Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 47

Hvussu vita vit, at Harmageddon er nær?

Hvussu vita vit, at Harmageddon er nær?

VEITST tú, hvat eitt tekin er? — Í kapittul 46 lósu vit um eitt tekin, sum Gud gav, nevniliga ælabogan. Tað skuldi vísa, at hann ongantíð aftur fór at oyða allan heimin við einari vatnflóð. Ápostlarnir hjá Jesusi bóðu eisini um eitt tekin. Tað skuldi vísa teimum, nær Jesus var komin aftur, og nær endin á hesum heiminum, ella hesi heimsskipanini, var nær. — Matteus 24:3.

Jesus fór jú at vera ósjónligur í himlinum, og tí høvdu teir brúk fyri einum tekni, sum kundi vísa, at hann hevði tikið við valdinum. Jesus fortaldi tí lærisveinum sínum um nakað, sum teir skuldu hyggja eftir her á jørðini. Tá tað hendi, var tað tekin um, at hann var komin aftur og hevði tikið við valdinum í himli sum kongur.

Nú ætlaði Jesus at læra lærisveinarnar, hvussu stóran týdning tað  hevur, at hyggja eftir tekninum. Hann segði við teir: „Hyggið fikutræið og øll trøini! So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.“ Ja, tað sæst, tá summarið er nær. Og tað sæst eisini, tá Harmageddon er nær, tí so hendir tað, sum Jesus tosaði um. — Lukas 21:29, 30.

Hvat ætlaði Jesus at læra okkum, tá hann fortaldi um fikutræið?

Á hesi síðuni og á næstu síðu sært tú myndir av onkrum, sum Jesus segði, skuldi hoyra til tekinið um, at Guds ríki var nær. Tá alt hetta hendir, fer  Guds ríki við Kristusi á odda at forkoma øllum øðrum stjórnum, soleiðis sum vit lósu í kapittul 46.

Hygg væl at myndunum á teimum báðum síðunum, sum vóru undan hesari. So kunnu vit tosa eitt sindur um tær. Í Matteus 24:6-14 og Lukas 21:9-11 kanst tú lesa um tað, sum tú sært á myndunum. Tú sært eisini, at allar myndirnar hava hvør sítt lítla tal. Tey somu tølini finnur tú aftur í byrjanini av teimum greinunum, sum siga frá myndunum. Nú skulu vit tosa um ymiskar partar av tekninum, sum Jesus gav, og vita, um tað er nakað, sum gongur út nú á døgum.

(1) Jesus segði: „Tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðartíðindi. ... tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ Hava vit hoyrt um bardagar? — Fyrri heimsbardagi var frá 1914 til 1918, og seinni heimsbardagi frá 1939 til 1945. Eingin heimsbardagi hevði nakrantíð verið fyrr! Nú eru bardagar allastaðni í heiminum. Hvønn einasta dag frætta vit í bløðunum, í útvarpinum ella í sjónvarpstíðindunum um bardagar.

(2) Jesus segði eisini: ’Hungur skal vera bæði her og har.’ Tú hevur ivaleyst hoyrt, at øll ikki fáa nokk at eta. Hvønn dag doyggja fleiri túsund, tí tey ikki fáa nokk av mati.

(3) Jesus helt fram: ’Pestur skal vera bæði her og har.’ Veitst tú, hvat pestur er? — Tað er ein hervilig sjúka, sum drepur nógv menniskju. Ein sovorðin sjúka æt ’spanska sjúkan’. Og eftir bara einum ári doyðu umleið 20 milliónir menniskju av henni. Í dag doyggja uppaftur fleiri av eyðkvæmi. Hartil koma krabbasjúkur, hjartasjúkur og aðrar sjúkur, sum á hvørjum ári kosta nógvum menniskjum lívið.

(4) Ein annar partur av tekninum var: ’Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har.’ Veitst tú, hvat ein jarðskjálvti er? — Tað  er, tá jørðin ristist undir fótunum á fólki. Hús rapa, og fólk kunnu missa lívið. Síðan 1914 hava hvørt ár verið nógvir jarðskjálvtar. Hevur tú nakrantíð hoyrt um jarðskjálvtar? —

(5) Uppaftur ein annar partur av tekninum, sum Jesus tosaði um, var ’meiri og meiri lógloysi’. Tí er so nógvur harðskapur og so nógvur stuldur til. Allastaðni eru fólk bangin fyri, at nakar skal royna at bróta inn í húsini hjá teimum. Ongantíð fyrr hava so nógv brotsverk og so nógvur harðskapur verið til allastaðni í heiminum.

(6) Jesus gav ein sera týðandi part av tekninum, tá hann segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Trúgva vit á ’evangeliið’, fara vit eisini at fortelja øðrum um tað. Og tá vit gera tað, eru vit við til at uppfylla henda partin av tekninum.

Nøkur siga, at alt hetta, sum Jesus fortaldi um, altíð hevur verið. Men eingin hevur nakrantíð fyrr sæð alt hetta henda so nógva staðni í øllum heiminum, og í senn. Skilur tú nú, hvat tekinið merkir? — Tað merkir, at tá vit síggja alt hetta henda, varir tað ikki leingi, fyrr enn Guds nýggi heimur kemur í staðin fyri henda ónda heimin.

Tá Jesus fortaldi um tekinið, tosaði hann eisini um eina ávísa árstíð. Hann segði: ’Biðið um, at tit ikki skulu flýggja um veturin.’ (Matteus 24:20) Hvat heldur tú, hann meinti við? —

Um onkur noyddist at flýggja undan einari vanlukku, og tað var um veturin, tá tað bæði er ringt og vandamikið at ferðast, hvat kundi so hent? — Slapp hann avstað, so hevði tað í hvussu er verið ógvuliga torført. Og hevði tað ikki verið keðiligt, um onkur doyði í einum illveðri um veturin, tí hann var so upptikin av  øllum møguligum, at hann ikki fekk upp í lag at fara, meðan tíð var? —

Hvat ætlaði Jesus at læra okkum, tá hann tosaði um at flýggja um veturin?

Sært tú, hvat Jesus ætlaði at læra okkum, tá hann tosaði um ikki at bíða við at flýggja, til veturin kom? — Hann ætlaði at læra okkum, at vit ikki skulu bíða við at vísa, at vit elska Gud við at tæna honum. Vit vita jú, at Harmageddon er nær. Bíða vit, kann tað blíva ov seint hjá okkum. So líkjast vit teimum, sum livdu beint upp undir Vatnflóðina. Tey hoyrdu tað, sum Nóa segði, men tey fóru ikki inn í ørkina.

Nú skulu vit tosa um, hvussu alt verður, tá Harmageddon er av. Vit skulu hoyra, hvat Gud fer at gera fyri øll okkum, sum elska hann og tæna honum nú á døgum.

Her eru nøkur skriftstøð aftrat, sum vísa okkum, at Harmageddon er nær: 2 Timoteus 3:1-5 og 2 Pætur 3:3, 4.