Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 2

Eitt bræv frá einum góðum Gudi

Eitt bræv frá einum góðum Gudi

SIG mær, hevur tú nakra yndisbók? Hvørja? — Summi børn velja eina bók um dýr. Onnur vilja bara hava eina bók við nógvum bíløtum. Sovorðnar bøkur eru ofta stuttligar at lesa.

Men bestu bøkurnar í allari verðini eru tær, sum fortelja okkum sannleikan um Gud. Og ein av teimum hevur størri týdning enn allar hinar. Veitst tú, hvat tað er fyri ein? — Ja, tað er Bíblian.

Hví hevur Bíblian so stóran týdning? — Tí tað er Gud sjálvur, sum hevur givið okkum hana. Hon fortelur okkum um hann og um alt tað góða, hann fer at gera fyri okkum. Hon fortelur okkum eisini, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at gleða Gud. Hon er sum eitt bræv frá Gudi.

Nú kundi Gud sjálvandi skrivað alla bókina uppi í himlinum hjá sær sjálvum og so givið okkum menniskjum hana. Men tað gjørdi hann ikki. Hann læt nakrar tænarar hjá sær her niðri á jørðini skriva tað mesta av henni. Men tað, sum kom at standa í henni, var frá Gudi.

Hvussu bar Gud seg at? — Jú, tak til dømis útvarpið. Tá ið vit hoyra onkran tosa í útvarpinum, vita vit gott, at røddirnar koma frá fólkum, sum sita aðrastaðni, kanska langt burturi. Og tá ið vit hyggja at sjónvarpi, síggja vit myndir av fólkum í øðrum londum í heiminum. Vit hoyra tey eisini tosa.

Fólk kunnu enntá ferðast heilt upp á mánan og senda boð frá sær niður á jørðina. Visti tú tað? — Tá ið menniskju klára at senda  boð so langan veg, heldur tú so ikki, at Gud eisini dugir? — Akkurát sum einki! Og hann gjørdi tað nógv fyrr, enn menniskjuni áttu nakað útvarp og sjónvarp.

Hvussu vita vit, at Gud dugir at tosa við okkum langt burturfrá?

Ein maður, sum æt Móses, hoyrdi Gud sjálvan tala. Hann sá ikki Gud, men hann hoyrdi røddina hjá honum. Nógv túsund fólk vóru har, tá tað hendi. Gud fekk eitt heilt fjall at rista, toran gekk, og snarljósini skygdu. So vistu fólkini, at Gud sjálvur hevði talað. Men tey vórðu ræðuliga bangin og søgdu við Móses: „Lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!“ Seinni skrivaði Móses tað upp, sum Gud segði við hann. Og tað, sum Móses skrivaði, stendur at lesa í Bíbliuni. — 2 Mósebók 20:18-21.

 Móses skrivaði fimm tær fyrstu bøkurnar í Bíbliuni. Tí rópa vit tær Mósebøkurnar. Men hann var ikki tann einasti. Gud læt okkurt um 40 ymiskar menn skriva hvør sín part av Bíbliuni. Teir livdu allir samlir í heilt gomlum døgum, og nógv ár gingu, áðrenn Bíblian var liðug. Ja, í veruleikanum gingu umleið 1600 ár! Tað løgna er, at sjálvt um hesir menninir skrivaðu hvør sín part, og nógvir av teimum ongantíð møttust, so passar alt væl saman.

Hvussu eita hesir bíbliuskrivararnir?

Summir av teimum, sum Gud fekk at skriva Bíbliuna, vóru kendir menn. Móses var ein. Hann hevði verið seyðamaður, men seinni kom hann at leiða alt Íraels fólk. Og Sálomon — hann var kongur, og tá í tíðini var hann heimsins klókasti og ríkasti maður. Men aðrir skrivarar vóru ikki so kendir. Amos til dømis; hann ansaði eftir fikutrøum.

Ein bíbliuskrivari var lækni. Veitst tú, hvør tað var? — Hann æt Lukas. Ein annar hevði verið tollari. Hann æt Matteus. Og ein var serkønur í átrúnaðarligu lógini hjá jødunum. Hann skrivaði fleiri bøkur í Bíbliuni enn nakar annar. Veitst tú, hvussu hann æt? — Paulus. Og Pætur og Jóhannes, sum vóru lærisveinar hjá Jesusi og eisini skrivaðu nakað av Bíbliuni — teir vóru fiskimenn.

