Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 41

Børn sum gleða Gud

Børn sum gleða Gud

HVAT fyri eitt barn hevur glett Jehova allarmest? — Tað er Jesus, sonur hansara. Latið okkum tosa eitt sindur um, hvat Jesus gjørdi fyri at gleða Faðir sín í himli.

Meðan Jesus var barn, búði hann hjá familju síni umleið tríggjar dagsferðir úr býnum Jerúsalem við tí vakra templinum hjá Jehova. Jesus nevndi templið ’húsið hjá Faðir mínum’. Hagar ferðaðist hann hvørt ár við familju síni at halda páskir.

Tá Jesus var 12 ár, hevði familjan sum vant hildið páskir, og nú gekk leiðin heim aftur. Ikki fyrr enn um kvøldið, tá tey hildu steðg, sóu foreldrini, at Jesus hvørki var hjá skyldfólki ella vinum, sum tey hildu. Hvar heldur tú, tey funnu hann? —

Tey funnu hann í templinum. Har sat hann og lurtaði eftir lærarunum og spurdi teir. Lærararnir spurdu eisini hann, og hann svaraði. Teir undraðust á, at hann dugdi so væl. Skilur tú ikki, at Gud gleddist um sonin hjá sær? —

Hjá Mariu og Jósefi var tað sjálvandi ein stórur lætti, at tey funnu Jesus aftur. Men Jesus hevði ikki verið bangin. Hann visti, at í templinum var gott at vera. Tí spurdi hann tey: ’Vistu tit ikki, at eg mátti vera í Faðirs míns húsi?’ Jesus visti, at templið var Guds hús, og har elskaði hann at vera.

Maria og Jósef tóku so hin 12 ára gamla Jesus við sær heim aftur til Nazaret. Hvussu heldur tú, Jesus skikkaði sær heima hjá foreldrunum? — Bíblian sigur, at hann „var teimum lýðin“. Hvat  heldur tú, tað vil siga? — Tað vil siga, at hann aktaði tey. Hann gjørdi, sum pápi og mamma hansara søgdu, eisini um tey til dømis bóðu hann fara eftir vatni úr brunninum. — Lukas 2:41-52.

Hvussu gleddi Jesus Gud, longu meðan hann var barn?

Hetta er vert at minnast. Sjálvt um Jesus var fullkomin, aktaði hann foreldrini hjá sær, sum vóru ófullkomin. Var tað nakað, sum gleddi Gud? — Tað er einki at ivast í, tí Guds orð sigur við børnini: „Aktið foreldur tykkara.“ (Efesusbrævið 6:1) Tú gleðir eisini Gud, tá tú aktar foreldrini hjá tær, líkasum sum Jesus gjørdi.

Tú kanst eisini gleða Gud við at fortelja øðrum um hann. ’Tað er einki fyri børn,’ siga summi kanska. Tað søgdu fólk eisini, tá Jesus var á jørðini. Men Jesus segði við tey: ’Hava tit ikki lisið í Skriftunum: „Smá børn skulu prísa Gudi“?’ (Matteus 21:16) Hava vit hug, kunnu vit altso gott fortelja øðrum um Jehova,  og um hvussu undursamur hann er. Og gera vit tað, gleða vit Gud.

Hvussu læra vit nakað um Gud, sum vit kunnu tosa við onnur um? — Tað læra vit, tá vit lesa og studera Bíbliuna heima. Og vit læra uppaftur meiri, tá vit koma saman við Guds fólki at studera. Men hvørji eru í grundini Guds fólk? —

Vilja vit vita, um tað er Guds fólki, vit eru saman við á einum kristnum møti, kunnu vit spyrja: Hvat gera tey á møtunum? Siga tey veruliga tað, sum stendur í Bíbliuni? Lesa tey upp úr Bíbliuni og tosa um, hvat tað merkir? Tað er jú soleiðis, vit lurta eftir Gudi, heldur tú ikki? — Og tá vit eru á kristnum møtum, rokna vit við at hoyra, hvat Gud sigur, gera vit ikki? — Men um nøkur nú siga, at vit ikki endiliga skulu liva soleiðis, sum Bíblian sigur? Heldur tú so, tey eru Guds fólk? —

Eitt annað er, sum vit eisini mugu hugsa um. Bíblian sigur, at Guds fólk eru tey, sum ’Gud hevur tikið navni sínum’. (Ápostlasøgan 15:14) Guds navn er Jehova. Vit kunnu altso spyrja fólk, um teirra Gud eitur Jehova. Siga tey nei, so vita vit, at tey ikki hoyra til Guds fólk. Vit vita eisini, at Guds fólk tosar við onnur um Guds ríki. Og tey vísa, at tey elska Gud, við at halda hansara boð. — 1 Jóhannes 5:3.

