Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 21

Er tað skeivt at reypa?

Er tað skeivt at reypa?

HVAT er at reypa? Veitst tú? — Jú, her er eitt dømi. Hevur tú onkuntíð gjørt nakað, sum tú ikki dugdi so væl? Hoppað í bandi kanska ella sparkað fótbólt? Tá kann onkur, sum sær tað, finna uppá at siga: „Ha! Eg dugi nógv betur enn tú!“ — Og tað er at reypa.

Dámar tær, at onnur reypa fyri tær? — Nei, ha? Heldur tú so, øðrum dámar, at tú reypar fyri teimum? — Nei, tað er einki stuttligt, tá onnur siga ’Eg dugi betur enn tú’, er tað? — Heldur tú, Jehova dámar, at vit gera tað?

Stóri Lærarin kendi nøkur, sum hildu seg vera betri enn onnur. Tey róstu sær sjálvum, og tey hildu lítið um onnur. Ein dagin fór Jesus so at fortelja teimum eina søgu, sum vísti, hvussu skeivt tað er at reypa. Nú skalt tú hoyra.

Søgan er um ein fariseara og ein tollara. Farisearar vóru menn, sum lærdu onnur Lógina. Teir bóru seg ofta at, sum vóru teir meiri heilagir og rættvísir enn onnur fólk. Farisearin í søguni, sum Jesus fortaldi, fór niðan í templið í Jerúsalem at biðja til Gud.

Hví dámdi Gudi tollaran, men ikki farisearan?

Men ein tollari fór eisini niðan í templið at biðja, segði Jesus. Tollarar vóru ikki væl dámdir. Tey flestu hildu, at teir altíð royndu at lumpa pengar frá fólki. Og tað passar, at tollarar ikki altíð vóru ærligir.

Í templinum fór farisearin at biðja til Gud soleiðis: ’Á Gud! Eg takki tær, at eg ikki eri ein syndari sum onnur fólk! Eg lumpi ikki  pengar frá øðrum, og eg geri heldur einki annað skeivt. Eg eri, ið hvussu er, ikki sum hasin tollarin. Nei, eg eri rættvísur. Tvær ferðir um vikuna eti eg einki, so eg fái tíð at hugsa meira um teg. Og eg gevi ein tíggjundapart av øllum, sum eg fái, til templið.’ Tað er einki at ivast í, at farisearin helt seg vera betri enn hini, ha? — Og tað fortaldi hann eisini Gudi.

Men tollarin var heilt øðrvísi. Hann tordi ikki so mikið sum at lyfta eygu síni upp móti himli, meðan hann bað. Hann stóð langt burturfrá og bað við boygdum høvdi. Hann var so forharmaður um syndir sínar, at hann sló seg fyri bróstið av sorg. Hann royndi ikki at siga Gudi, hvussu góður hann var. Nei, hann segði: ’Gud! Eg eri ein syndari, ver góður við meg!’

Hvønn av hesum báðum monnunum, heldur tú, Gudi dámdi? Dámdi honum farisearan, sum helt seg vera so góðan? Ella dámdi honum tollaran, sum var so keddur, tí hann hevði syndað? —

Jesus segði, at Gudi dámdi tollaran. Hví tað? Jú, Jesus greiddi soleiðis frá: „Ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“ — Lukas 18:9-14.

Hvat ætlaði Jesus at læra okkum við hesi søguni? — Hann ætlaði at læra okkum, at vit ikki skulu halda okkum vera betri enn onnur. Kanska siga vit  ikki, at vit eru betri. Men vit kunnu bera okkum at, so tað kortini sæst, at vit meina tað. Nógv av okkum hava helst onkuntíð borið okkum soleiðis at, heldur tú ikki? — Nú skalt tú hoyra, hvat Pætur ápostul einaferð gjørdi.

Jesus hevði akkurát sagt við ápostlarnar hjá sær, at tá fíggindarnir komu at taka hann, fóru teir allir at rýma frá honum. So reypaði Pætur: ’Allir hinir rýma kanska, men ikki eg!’ Men har fór Pætur skeivur. Hann var ov sjálvsikkur, tí tá samanum kom, rýmdi hann frá Jesusi. Men hann kom aftur. Tað kunnu vit lesa um í kapittul 30 her í bókini. — Matteus 26:31-33.

