Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 30

Hjálp ímóti ótta

Hjálp ímóti ótta

HELDUR tú, tað er lætt at tæna Jehova? — Stóri Lærarin segði ikki, at tað altíð fór at vera lætt. Kvøldið áðrenn hann varð dripin, segði hann við ápostlarnar hjá sær: „Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.“ — Jóhannes 15:18.

Pætur reypaði og segði, at hann fór so ongantíð at svíkja Jesus. Men Jesus svaraði, at Pætur hesa somu nátt tríggjar ferðir fór at nokta, at hann yvirhøvur kendi Jesus. Og soleiðis varð! (Matteus 26:31-35, 69-75) Hvussu bar tað til? — Tað hendi, tí Pætur bleiv bangin. Og hinir ápostlarnir blivu eisini bangnir.

Veitst tú, hví ápostlarnir blivu bangnir? — Teir høvdu forsømt nakað, sum hevur stóran týdning. Lærir tú, hvat tað er, kann tað hjálpa tær at tæna Jehova, hvat onnur so gera ella siga. Men allarfyrst mugu vit minna okkum á, hvat hendi seinasta kvøldið og seinastu náttina, Jesus var saman við ápostlunum hjá sær.

Fyrst hildu teir páskir saman. Hetta var ein høgtíð við einari serligari máltíð, og hana helt Guds fólk eina ferð um árið. Tey hildu hana til minnis um ta ferðina, tá fólkið varð fríað úr trældóminum í Egyptalandi. Tá teir høvdu gjørt tað, át Jesus eina lítla eyka máltíð við teimum, og hon bleiv byrjanin til nakað heilt serligt. Í einum øðrum kapitli seinni í bókini skalt tú hoyra um, hvussu henda serliga máltíðin hjálpir okkum at minnast Jesus. Tá teir nú høvdu verið saman um hetta, og Jesus hevði sagt ápostlunum nøkur eggjandi orð, fór hann við teimum út í tann urtagarðin, sum eitur Getsemane. Har høvdu teir ofta verið, tí har dámdi teimum at vera.

 Nú gekk Jesus eitt petti burtur frá hinum at biðja til Faðir sín. Hann bað eisini Pætur, Jákup og Jóhannes biðja til Gud. Men teir sovnaðu. Tríggjar ferðir fór Jesus eitt sindur burturfrá at biðja fyri seg sjálvan, og tríggjar ferðir kom hann aftur og fann Pætur og hinar báðar í fasta svøvni! (Matteus 26:36-47) Hví skuldu teir heldur hildið seg vaknar? — Nú skalt tú hoyra.

Hví skuldu Pætur, Jákup og Jóhannes vakt og ikki lagt seg at sova?

Fyrr um kvøldið hevði Judas Iskariot verið saman við Jesusi og ápostlunum. Minnist tú ikki, at Judas longu var ein tjóvur? Nú bleiv hann eisini ein svíkjari. Hann visti, hvar Jesus og ápostlarnir plagdu at møtast í Getsemane urtagarði. Nú fór hann út eftir nøkrum hermonnum, so teir kundu taka Jesus til fanga. Tá Judas kom við hermonnunum, spurdi Jesus teir: „Hvørjum leita tit eftir?“

Hermenninir svaraðu: „Jesusi.“ Jesus var ikki bangin. „Tað eri Eg,“ segði hann. Hermenninir vórðu so ovfarnir av, at Jesus var so djarvur, at teir fóru aftur eftir hæli og fullu til jarðar. Men Jesus helt fram: ’Er tað mær, tit leita eftir, so latið ápostlarnar hjá mær fara.’ — Jóhannes 18:1-9.

Nú tóku hermenninir Jesus og bundu hann. Ápostlarnir blivu bangnir og rýmdu. Men Pætur og Jóhannes vildu vita, hvat nú fór at henda, og fylgdu honum langt aftaná. Nakað seinni varð Jesus leiddur inn í húsið hjá Kaifasi høvuðspresti. Jóhannes kendi høvuðsprestin, og tí læt duravørðurin hann og Pætur sleppa inn í garðin.

Teir prestarnir, sum skuldu vera við til at døma Jesus í húsinum hjá Kaifasi, vóru longu komnir. Teir vildu hava Jesus dripnan. Tí fingu teir fyrst nøkur vitni at lúgva um hann. So fingu teir nakrar menn at sláa hann frammaná og buka hann við knýttum nevum. Meðan alt hetta hendi, stóð Pætur tætt hjá.

