Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 36

Hvørji rísa upp? Hvar skulu tey liva?

Hvørji rísa upp? Hvar skulu tey liva?

Í TEIMUM báðum seinastu kapitlunum hoyrdi tú um fleiri fólk, sum doyðu, men fingu lívið aftur. Minnist tú, hvussu nógv tey vóru? — Fimm. Og hvussu nógv av teimum vóru børn? — Trý vóru børn. Og so var eisini ein fjórði, sum kallaðist ungur maður. Hvat heldur tú, tað vísir okkum? —

Tað vísir, at Gud er góður við børn og ung, heldur tú ikki? — Men hann fer eisini at geva nógvum øðrum eina uppreisn. Fer hann so bara at reisa góð menniskju upp frá deyðum? — Tað kundu vit kanska hildið. Men nógv hava ongantíð lært tað rætta um Jehova Gud og hansara son. Tá tey hava borið seg skeivt at, er tað, tí tey ongantíð hava lært, hvat er rætt. Heldur tú, Jehova fer at reisa sovorðin menniskju upp?

Bíblian sigur: „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ (Ápostlasøgan 24:15) Hví skulu tey órættvísu, tey, sum ikki bóru seg rætt at, reisast upp? — Jú, tí tey fingu ongantíð lært um  Jehova og um tað, sum hann vil hava okkum at gera.

Hví fer Gud at reisa nøkur upp frá deyðum, sum ikki bóru seg rætt at?

Nær heldur tú, uppreisnin verður? — Minst til tað, sum tú hoyrdi um Lazarus. Tá hann var deyður, segði Jesus við Martu, systur hansara: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“ Og Marta svaraði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“ (Jóhannes 11:23, 24) Hvat heldur tú, Marta meinti við, at Lazarus skuldi rísa upp „síðsta dag“? —

Jesus fortaldi einum brotsmanni um eitt paradís. Hvar verður tað?

Marta hevði hoyrt um nakað, sum Jesus hevði lovað: ’Øll tey, sum eru í grøvunum, skulu koma fram.’ (Jóhannes 5:28, 29) ’Síðsti dagur’ er tíðin, tá ið øll tey, sum Gud minnist, fáa lívið aftur. Tað er eingin vanligur dagur við 24 tímum. Dagurin varir túsund ár. Tá fer Gud at ’døma tey, sum búgva á jørðini,’ sigur Bíblian. Og millum tey, sum hann dømir, verða tey menniskjuni, sum til ta tíð eru risin upp frá deyðum. — Ápostlasøgan 17:31; 2 Pætur 3:8.

Tað verður ein undursamur dagur! Henda túsund ára langa dagin skulu nógvar milliónir av deyðum rísa upp aftur til lívið. Jesus nevnir staðið, har tey fáa lívið aftur, Paradísið. Latið okkum royna at fáa greiðu á, hvar Paradísið verður, og hvussu alt verður har.

Okkurt um tríggjar tímar áðrenn Jesus doyði á steyranum, sum hann varð negldur upp á, fortaldi hann einum manni, sum hekk undir liðini á honum á einum øðrum steyra, um Paradísið.  Maðurin skuldi doyggja, tí hann var ein brotsmaður. Men tá hann nú sá Jesus og hoyrdi, hvat fólkini søgdu um hann, fór hann at trúgva á Jesus. Tí segði brotsmaðurin: ’Minst til mín, táið tú kemur í ríki títt.’ Jesus svaraði: ’Sanniliga, tú skalt vera við mær í Paradísinum.’ — Lukas 23:42, 43.

Hvat skulu vit hugsa okkum, tá vit lesa um Paradísið?

Hvat mundi Jesus meina við? Hvar er tað paradísið? — Vit kunnu jú spyrja okkum sjálvi: Hvar var Paradísið av fyrstan tíð? — Minnist tú ikki, at Gud gav teimum fyrstu menniskjunum, Ádami og Evu, eitt paradís at búgva í? Og tað var her á jørðini. Tað varð nevnt Edens urtagarður. Nógv dýr vóru í urtagarðinum, men tey gjørdu ikki Ádami og Evu nakað. Og har vóru trø við rúgvum av góðum fruktum, og eisini ein stór á. Har var gott at búgva! — 1 Mósebók 2:8-10.