Kenna vit nøkur, sum gera alt hetta, so skulu vit halda okkum til tey og tilbiðja Gud saman við teimum. Tað gera vit, tá vit koma á møti í ríkissalinum. Tú mást lurta væl eftir á møtunum og royna at svara, tá spurt verður. Tað gjørdi Jesus, tá hann var í Guds húsi. Og gert tú tað sama, gleðir tú Gud, akkurát sum Jesus gjørdi.

Kennir tú onnur børn úr Bíbliuni, sum gleddu Gud? — Timoteus er eitt ordiliga gott dømi. Pápi hansara trúði ikki á  Jehova. Men tað gjørdi mamma hansara, sum æt Eunike, og eisini omma hansara, Lois. Timoteus lurtaði eftir teimum og lærdi um Jehova.

Hvat vildi Timoteus fegin, sjálvt um pápi hansara ikki var kristin?

Tá Timoteus var blivin ein ungur maður, kom Paulus ápostul á vitjan í býnum, sum tey búðu í. Hann sá, hvussu væl Timoteusi dámdi at tæna Jehova. Tí spurdi hann Timoteus, um hann vildi við á ferðina víðari; so kundi hann tæna Gudi uppaftur meiri. Tað vildi Timoteus, og á ferðum sínum fortaldu teir allastaðni fólki um Guds ríki og um Jesus. — Ápostlasøgan 16:1-5; 2 Timoteus 1:5; 3:14, 15.

Men fortelur Bíblian bara um dreingir, sum gleddu Gud? — Nei. Nú skal eg fortelja tær um eina lítla gentu úr Ísrael. Tá hon livdi, vóru áramearar og ísraelsfólk fíggindar. Ein dagin, tá áramearar bardust við Ísrael, tóku teir ta lítlu gentuna til fanga. Hon varð tikin við heim til herføraran, sum æt Na’aman. Hon skuldi  nevniliga vera tænastugenta hjá konu Na’aman.

Na’aman hevði spitalskusjúkuna. Eingir læknar høvdu verið førir fyri at hjálpa honum. Men tann lítla gentan úr Ísrael, var vís í, at ein serligur tænari hjá Gudi, ein profetur, fekk hjálpt honum. Herførarin og kona hansara tilbóðu sjálvandi ikki Jehova. Skuldi tann lítla gentan nú siga teimum, hvat hon visti? Ja, hvat hevði tú gjørt? —

Hvussu kundi henda lítla gentan úr Ísrael gleða Gud?

Hon gjørdi tað. Hon segði: ’Hevði Na’aman bara farið til Jehova profet í Ísrael. Hann hevði hjálpt honum frá spitalskuni.’ Na’aman lurtaði eftir gentuni og fór til profetin hjá Jehova. Og tá hann gjørdi, sum profeturin bað hann, bleiv hann frískur! Hetta fekk Na’aman at tilbiðja hin sanna Gud. — 2 Kongabók 5:1-15.

Hevði tú viljað hjálpt onkrum at læra um Jehova og um alt tað, sum Jehova er førur fyri, soleiðis sum tann lítla gentan gjørdi? — Hvørjum kundi tú hjálpt? — Tey, sum vit hava hug at hjálpa, halda kanska ikki í fyrstani, at teimum tørvar hjálp. Men vit kunnu jú fortelja teimum um alt tað góða, sum Jehova ger. Kanska lurta tey. Ið hvussu er, so veitst tú, at tað gleðir Gud.

Her eru fleiri eggjanir til børn og ung um at tæna Gudi við gleði: Sálmur 122:1; 148:12, 13; Prædikarin 12:1; 1 Timoteus 4:12 og Hebrearabrævið 10:23-25.