Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 31

Hvør kann ugga okkum?

Hvør kann ugga okkum?

ERT tú onkuntíð keddur? Kennir tú teg onkuntíð heilt einsamallan? — Ivast tú viðhvørt í, um nakar er góður við teg? — Tað gera summi børn. Men Gud lovar: ’Eg gloymi teg ikki!’ (Esaias 49:15) Er tað ikki gott at vita sær? — Jehova er veruliga góður við okkum!

Hvussu heldur tú, tann lítli burturvilsti seyðurin hevur tað?

Ein av teimum, sum skrivaðu Bíbliuna, segði: ’Fóru faðir og móðir frá mær, so hevði Jehova tikið meg til sín.’ (Sálmur 27:10) Tað er ein uggi, at vit vita tað, heldur tú ikki? — Og Jehova sigur eisini við okkum: ’Óttast ikki, eg eri við tær! Eg hjálpi tær.’ — Esaias 41:10.

Men onkuntíð loyvir Jehova kortini, at Satan ger okkum ónáðir. Ja, hann loyvir enntá, at Satan roynir hansara tænarar. Einaferð kom Djevulin Jesusi í so stóra neyð, at Jesus rópti til Jehova: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“ (Matteus 27:46) Sjálvt um Jesus hevði øgiliga ilt, visti hann kortini, at Jehova elskaði hann. (Jóhannes 10:17) Men Jesus visti eisini, at Gud loyvir Satan at royna Guds tænarar og koma teimum í neyð. Í einum øðrum kapitli læra vit, hví Gud letur Satan gera tað.

Tá vit eru lítil, verða vit lætt bangin. Tað kann til dømis henda, tá vit eru vilst og ikki finna heim. Hevur tú roynt tað? — Vart tú ikki bangin? — Tað høvdu nógv børn verið. Stóri Lærarin segði einaferð eina søgu um ein, sum viltist. Men tað var ikki ein drongur, og tað var heldur ikki ein genta. Tað var ein seyður.

Á ein hátt eru vit sum seyðir. Hvussu tá? Jú, ein seyður er hvørki serliga stórur ella serliga sterkur. Hann má hava onkran  at ansa eftir sær og verja seg. Og tað ger hirðin.

Í søguni, sum Jesus fortaldi, var ein hirði, ið átti hundrað seyðir. Men so viltist ein seyður burtur. Hann ætlaði sær kanska bara at vita, hvat ið var hinumegin heyggin. Men knappliga var hann komin langt burtur frá hinum seyðunum. Og hvussu heldur tú, seyðurin hevði tað, tá hann hugdi upp og sá, at hann var heilt einsamallur? —

Hvat gjørdi hirðin, tá hann sá, at ein seyður manglaði? Segði hann, at seyðurin sjálvur hevði skuldina og nú mátti klára seg sum best? Ella læt hann hinar 99 seyðirnar standa á beiti, meðan hann sjálvur fór út at leita eftir tí eina burturvilsta? Var ein einsamallur seyður so mikið verdur? — Vart tú hin burturvilsti seyðurin, hevði tú ivaleyst verið glaður, um hirðin fór út at leita eftir tær, hevði tú ikki? —

Hvør er sum hirðin, ið hevur bjargað seyðinum hjá sær?

Hirðin var avbæra góður við allan seyðin hjá sær, eisini tann burturvilsta. So hann fór út at leita eftir honum. Og hann fann hann! Hugsa tær, hvussu glaður hin einsamalli seyðurin varð, tá ið hann sá hirðan koma! Hirðin  varð eisini glaður um at finna seyðin. Hann gleddist meiri um hann enn um hinar 99, sum ikki vóru vilstir. Og veitst tú, hvør er sum hirðin í søguni hjá Jesusi? Hvør er líka so góður við okkum, sum hirðin var við seyðin hjá sær? — Jesus segði, at tað er Faðir hansara í himli. Og Faðir hansara er Jehova.

Jehova Gud er stóri Hirðin hjá fólki sínum. Hann elskar øll tey, sum tæna honum, eisini børn sum teg. Hann vil ikki, at ein einasti av okkum skal koma í neyð ella missa lívið. Sum tað er gott at vita, at Gud er so góður við okkum! — Matteus 18:12-14.

Er Jehova líka veruligur fyri teg sum pápi tín ella onkur annar?

Trýrt tú á Jehova Gud? — Skilur tú, at hann veruliga er til? — Vit síggja ikki Jehova, veitst tú. Hann er ósjónligur. Bíblian sigur, at hann er ein andi. Men hann er ein veruligur persónur, og hann sær okkum. Hann veit, nær vit hava brúk fyri hjálp. Og vit kunnu tosa við hann í bøn, akkurát sum vit kunnu tosa við eitt menniskja her á jørðini. Ja, Jehova ynskir, at vit tosa við hann í bøn.

 So um tú onkuntíð kennir teg einsamallan ella keddan, hvat skalt tú so gera? — Tú skalt tosa við Jehova. Halt teg tætt at honum, so uggar hann teg og hjálpir tær. Og minst til, at Jehova er góður við teg, eisini tá tú kennir teg heilt einsamallan. Latið okkum síggja tað í Bíbliuni. Her í Sálmi 23 stendur úr fyrsta versi: ’Jehova er hirði mín; mær fattast einki. Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldaráum.’

Legg so til merkis tað, sum sendur í vers 4: „Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.“ Ja, soleiðis kennist tað, tá vit hava Jehova til Gud. Vit verða uggað, tá vit eru illa fyri. Er tað eisini soleiðis, tú hevur tað? —

Sum ein góður hirði, ið ansar eftir seyðinum hjá sær, ansar Jehova eisini væl eftir sínum tænarum. Hann vísir teimum, hvønn veg teir skulu fara, og teir vilja gjarna fylgja honum. Og sjálvt um vandi er á ferð, skulu teir ikki vera bangnir. Ein hirði hevur kepp og stav at verja seyðin við, so eingi dýr sleppa at gera teimum fortreð. Bíblian sigur, at Dávid, tá hann var heilt ungur og hirði, bjargaði seyðinum hjá sær undan einari leyvu og einari bjørn. (1 Sámuel 17:34-36) Og Guds fólk vita, at Jehova eisini verjir tey. Tey kunnu vera púra trygg, tí tey vita, at Gud er við teimum.

Hvør kann hjálpa okkum, tá vit eru í neyð, akkurát sum hirðin, ið verjir seyðin hjá sær?

 Ja, Jehova er hjartans góður við seyðin hjá sær og syrgir eymliga fyri honum. Bíblian sigur: „Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey.“ — Esaias 40:11.

Er tað ikki gott og trygt at vita, at soleiðis er Jehova? — Vilt tú vera seyður hjá honum? — Minst so til, at seyðurin lurtar eftir røddini hjá hirðanum. Hann heldur seg tætt at honum. Lurtar tú eisini eftir Jehova? — Heldur tú teg tætt at honum? — Gert tú tað, skalt tú ikki vera bangin, tí Jehova er við tær.

Jehova tekur sær væl av teimum, sum tæna honum. Latið okkum lesa, hvat Bíblian sigur um tað í Sálmi 37:25; 55:23 og Lukas 12:29-31.