Knappliga kendi arbeiðskonan, sum hevði latið Pætur og Jóhannes sleppa inn, Pætur aftur. ’Tú vart eisini við Jesusi!’ læt í  henni. Men Pætur segði nei, hann kendi yvirhøvur ikki Jesus. Stutt eftir kendi ein onnur genta Pætur aftur og segði: ’Hasin var við Jesusi!’ Pætur noktaði aftur. So komu fleiri av teimum, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: ’Jú, tú ert eisini ein av teimum!’ Triðju ferð noktaði Pætur. „Eg kenni ikki tann mann!“ rópti hann. Og Pætur fór eisini at svørja uppá, at tað passaði, sum hann segði, men tá vendi Jesus sær á og hugdi at honum. — Matteus 26:57-75; Lukas 22:54-62; Jóhannes 18:15-27.

Hví bleiv Pætur so bangin, at hann ikki vildi siga, at hann kendi Jesus?

Veitst tú, hví Pætur leyg? — Hann var bangin. Og hví var hann bangin? Hvat hevði hann forsømt at gera fyri at fáa betri mót? Ja, vita nú eftir. Hvat var tað, Jesus gjørdi fyri at styrkja mótið? — Hann bað til Gud, og Gud hjálpti honum at vera djarvur. Og minst til, tríggjar ferðir bað Jesus Pætur um ikki at sova, men vera á varðhaldi. Og hvat gjørdi Pætur? —

Hann sovnaði hvørja ferð. Hann hevði ikki biðið til Gud, og hann hevði ikki verið á varðhaldi. Tí kom tað púra óvart á hann, at Jesus varð fangaður. Og seinni, tá Jesus varð dømdur, og teir  slógu hann og løgdu ráð um at fáa hann dripnan, bleiv Pætur bangin. Men bara fáar tímar frammanundan hevði Jesus fortalt ápostlunum, hvat teir máttu rokna við. Hvat var tað? — Teir máttu rokna við, at heimurin fór at hata teir, júst sum hann hevði hatað Jesus.

Hvussu kundi nakað tað sama, sum hendi Pæturi, eisini hent tær?

Men kann nakað líknandi henda okkum? Kunnu vit koma í somu støðu sum Pætur? Ja. Hugsa tær, at tú ert í skúlanum, og onkur í flokkinum sigur nakað ljótt um tey, sum ikki vilja heilsa einum flaggi, ella tey, sum ikki halda jól. Kanska fer onkur so at peika at tær og spyrja: „Vilt heldur ikki heilsa flagginum?“ ella: „Heldur  heldur ikki jól?“ Hvat gert tú so? Torir tú at siga sannleikan? — Hevur tú bestan hug at lúgva, sum Pætur gjørdi? —

Aftaná varð Pætur ógvuliga harmur um, at hann hevði sagt, at hann ikki kendi Jesus. Tá hann fataði, hvat hann hevði gjørt, fór hann útum og græt. Hann vendi altso við til Jesus. (Lukas 22:32) Nú mugu vit royna at fáa greiðu á, hvat ið kann hjálpa okkum, so vit ikki verða líka so bangin sum Pætur. Hvat, heldur tú, kann hjálpa okkum? — Minst til, at tað, sum Pætur forsømdi, var at biðja til Jehova og vera á varðhaldi. Hvat heldur tú so, vit mugu gera, um vit gjarna vilja vera lærisveinar hjá stóra Læraranum? —

Tað er heilt vist, at vit mugu biðja Jehova hjálpa okkum. Veitst tú, hvat Gud gjørdi, tá Jesus bað? — Hann sendi ein eingil at styrkja Jesus. (Lukas 22:43) Kunnu Guds einglar eisini hjálpa okkum? — Bíblian sigur: ’Eingil Jehova tekur støðu rundan um tey, sum óttast hann, og fríar tey út.’ (Sálmur 34:8) Men skal Gud hjálpa okkum, er tað ikki nóg mikið at biðja um hjálp. Hvat mugu vit eisini gera? — Jesus segði við lærisveinarnar hjá sær, at teir eisini skuldu halda seg vaknar og vera á varðhaldi. Hvussu heldur tú, vit kunnu vera á varðhaldi? —

Vit eru á varðhaldi, tá vit ansa eftir. Vit mugu lurta eftir tí, sum verður sagt á møtunum, og ansa eftir tí, vit lesa í Bíbliuni. Samstundis mugu vit ikki gloyma at biðja til Jehova. Vit kunnu biðja hann hjálpa okkum at tæna honum. Gera vit tað, so hjálpir hann okkum, tá vit verða bangin. Og so verða vit bara glað, tá vit sleppa at fortelja øðrum um stóra Læraran og Faðir hansara.

Her eru nøkur skriftstøð, sum kunnu hjálpa okkum ikki at verða so bangin fyri øðrum, at vit lata vera við at gera tað rætta: Orðtøkini 29:25; Jeremias 26:12-15, 20-24 og Jóhannes 12:42, 43.