Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 27

Hvør er tín Gud?

Hvør er tín Gud?

HVØR er tín Gud? Hetta er ein týdningarmikil spurningur. Veitst tú hví? — Tí fólk dýrka nógvar ymiskar gudar. (1 Korintbræv 8:5) Einaferð fekk Paulus ápostul kraft frá Jehova at grøða ein mann, sum ongantíð hevði kunnað gingið, og tá róptu fólkini hugtikin: ’Gudarnir eru blivnir sum menniskju og eru komnir niður til okkara!’ Tey ætlaðu at tilbiðja Paulus og vinmannin, Barnabas, sum vóru teir gudar! Tey róptu Paulus fyri Hermes, og Barnabas róptu tey Zeus. Soleiðis itu nakrir falskir gudar hjá teimum.

Men Paulus og Barnabas vildu ikki hava tað. Teir lupu inn í mannamúgvuna og róptu: ’Vendið tykkum burt frá hesum tómu gudum til hin livandi Gud.’ (Ápostlasøgan 14:8-15) Hvør er „hin livandi Gud“, sum hevur skapt alt? — Ja, tað er Jehova, „hin hægsti yvir allari jørðini“. Jesus rópti Jehova „hin einasta sanna Gud“. Hvør er altso tann einasti, sum eigur at verða tilbiðin? — Tað er Jehova. — Sálmur 83:19; Jóhannes 17:3; Opinberingin 4:11.

Hví vildu Paulus og Barnabas ikki lata fólkini boyggja seg niður fyri teimum?

Tey flestu tilbiðja aðrar gudar enn „hin einasta sanna Gud“. Summi tilbiðja myndir, ið eru gjørdar av træi, steini ella metali. (2 Mósebók 32:4-7; 3 Mósebók 26:1; Esaias 44:14-17) Kend fólk verða eisini viðhvørt gjørd til eitt slag av gudum. Fólk rópa tey ’stjørnur’ ella ’idol’. Heldur tú, vit eiga at geva menniskjum so stóran heiður? —

Tá Saul var blivin ápostul og hevði fingið navnið Paulus, skrivaði hann, at ’gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanirnar hjá teimum vantrúgvandi’. (2 Korintbræv 4:4) Hvør er so „gudurin  hjá hesum heimi“? — Satan Djevulin! Og hann hevur klárað at blinda hugsanirnar hjá nógvum, so tey eru farin at tilbiðja antin menniskju ella ting.

Minnist tú, hvat Jesus segði við Satan ta ferðina, tá Satan vildi lokka Jesus at falla niður og tilbiðja seg? — Hann segði: ’Jehova Gud tín skalt tú tilbiðja, og eina honum skalt tú tæna.’ (Matteus 4:10) Jesus gjørdi tað altso púra greitt, at vit ikki mugu tilbiðja nakran annan enn Jehova. Nú skalt tú hoyra um nakrar ungar menn, sum bara vildu tilbiðja Jehova. Teir itu Sadrak, Mesak og Abed-Nego.

Teir vóru allir tríggir hebrearar; tað merkir, at teir hoyrdu til Guds fólk, Ísrael. Men teir vórðu tiknir til fanga og fluttir til eitt annað land, Bábel. Bábels kongur æt Nebukadnezar, og hann hevði gjørt eina risastóra gudamynd úr gulli. Ein dagin gav hann  boð um, at øll skuldu boyggja seg niður fyri gudamyndini, tá tey hoyrdu tónleik verða spældan. ’Tann, ið ikki boyggir seg niður og tilbiður myndina, skal kastast í hin brennandi eldsovnin,’ segði hann. Hvat hevði tú gjørt? —

Hví vildu hesir tríggir menninir ikki boyggja seg fyri standmyndini?

Sadrak, Mesak og Abed-Nego plagdu vanliga at gera, sum kongurin segði. Men nú noktaðu teir. Veitst tú hví? — Tí í lóg síni hevði Gud sagt: ’Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. Tú mást onga skurðmynd gera tær at boyggja teg niður fyri og tilbiðja.’ (2 Mósebók 20:3-5) Sadrak, Mesak og Abed-Nego aktaðu altso Guds lóg heldur enn boðini frá kongi.