Nógvir av hesum bíbliuskrivarunum skrivaðu um nakað, sum Gud ætlaði sær at gera seinni. Hvussu kundu teir vita nakað um tað, sum ikki var hent enn? — Tí Gud hevði sagt teimum tað. Hann fortaldi teimum, hvat ið skuldi henda seinni.

Um ta tíðina tá Jesus, stóri Lærarin, livdi her á jørðini, var ein stórur partur av Bíbliuni longu skrivaður. Tú minnist, at stóri Lærarin hevði búð uppi í himlinum. Hann visti, hvat Gud hevði gjørt. Trúði hann, at Bíblian var frá Gudi? — Ja, tað gjørdi hann.

Viðhvørt, tá Jesus tosaði við fólk um tað, sum Gud hevði gjørt, las hann upp úr Bíbliuni. Og viðhvørt mintist hann tað uttanat.  Og hann fortaldi eisini meir um Gud. Hann segði: „Tað, sum Eg havi hoyrt av Honum, tali Eg til heimin.“ (Jóhannes 8:26) Jesus hevði hoyrt nógv frá Gudi; hann hevði jú búð hjá Gudi. Og hvar kunnu vit so lesa tað, sum Jesus fortaldi? — Í Bíbliuni, ja. Alt varð skrivað, so vit kunnu lesa tað.

Teir menninir, sum Gud læt skriva Bíbliuna, skrivaðu sjálvandi á teimum málunum, sum fólk tosaðu tá í tíðini. Tí er tað mesta av Bíbliuni skrivað á hebraiskum, eitt sindur á arameiskum og nokk so nógv á grikskum. Nú á døgum eru tað rættiliga fá, sum duga tey málini, og tí er Bíblian týdd til onnur mál. Í dag fæst Bíblian á meir enn 2260 málum! Bíblian er eitt bræv frá Gudi til øll menniskju. Og sjálvt um hon er týdd til so nógv mál og avskrivað so ofta, so ber hon okkum enn tann sama boðskapin frá Gudi.

 Tað, sum stendur í Bíbliuni, hevur stóran týdning fyri okkum. Sjálvandi er tað langt síðani, tað varð skrivað, men nógv snýr seg um tað, sum hendir nú á døgum. Og har stendur, hvat Gud heilt skjótt fer at gera. Tað er spennandi, heldur tú ikki? Vit hava nógv at gleða okkum til, tað kann eg siga tær!

Hvat læra vit av at lesa í Bíbliuni?

Í Bíbliuni síggja vit eisini, hvussu Gud vil hava okkum at liva. Hon fortelur okkum, hvat ið er rætt, og hvat ið er skeivt. Tað mást tú vita — og eg við. Hon fortelur um fólk, sum skikkaðu sær illa, og um hvat hendi teimum, so vit ikki skulu gera sum tey og fáa allar teir trupulleikarnar, sum tey fingu. Hon fortelur eisini um fólk, sum bóru seg rætt at, og um hvussu gott tað gekst teimum. Hetta varð alt skrivað, so vit kunnu læra av tí.

Men fyri at vit kunnu fáa sum mest burtur úr Bíbliuni, mugu vit duga at svara einum spurningi. Hann er: Hvør gav okkum Bíbliuna? Veitst tú tað? — Ja, øll Bíblian er frá Gudi. Og hvat gera tey, sum eru klók? — Tey lurta eftir Gudi og gera, sum hann sigur.

Tí mugu vit minnast til at lesa Bíbliuna saman. Tá ið vit fáa bræv frá einum, sum vit eru góð við, verða vit ógvuliga glað fyri tað, heldur tú ikki? Vit lesa tað aftur og aftur. Soleiðis skal tað eisini vera við Bíbliuni, tí hon er eitt bræv frá honum, ið er allarbest við okkum. Hon er eitt bræv frá einum góðum Gudi.

Brúka nakrar fáar minuttir til at lesa hesi skriftstøðini, sum vísa, at Bíblian er Guds orð, sum er skrivað fyri at hjálpa okkum: Rómbrævið 15:4; 2 Timoteus 3:16, 17 og 2 Pætur 1:20, 21.