Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 Kapittul 12

Jesus lærir okkum at biðja

Jesus lærir okkum at biðja

PLAGAR tú at tosa við Jehova Gud? — Hann vil gjarna, at tú sigur nakað við hann. Tá vit tosa við Gud, siga vit, at vit biðja eina bøn. Jesus tosaði ofta við Faðir sín í himli. Av og á vildi hann helst vera einsamallur, meðan hann tosaði við Gud. Bíblian sigur, at hann einaferð ’fór niðan á fjallið fyri seg sjálvan at biðja, og hóast tað var seint, var hann har einsamallur.’ — Matteus 14:23.

Nær kanst tú vera einsamallur og biðja til Jehova? — Kanska um kvøldið, beint áðrenn tú leggur teg at sova. Jesus segði: ’Táið tú biður, far so inn í kamar títt, lat hurð tína aftur, og bið til Faðir tín.’ (Matteus 6:6) Biður tú altíð eina bøn til Jehova um kvøldið, áðrenn tú svevur? — Tað skuldi tú gjørt.

Jesus bað til Gud, tá hann var einsamallur ... og tá hann var saman við øðrum

Jesus bað eisini til Gud, tá hann var saman við øðrum. Tá vinur hansara, Lazarus, var deyður, bað Jesus, meðan  onnur vóru hjá, har sum tey høvdu lagt Lazarus. (Jóhannes 11:41, 42) Jesus bað eisini, tá hann helt møti við lærisveinunum hjá sær. Vit biðja eisini til Jehova, tá ið vit eru á møti, heldur tú ikki? — Vanliga er tað ein vaksin bróðir, ið biður bønina. Tá hann tosar við Gud, tosar hann eisini fyri teg, og tí mást tú lurta væl eftir. So kanst tú siga „amen“, tá bønin er liðug. Veitst tú, hvat tað merkir at siga „amen“ eftir eina bøn? — Tað merkir, at vit eru einig í tí, sum varð sagt. ’Tað meini eg eisini,’ merkir tað. Tá vit siga „amen“, verður bønin eisini okkara bøn.

Hví eigur tú at lurta væl eftir, tá onnur biðja eina bøn á einum møti?

Jesus bað eisini til máltíðirnar. Hann takkaði Jehova fyri matin. Plagar tú eisini at takka Jehova, áðrenn tú etur eina máltíð? — Tað er gott at takka Jehova fyri matin, áðrenn vit eta. Tá ið fleiri eta saman, sigur ein kanska bønina fyri hini. Men hvat gert tú so, tá tú etur einsamallur, ella tá tú etur saman við nøkrum, ið ikki takka Jehova? — Ja, so mást tú sjálvur siga eina bøn.

Skulu vit altíð biðja, so onnur hoyra? Ella man Jehova hoyra tað, tá vit bara siga bønina innantanna? — Nakað, sum hendi Nehemiasi, kann geva okkum svarið. Nehemias tilbað Jehova, og hann arbeiddi á einum slotti hjá Artaxerxes persarakongi. Ein dagin varð  Nehemias ógvuliga keddur, tí hann hevði hoyrt, at múrurin um Jerúsalem var brotin niður. Jerúsalem var nevniliga týdningarmesti býurin hjá hansara fólki.

Nær kanst tú biðja innantanna, sum Nehemias gjørdi?

Kongurin spurdi Nehemias, hví hann var so keddur. Áðrenn Nehemias svaraði, bað hann eina bøn innantanna. So fortaldi hann konginum, hví hann var keddur, og spurdi, um hann ikki kundi fara til Jerúsalem at gera múrin aftur. Og hvat hendi? —

Gud hoyrdi bønina hjá Nehemiasi. Kongurin segði, at hann kundi fara! Ja, og kongurin gav eisini Nehemiasi nógvan við, sum kundi brúkast at gera múrin aftur við. Gud hoyrir altso eisini bønir, sum vit biðja innantanna. — Nehemias 1:2, 3; 2:4-8.

