Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 6

Stóri Lærarin gjørdi nakað fyri onnur

Stóri Lærarin gjørdi nakað fyri onnur

DÁMAR tær, at onnur gera nakað fyri teg? — Ja, ha? Øðrum fólki dámar eisini, at onkur ger nakað fyri tey. Tað dámar okkum øllum. Hetta visti stóri Lærarin eisini, og hann gjørdi altíð nakað fyri onnur. Hann segði: ’Eg kom, ikki fyri at onnur skuldu tæna mær, men fyri sjálvur at tæna.’ At tæna øðrum er at gera nakað fyri tey. — Matteus 20:28.

Hvat var tað, lærisveinarnir hjá Jesusi kjakaðust um?

Hvat mugu vit so gera, tá vit vilja líkjast stóra Læraranum? — Vit mugu eisini tæna øðrum. Vit mugu gera nakað fyri tey. Nógv tíma bara ikki at gera nakað fyri onnur, tað vita vit. Tey flestu vilja heldur hava, at hini skulu gera nakað fyri tey. Einaferð var tað eisini næstan soleiðis, lærisveinarnir hjá Jesusi hugsaðu. Teir vildu allir vera størstir og mætastir.

Ein dagin var Jesus á ferð við lærisveinunum. Teir komu til býin Kapernaum tætt við Galileavatnið og fóru inn í eitt hús. Har spurdi Jesus teir: „Hvat var tað, tit tosaðu saman um á vegnum?“ Eingin svaraði, tí á vegnum høvdu teir kjakast um, hvør ið var størstur! — Markus 9:33, 34.

 Tað visti Jesus gott. Hann visti eisini, at eingin av hansara lærisveinum átti at halda seg vera meiri enn hinir. So gjørdi hann tað, sum vit hoyrdu um í kapittul 1 her í bókini: Hann tók eitt lítið barn, setti tað mitt ímillum lærisveinarnar og segði, at teir máttu vera líka so eyðmjúkir sum hetta lítla barnið. Men teir lurtaðu ikki so væl eftir. Stutt áðrenn Jesus doyði, gav hann teimum tí eina áminning, sum teir ongantíð fóru at gloyma. Hvat gjørdi hann? —

Jú, meðan teir allir fingu sær at eta, reisti Jesus seg frá borðinum og læt seg úr yvirklæðunum. Hann fekk sær eitt handklæði og bant tað um miðjuna á sær. So tók hann eitt stórt vatnfat og stoytti vatn í tað. Lærisveinarnir munnu hava undrast á, hvat hann ætlaði. Meðan teir hugdu at, fór Jesus runt til teir allar, legði seg á knæ og vaskaði teimum um føturnar! Síðan turkaði hann føturnar á teimum við handklæðinum. Ja, hvat heldur tú! Hvussu hevði tú havt tað, um tú vart har? —

Hvat var tað, Jesus ætlaði at læra lærisveinarnar?

Lærisveinarnir vórðu illa við. Teir hildu tað ikki vera rætt, at stóri Lærarin skuldi vera tænari hjá teimum. Ja, Pætur vildi slættis ikki hava, at Jesus vaskaði honum um føturnar. Men Jesus segði, at tað hevði stóran týdning, at hann gjørdi tað.

Nú á døgum er tað ikki vanligt, at vaksin fólk vaska føturnar hjá øðrum. Men soleiðis gjørdu tey, tá Jesus var á jørðini. Veitst tú hví? — Í landinum, sum Jesus og lærisveinarnir búðu í, gingu fólk við berum fótum í opnum sandalum. Tá tey høvdu gingið úti, vórðu tey bæði støvut og skitin um føturnar. Tí var tað deiligt at fáa føturnar vaskaðar, tá tey komu inn at vitja onkran.

Men hesa ferðina hevði eingin av lærisveinunum hjá Jesusi bjóðað sær til at vaska føturnar á hinum. Nú gjørdi Jesus tað sjálvur. Og soleiðis lærdi hann teir nakað sera týdningarmikið. Tað  var nakað, sum teir noyddust at læra. Og tað er nakað, sum vit nú á døgum, eisini noyðast at læra.

Veitst tú, hvat tað er? — Tá Jesus hevði latið seg í aftur og var farin aftur til borðs, segði hann: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað. Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.“ — Jóhannes 13:2-14.

Hvussu kanst tú hjálpa øðrum?

Soleiðis vísti stóri Lærarin, at lærisveinarnir hjá honum skuldu tæna hvør øðrum. Teir skuldu ikki bara hugsa um seg sjálvar. Teir skuldu ikki halda so nógv um seg sjálvar, at onnur skuldu gera alt fyri teir. Nei, teir skuldu vera villigir at tæna øðrum.

Er hetta ikki nakað, sum vit eisini áttu at lært okkum? — Nú er so spurningurin, um vit vilja vera sum stóri Lærarin og gera nakað fyri onnur. Hvat heldur tú? — Vit kunnu øll gera nakað fyri onnur. So verða tey glað. Men tað besta av øllum er, at Jesus og Faðir hansara eisini verða glaðir.

 Tað er ikki ringt at tæna øðrum. Hyggur tú væl eftir, sært tú nógv, sum tú kanst hjálpa øðrum við. Kanst tú til dømis hjálpa mammu tíni við onkrum? Hon ger jú nógv fyri teg og hini í familjuni. Fært tú hjálpt henni við onkrum? — Kanska skuldi tú spurt hana?

Kanska dugir tú at seta á borðið. Ella tú kanst taka av borðinum, tá tit eru liðug at eta. Summi børn fara út við ruskinum hvønn dag. Tá tú gert sovorðið, tænir tú øðrum, akkurát sum Jesus.

Eigur tú smá systkin, sum tú kanst gera nakað fyri? Minst til, at Jesus, stóri Lærarin, tænti sínum lærisveinum. Tá tú gert nakað fyri tíni smáu systkin, líkist tú honum. Hvat kanst tú gera fyri tey? — Kanska kanst tú hjálpa teimum at læra, hvussu tey kunnu leggja leikutoyið upp á pláss, tá tey eru liðug at  spæla. Ella tú kanst hjálpa teimum í klæðini. Kanska kanst tú eisini hjálpa teimum at reiða seingina hjá sær. Veitst tú okkurt annað, tú kundi gjørt fyri tey? — Tey verða góð við teg, tá tú gert okkurt fyri tey, akkurát sum lærisveinarnir hjá Jesusi vóru góðir við hann.

Gongur tú í skúla, kanst tú eisini gera nakað fyri onnur, antin fyri hini í tínum flokki ella fyri lærararnar. Missir onkur bøkurnar hjá sær, kanst tú hjálpa honum ella henni at taka tær upp aftur. Tú kanst bjóða at vaska talvuna ella gera okkurt annað fyri ein lærara. Ja, bara at halda hurðini fyri onkrum er ein vinagerð.

Tað er ikki vist, at fólk altíð siga takk, tá vit gera okkurt fyri tey. Skulu vit so halda uppat at gera nakað fyri onnur? — Nei! Nógv fólk søgdu ikki Jesusi takk fyri tað, sum hann gjørdi. Men hann helt kortini fram at gera alt gott.

So vit mugu ongantíð gloyma at gera nakað fyri onnur. Latið okkum minnast Stóra Læraran, Jesus, og altíð royna at gera sum hann.

Her eru fleiri skriftstøð um at hjálpa øðrum: Orðtøkini 3:27, 28; Rómbrævið 15:1, 2; Galatiabrævið 6:2.