Tá vit lesa, at Jesus lovaði brotsmanninum, at hann skuldi sleppa at búgva í Paradísinum, skulu vit hugsa okkum, at tað verður her á jørðini. Tá er jørðin nevniliga gjørd um til eitt vakurt paradís. Verður Jesus har, saman við manninum, sum einaferð var brotsmaður? — Nei. Veitst tú hví? —

Jesus skal ikki vera her á jørðini. Hann skal vera kongur uppi í himli, og haðani fer hann at stjórna Paradísinum á jørðini. Jesus verður við manninum soleiðis at skilja, at hann reisir hann upp frá deyðum og syrgir fyri øllum, sum hann hevur brúk fyri.  Men hví letur Jesus ein, sum hevur verið brotsmaður, sleppa í Paradísið? — Hugsa vit okkum um, haldi eg, vit finna svarið.

Kendi brotsmaðurin Guds vilja, áðrenn hann tosaði við Jesus? — Nei. Hann hevði borið seg illa at, tí hann ikki kendi sannleikan um Gud. Í Paradísinum skal hann læra um Guds vilja. So sleppur hann at vísa, at hann elskar Gud við at gera hansara vilja.

Skulu øll, sum rísa upp, so liva í Paradísinum á jørðini? — Nei, ikki øll. Veitst tú hví? — Tað er tí, nøkur skulu liva saman við Jesusi í himli. Tey skulu vera kongar við honum og stjórna Paradísinum á jørðini. Nú skalt tú hoyra, hvussu vit vita tað.

Seinasta kvøldið áðrenn Jesus doyði, segði hann við ápostlarnar hjá sær: ’Hjá Faðir mínum í himli, eru nógvir bústaðir, og eg fari undan at gera tykkum stað til reiðar.’ Og so lovaði hann teimum: ’Eg komi aftur og taki tykkum til mín, so tit eisini kunnu vera, har sum eg eri.’ — Jóhannes 14:2, 3.

 Hvagar fór Jesus, tá hann var risin upp frá deyðum? — Hann fór aftur til Faðir sín í himli. (Jóhannes 17:4, 5) Jesus lovar altso ápostlunum hjá sær og nøkrum øðrum lærisveinum, at hann skal reisa teir upp aftur, so teir kunnu vera saman við honum í himli. Hvat skulu teir gera har uppi saman við Jesusi? — Bíblian sigur, at tey, sum eru við í „fyrru uppreisnini“, skulu liva í himli og stjórna jørðini ’sum kongar við Jesusi í túsund ár’. — Opinberingin 5:10; 20:6; 2 Timoteus 2:12.

Hvussu nógv koma við í ’fyrru uppreisnina’ og verða kongar við Jesusi? — Jesus segði einaferð við lærisveinarnar hjá sær: ’Óttast ikki, lítla fylgið! Tí Faðir tykkara hevur gjørt av at geva tykkum ríkið.’ (Lukas 12:32) ’Eitt lítið fylgi’ er ein lítil flokkur ella bólkur. Talið á teimum, sum rísa upp og skulu vera við Jesusi í hansara himmalska ríki, er eitt avmarkað tal. Bíblian sigur, at ’144.000 eru keypt frá jørðini’. — Opinberingin 14:1, 3.

Hvar koma tey, sum rísa upp, at liva, og hvat skulu tey gera?

Hvussu nógv skulu so liva í Paradísinum á jørðini? — Tað sigur Bíblian ikki. Men meðan Ádam og Eva enn vóru í Edens urtagarði, segði Gud við tey, at tey skuldu fáa børn og fylla jørðina. Tað gjørdu tey so ikki. Men Gud vildi hava, at jørðin skuldi fyllast við góðum menniskjum, og hann fer at syrgja fyri, at tað verður. — 1 Mósebók 1:28; Esaias 45:18; 55:11.

Hugsa tær, hvussu deiligt tað verður at búgva í Paradísinum! Øll jørðin verður sum ein stór, vøkur viðarlund. Har verða nógv ymisk dýr, og har verða blómur og øll møgulig vøkur trø. Eingin hevur tað ringt av sjúku, og ongum nýtist at doyggja. Øll eru bestu vinir. Hava vit hug at búgva í tí paradísinum í allar ævir, so er tað nú, vit skulu fyrireika okkum.

Les meira um, hvat Guds vilji er við jørðini: Orðtøkini 2:21, 22; Prædikarin 1:4; Esaias 2:4; 11:6-9; 35:5, 6 og 65:21-24.