Nú fari eg at spyrja teg eitt  annað. Skulu vit altíð boyggja høvdið, tá vit biðja til Jehova? Skulu vit altíð leggja okkum á knæ? Hvat heldur tú? — Viðhvørt legði Jesus seg á knæ at biðja, og viðhvørt stóð hann uppi og bað. Onkuntíð hugdi hann upp ímóti himli, tá hann bað, sum til dømis tá hann bað fyri Lazarusi.

Hvat vísir hetta so? — Tað vísir, at tað hevur minni at siga, um vit sita, standa ella liggja, meðan vit biðja. Vanliga er tað gott at boyggja høvdið og blunda. Men onkuntíð vilja vit kanska heldur liggja á knæ, sum Jesus gjørdi. Minst til, at vit altíð kunnu biðja til Gud, bæði dag og nátt. Hann hoyrir okkum. Tað, sum um ræður, er, at vit veruliga trúgva, at Jehova lurtar. Trýrt tú, at Jehova lurtar, tá ið tú biður til hansara? —

Hvat kanst tú tosa við Gud um í bøn?

Hvat skulu vit so siga, tá vit biðja til Jehova? — Ja, sig mær eitt: Hvat sigur tú við Jehova? — Hann hevur givið okkum so nógv, sum vit eru glað fyri. Heldur tú ikki, vit skulu takka honum fyri tað? — Vit kunnu takka honum fyri matin, vit eta. Men hevur tú nakrantíð takkað honum fyri tann bláa himmalin, tey grønu trøini og allar tær vøkru blómurnar? — Alt tað hevur hann eisini givið okkum.

Einaferð bóðu lærisveinarnir Jesus læra seg at biðja til Gud. Tað gjørdi stóri Lærarin so, og hann segði teimum, hvat teir, ið hvussu er, máttu minnast til at biðja um. Veitst tú, hvat tað var? — Tak bíbliuna hjá tær og blaða upp í Matteusevangeliið, kapittul 6. Her í  vers 9 til 13 stendur bønin, sum nógv nevna faðirvár. Latið okkum lesa hana saman.

Her síggja vit í fyrsta lagi, at Jesus lærdi okkum at biðja fyri Guds navni. Vit skulu biðja um, at tað má verða halgað, ella mett heilagt. Hvat er Guds navn? — Jehova, ja, og tað navnið skulu vit vera góð við.

Í øðrum lagi skulu vit biðja um, at Guds ríki skal koma. Ríkið hevur so stóran týdning, tí tað er tað, sum skal skapa frið á jørðini og gera hana til eitt paradís.

Í triðja lagi segði stóri Lærarin, at vit skulu biðja um, at Guds vilji má verða á jørðini, eins og hann er himlinum. Biðja vit um tað, mugu vit eisini gera, sum Gud vil.

Síðani lærdi Jesus okkum, at vit kunnu biðja um at fáa mat hvønn dag. So segði hann, at vit mugu fortelja Gudi, at vit angra tað skeiva, sum vit gera. Og vit mugu biðja Gud fyrigeva okkum. Men áðrenn hann kann fyrigeva okkum, mugu vit sjálvi fyrigeva øðrum, sum hava borið seg illa at ímóti okkum. Heldur tú, tað er lætt at fyrigeva? —

At enda segði Jesus, at vit mugu biðja Jehova Gud frelsa okkum frá tí illa, Satani Djevulinum. Alt hetta er gott at fáa við, tá ið vit biðja til Gud.

Vit mugu trúgva, at Jehova hoyrir, tá vit biðja til hansara. Vit skulu ikki bara biðja hann um nakað, men eisini minnast til at takka honum. Hann verður glaður, tá vit meina tað, sum vit siga í bønini. Og tá vit biðja hann um tað rætta, gevur hann okkum tað. Trýrt tú tí? —

Fleiri góð ráð um bøn standa í Rómbrævinum 12:12; 1 Pætur 3:12; 1 Jóhannes 5:14.