annað dømi. Hevur tú nakrantíð spælt við svávulpinnar? — Tú heldur kanska, tað er stuttligt at hyggja at eldinum, tá tú strýkur ein svávulpinn. Men at spæla við svávulpinnar kann vera sera vandamikið. Eldur kundi komið í øll húsini, og tú kundi doyð!

Tað er ikki nokk bara at akta viðhvørt. Ert tú altíð lýðin, kann tað veruliga verja teg. Og hvør er tað, ið sigur „Tit børn! Aktið foreldur tykkara“? — Tað er Gud. Og minst til: Hann sigur tað, tí hann er góður við teg.

Les hesi skriftstøðini, sum vísa, hvussu stóran týdning tað hevur at akta: Orðtøkini 23:22; Prædikarin 12:13; Esaias 48:17, 18 og Kolossebrævið 3:20.