Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 17

Hvat ger okkum lukkulig?

Hvat ger okkum lukkulig?

Hví er Jehova ’hin lukkuligi Gud’?

VIT vilja øll vera lukkulig, heldur tú ikki? — Veitst tú, hví so nógv menniskju ikki eru tað? — Tað er tí, tey ikki hava lært eitt loyndarmál. Tey halda, at vit verða lukkulig, bara vit eiga eina rúgvu av øllum møguligum. Tá ið tey fáa okkurt, eru tey kanska glað, men ikki serliga leingi.

Nú skalt tú hoyra loyndarmálið. Tað er nakað, sum stóri Lærarin segði: ’Lukkuligari er at geva enn at fáa.’ (Ápostlasøgan 20:35) Hvat er tað so, sum ger okkum lukkulig? — Ja, at geva øðrum nakað og at gera nakað fyri onnur. Visti tú tað? —

Nú mugu vit hugsa eitt sindur. Segði Jesus, at vit ikki verða lukkulig, um vit fáa eina gávu? — Nei, tað segði hann ikki. Dámar tær ikki væl at fáa gávur? — Jú, tað dámar øllum. Tá onnur geva okkum nakað, sum okkum dámar, verða vit glað.

 Men tað, sum Jesus segði, var, at tað er lukkuligari at geva. Og hvør, heldur tú, hevur givið okkum meiri enn nakar annar? — Púra beint, tað hevur Jehova Gud.

Bíblian sigur, at Gud gevur menniskjum „lív og anda og alt“. Hann gevur eisini sól og regn, so planturnar kunnu vaksa, og vit kunnu fáa nakað at eta. (Ápostlasøgan 14:17; 17:25) Tað er einki løgið, at Bíblian nevnir Jehova ’hin lukkuliga Gud’! (1 Timoteus 1:11) At Gud hevur givið so nógv, er nakað av tí, sum ger hann lukkuligan. Og tá vit geva, verða vit eisini glað.

Hvat kann gera teg glaðari enn at eta allar smákøkurnar sjálvur?

Men hava vit nakað at geva øðrum? Hvat heldur tú? — Ein gáva kostar jú ofta pengar. Er hon úr einum handli, skulu vit gjalda fyri hana. Ætlar tú at geva eina sovorðna gávu, mást tú spara saman, inntil tú eigur nóg mikið av pengum at keypa hana fyri.

Men allar gávur koma ikki úr handlum. Er tað til dømis øgiliga heitt í veðrinum, smakkar eitt glas av køldum vatni frálíkt. Gevur tú einum, sum er tystur, ta gávuna, fært tú gleðina við at geva!

Onkuntíð fert tú kanska at baka smákakur við mammu tíni. Tað er stuttligt, og tað er deiligt at eta tær. Men okkurt er uppaftur deiligari enn at eta allar sjálvur. Hvat er tað? — Ja, tað er at geva vinunum hjá sær burturav. Fert tú onkuntíð at gera tað? —

Stóri Lærarin og hansara ápostlar høvdu allir kent gleðina við at geva. Veitst tú, hvat teir góvu fólki? — Tað besta av øllum, sannleikan um Gud. Hann kendu teir, og teir lótu glaðiliga onnur fáa  lut í honum. Tað gjørdu teir, uttan at nakar skuldi geva teimum pengar afturfyri.

Ein dagin hitti Paulus ápostul og ein góður vinur hjá honum, Lukas, eina kvinnu, sum eisini fegin vildi sleppa at geva øðrum nakað. Teir hittu hana tætt við eina á. Paulus og Lukas vóru farnir oman hagar, tí teir høvdu hoyrt, at har plagdu fólk at biðja til Gud. Og rætt var! Tá teir komu oman, funnu teir nakrar kvinnur, sum bóðu til Gud.

Paulus fór at fortelja kvinnunum gleðiboðini um Jehova Gud og hansara ríki. Ein lurtaði serliga væl eftir, hon æt Lýdia. Aftaná vildi Lýdia endiliga sleppa at gera okkurt, sum vísti, hvussu glað hon var fyri at hava hoyrt gleðiboðini. Hon bað Paulus og Lukas: ’Halda tit meg vera Jehova trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!’ Hon beinleiðis noyddi teir at koma. — Ápostlasøgan 16:13-15.

Hvat segði Lýdia við Paulus og Lukas?

Lýdia gleddist um, at hesir Guds tænarar komu at vitja hana. Hon var so góð við teir, nú teir høvdu hjálpt henni at læra Jehova og Jesus at kenna og at skilja, hvussu hon kundi fáa ævigt lív. Hon gleddi seg um at geva Paulusi og Lukasi mat og innivist. Lýdia varð altso glað av at geva, tí hon veruliga hevði hug at geva. Hetta er vert at minnast. Onkur sigur kanska við okkum, at vit mugu geva eina gávu. Men hava vit sjálvi ongan hug at geva gávuna, verða vit ikki lukkulig av tí.

Hví hevði Lýdia so góðan hug at gera nakað fyri Paulus og Lukas?

Latið okkum til dømis siga, at tú eigur nakað slikkarí, sum tú gleðir teg til at eta. Nú komi eg so og sigi, at tú skalt geva einum øðrum barni burturav. Gert tú tað so við gleði? — Men um tú møtti einum av tínum bestu vinum ein dagin, tá tú átti slikkarí, og sjálvur fanst uppá at geva honum nakað burturav. Hevði tað ikki gjørt teg glaðan? —

 Onkuntíð kunnu vit vera so góð við ein annan, at vit hava hug at geva honum alt og einki goyma til okkum sjálvi. So góð verða vit við Gud, tá okkara kærleiki til hansara veksur.

Hví vildi henda fátæka kvinnan fegin geva alt, sum hon átti?

Stóri Lærarin visti um eina fátæka kvinnu, sum var soleiðis. Hann sá hana ein dagin við templið í Jerúsalem. Hon hevði bara tveir smápengar; tað var alt, hon átti. Men hon tók báðar tveir og legði teir í eina kistu, sum fólk koyrdu gávur í til templið. Eingin noyddi hana. Tey flestu, sum vóru har, høvdu ikki ánilsi um, hvat hon hevði gjørt. Men hon gav sína gávu, tí hon veruliga elskaði Jehova. Hon varð glað av at geva. — Lukas 21:1-4.

Vit kunnu geva upp á nógvar mátar. Veitst tú onkrar? — Geva vit, tí vit veruliga hava hug at gera tað, verða vit lukkulig. Tí segði stóri Lærarin við okkum: ’Venjið tykkum við at geva.’ (Lukas 6:38, Ny Verden-oversættelsen) Gera vit tað, gleða vit onnur. Men glaðast av øllum verða vit sjálvi, tí hetta er tað, sum ger okkum lukkulig!

Latið okkum lesa meiri um gleðina við at geva. Vit skulu lesa Matteus 6:1-4; Lukas 14:12-14 og 2 Korintbræv 9:7.