Kongurin varð so illur, at hann alt fyri eitt gav boð um at teir tríggir hebreararnir skuldu leiðast fram. Hann spurdi teir: ’Er tað so galið, at tit ikki vilja tilbiðja mínar gudar? Tit skulu fáa ein kjans aftrat. Tá tit hoyra tónleikin, skulu tit falla niður og tilbiðja myndina, sum eg havi latið gera. Akta tit ikki, verða tit alt fyri eitt kastaðir í hin brennandi eldsovnin. Og hvør gudur er so mentur at bjarga tykkum úr mínum hondum?’

Hvat gjørdu teir tríggir ungu menninir nú? Ja, hvat hevði tú gjørt? — Teir tríggir hebreararnir søgdu við kongin: ’Gud okkara, sum vit tilbiðja, er mentur at bjarga okkum. Men ger hann tað  ikki, vilja vit kortini ikki tæna tínum gudum. Vit fara ikki at boyggja okkum fyri tíni standmynd.’

Kongurin varð í øðini. Hann beyð: ’Gerið ovnin sjey ferðir heitari enn vanligt!’ So fekk hann sínar sterku menn at binda Sadrak, Mesak og Abed-Nego og kasta teir inn í eldsovnin. Ovnurin var nú so heitur, at menninir hjá konginum brendust til deyða. Men teir tríggir hebreararnir, hvussu var vorðið við teimum?

Sadrak, Mesak og Abed-Nego vórðu kastaðir beint inn í eldin. Men so reistu teir seg upp! Einki var hent teimum! Og nú vóru teir ikki longur bundnir. Hvussu bar tað til? — Kongurin stardi inn í eldin, og so ræddist hann! „Kastaðu vit ikki tríggjar menn bundnar í eldin?“ spurdi hann. Tænararnir svaraðu: „Jú, vissuliga, kongurin.“

Hvussu bjargaði Jehova sínum tænarum úr hinum brennandi ovninum?

’Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum,’ segði kongurin, ’og eldurin ger teimum einki.’ Veitst tú, hvør tann fjórði maðurin var? — Ein eingil hjá Jehova. Hann vardi teir tríggjar hebreararnar, so teir ikki brendust.

 Tá kongurin sá hetta, fór hann yvir at ovnhurðini og rópti inn: „Sadrak, Mesak og Abed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guds! Komið út higar!“ Teir komu út, og nú sóu øll, at teir ikki høvdu fingið nakran sum helst skaða. Ja, teir ikki so mikið sum luktaðu brendir. Tá segði kongurin: ’Lovaður veri Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos, sum sendi eingil sín og frelsti tænarar sínar, tí teir ongan annan vildu tilbiðja enn sín egna Gud.’ — Dániel, kapittul 3.

Hvat tilbiðja summi nú á døgum?

Vit kunnu læra nógv av tí, sum hendi ta ferðina. Nú á døgum vilja summi eisini hava onnur at tilbiðja standmyndir, ímyndir ella annað. Nøkur halda krossin vera heilagan, onnur tilbiðja aðrar ímyndir. Tær kunnu vera gjørdar úr træi, steini ella metali, ella tær kunnu vera prentaðar á toy. Teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi noktaðu at tilbiðja keisaran í Róm. Ein søgumaður, sum eitur Daniel P. Mannix, sigur, at tað er nakað tað sama sum at ’nokta at heilsa landsins flaggi.’

Heldur tú, tað ger nakran mun hjá Gudi, um ein halgimynd er gjørd úr toyi, steini ella metali? — Heldur tú, ein tænari hjá Jehova eigur at tilbiðja eina sovorðna mynd? — Sadrak, Mesak og Abed-Nego vildu ikki gera tað, og Jehova var góður við teir. Hvussu kanst tú gera sum teir? —

Tey, sum tæna Jehova, vilja ikki tilbiðja nakað annað, hvørki menniskju ella ting. Les tað, sum stendur um hetta í Josva 24:14, 15, 19-22; Esaias 42:8; 1 Jóhannes 5:21 og í Opinberingini 19:10.