Latið okkum taka eitt dømi úr okkara tíð. Vit siga, at tú ert í skúla, og at ein av lærarunum spyr teg og ein annan næming nakrar spurningar. Tú dugir alt fyri eitt at svara, men tað dugir hin næmingurin ikki. Tað er sjálvandi gott at duga at svara. Men skalt tú halda teg vera betri enn hin, bara tí hann ikki dugdi at svara? — Ella skulu vit gera okkum upp, við at siga okkurt ljótt um ein annan? —

Tað gjørdi farisearin. Hann reypaði av, at hann var betri enn tollarin. Men tað var skeivt, segði stóri Lærarin. Tað kann vera, at ein dugir okkurt betur enn ein annar. Men fyri tað er hann ikki eitt betri menniskja enn hin.

Verður tú eitt betri menniskja enn onnur, bara tí tú veitst meiri?

Tá ið vit vita meiri enn onnur, skulu vit so reypa av tí? — Minst til, hvør ið gav okkum høvdið og heilan, sum vit brúka at minnast við. Var tað vit sjálvi? — Nei, tað var Gud. Og meginpartin av tí, sum vit vita, er nakað, sum onnur hava lært okkum. Vit hava kanska lisið tað í eini bók. Ella onkur hevur sagt okkum tað. Og sjálvt um vit einsamøll hava roknað tað út, hvussu hava vit so borið okkum at? — Vit hava brúkt tann heilan, sum Gud gav okkum.

 Tá onkur ger sær nógvan ómak, eiga vit at rósa honum. Sig, at tær dámar tað, sum hann ger. Kanska kanst tú eisini hjálpa honum at gera tað uppaftur betri. Tað hevði tú fegin viljað, at onnur gjørdu fyri teg, hevði tú ikki? —

Hví skulu vit ikki rósa okkum sjálvum, um vit hava fleiri musklar enn onkur annar?

Summi eru til dømis sterkari enn onnur. Kanska ert tú sterkari enn systkinini hjá tær. Men skalt tú so reypa av tí? — Nei. Tá vit verða stór og sterk, er tað millum annað, tí vit fáa mat at eta. Og Gud gevur jú regn og sól, so alt kann vaksa, og vit kunnu fáa nakað at eta, heldur tú ikki? — Í veruleikanum skulu vit takka Gudi fyri, at vit verða stór og sterk. — Ápostlasøgan 14:16, 17.

Ongum av okkum dámar at hoyra onnur reypa, heldur tú? — Latið okkum minnast tað, sum Jesus segði: „Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.“ Gera vit tað, koma vit ongantíð at líkjast farisearanum í søguni, sum stóri Lærarin fortaldi. — Lukas 6:31.

 Einaferð segði ein, at Jesus var góður. Hvussu svaraði Jesus? Segði hann: ’Ja, tað eri eg’? — Nei, hann segði: „Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.“ (Markus 10:18) Stóri Lærarin rósti ongantíð sær sjálvum, og hann var enntá fullkomin. Í staðin fyri at rósa sær sjálvum, rósti hann Faðir sínum, Jehova.

Kunnu vit eisini tað? — Ja, í staðin fyri at reypa og rósa okkum sjálvum, kunnu vit rósa Skapara okkara, Jehova Gudi. Tá vit síggja okkurt vakurt, sum til dømis eitt sólsetur ella okkurt annað av øllum tí frálíka, sum Gud hevur skapt, kunnu vit siga við onnur: ’Hetta er nakað av tí undurfulla, sum Gud okkara, Jehova, hevur skapt!’ Latið okkum altíð vera klár at siga frá øllum tí góða, sum Jehova longu hevur gjørt, og øllum tí, sum hann skjótt fer at gera.

Hvørjum rósar hesin drongurin?

Kom og vita, hvat Bíblian sigur um at reypa ella rósa sær sjálvum, so vit kunnu læra at lata vera við tí: Orðtøkini 16:5, 18; Jeremias 9:23, 24; 1 Korintbræv 4:7; 13:4.