Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 9

Vit mugu standa ímóti freistingum

Vit mugu standa ímóti freistingum

HEVUR onkur nakrantíð roynt at lokka teg at gera nakað, sum tú ikki eigur at gera? — Segði hann kanska: „Tú torir ikki!“ Ella at tað var stuttligt, og at tað einki bilaði? — Tá onnur vilja lokka okkum at gera nakað skeivt, siga vit, at tey „freista“.

Hvat skulu vit gera, tá vit verða freistað? Skulu vit bara gera tað, sum er skeivt? — So hevði Jehova ikki verið glaður. Men veitst tú, hvør ið hevði verið sera glaður? — Satan Djevulin.

Satan er Guds fíggindi, og hann er eisini okkara fíggindi. Vit síggja hann ikki, tí hann er ein andi. Men hann sær okkum. Ein dagin fór hann at tosa við Jesus, stóra Læraran. Hann vildi royna at freista hann. Latið okkum nú vita, hvat Jesus gjørdi. So vita vit eisini, hvat vit skulu gera, tá vit verða freistað.

Hvat fór Jesus kanska at minnast, tá hann varð doyptur?

Jesus vildi jú altíð gera Guds vilja. Tað læt hann øll síggja, tá hann varð doyptur í Jordanánni. Og beint eftir dópin kom Satan so og royndi at freista Jesus. Bíblian sigur, at „Himmalin opnaðist“ fyri Jesusi. (Matteus 3:16) Kanska merkir tað, at Jesus nú mintist alt, sum var hent fyrr, tá hann búði í himlinum hjá Gudi.

Tá Jesus var doyptur, fór hann út í eina oyðimørk at hugsa um alt tað, sum hann nú var  farin at minnast. 40 dagar gingu og 40 nætur. Alla hesa tíðina át Jesus einki, og tí var hann ógvuliga svangur. Og nú kom Satan so at freista hann.

Hvussu royndi Djevulin at freista Jesus við nøkrum steinum?

Hann segði: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“ Ja, nú hevði tað verið gott at fingið nakað at eta! Kundi Jesus gjørt steinarnar til breyð? — Ja, tað kundi hann. Hvussu kundi hann tað? Hann var jú sonur Guds, og tí dugdi hann nógv, sum onnur ikki dugdu.

Um Djevulin bað teg gera ein stein til breyð, hevði tú so gjørt tað? — Jesus var jú svangur. Kundi hann ikki gjørt tað, bara eina ferð? — Jesus visti, at tað ikki var soleiðis, hann skuldi brúka síni evni. Jehova hevði ikki givið honum evnini at brúka upp á seg sjálvan. Tey skuldu brúkast at hjálpa fólki við, so tey kundu kundu koma at kenna Gud.

Jesus segði Satani, hvat stóð í Bíbliuni: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.“ Jesus visti, at tað hevði størri týdning at gera, sum Jehova vildi, enn at fáa nakað at eta.

Men Djevulin royndi eina ferð aftrat. Hann tók Jesus við sær til Jerúsalem og niðan í templið. Hann fekk Jesus at stilla seg  heilt ovarlaga. So segði Satan: ’Ert tú sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er, at Guds einglar skulu bera teg á hondum, so tú ikki fært ilt.’

Hví segði Satan tað? — Hann vildi freista Jesus at gera nakað, sum var vandamikið. Men Jesus lurtaði heldur ikki eftir honum hesa ferð. Hann segði: ’Skrivað er eisini, at tú ikki mást freista Jehova, Gud tín.’ Jesus visti, at hann ikki mátti freista Jehova við at vága lívið.

Men Satan gavst ikki so. Nú tók hann Jesus við niðan á eitt ógvuliga høgt fjall og vísti honum øll heimsins ríki og dýrd teirra. Satan segði við Jesus: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“

Men hvussu kundi Satan bjóða Jesusi øll heimsins ríki? Átti hann tey? — Ja, Jesus segði honum ikki ímóti. Tað hevði hann gjørt, um Satan ikki átti ríkini. Satan ræður altso yvir øllum londum í heiminum. Bíblian sigur, at hann er „høvdingin yvir hesum heimi“. — Jóhannes 12:31.

Hvussu bar tað til, at Satan kundi bjóða Jesusi øll heimsins ríki?

Hvat hevði tú gjørt, um Satan lovaði at geva tær okkurt, bara tú vildi tilbiðja hann? — Jesus visti, at tað var skeivt at tilbiðja Djevulin, hvussu nógv hann so fekk afturfyri. Tí segði hann: ’Far burt, Satan! Tí Bíblian sigur: „Jehova Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“’ — Matteus 4:1-10; Lukas 4:1-13.

Hvat fert tú at gera, um tú onkuntíð verður freistaður?

Vit kunnu eisini verða freistað. Veitst tú hvussu? — Eg skal siga eitt dømi. Latið okkum siga, at mamma tín hevur bakað eina lekra kaku, sum skal á borðið eftir nátturðan, og hon sigur, at tú ikki mást eta av henni fyrr enn í kvøld. Men tú mungar so illa, at tú verður freistaður. Fert tú nú at akta mammu tína? — Satan vil ikki hava, at tú aktar.

 Minst til Jesus. Hann var ræðuliga svangur. Men hann visti, at tað hevði størri týdning at akta Gud enn at fáa nakað at eta. Gert tú, sum mamma tín sigur, vísir tú, at tú líkist Jesusi.

Onkuntíð fara nøkur stór børn kanska at lokka teg at taka nakrar tablettir. ’Tú fært tað so gott av teimum!’ siga tey kanska. Men kanska er rúsevni í tablettunum. Tú kanst blíva ræðuliga sjúkur av tí, ja, tú kanst doyggja  av tí. Tað kann eisini vera, at onkur gevur tær sigarettir og sigur: ’Torir tú ikki at roykja?’ Men sigarettir eru eisini vandamiklar. Hvat gert tú so? —

Minst til Jesus. Satan vildi hava Jesus at vága lívið við at leypa út av tempultakinum. Men Jesus segði nei. Hvat fert tú at gera, um onkur lokkar teg at gera nakað vandamikið? — Jesus lurtaði ikki eftir Satani. Vit skulu heldur ikki lurta eftir teimum, sum royna at fáa okkum at gera nakað skeivt.

Hví mugu vit ikki brúka myndir at tilbiðja Gud við?

Ein dagin verður tú kanska biðin um at gera nakað, sum kann samanberast við at tilbiðja eina mynd. Og tað sigur Bíblian jú, at vit ikki mugu gera. (2 Mósebók 20:4, 5) Tað kann vera okkurt, sum øll í skúlanum skulu gera. Ja, kanska fært tú at vita, at tú verður koyrdur úr skúlanum, um tú sigur nei. Hvat gert tú so? —

Tað er lætt at bera seg rætt at, tá øll hini eisini gera tað. Men tað kann vera ringt, tá hini vilja noyða okkum at gera nakað skeivt. Kanska siga tey, at tað, sum tey gera, ikki er so ræðuliga skeivt. Men hvat sigur Gud? Tað er tað, sum hevur týdning. Hann veit nevniliga best.

So uttan mun til, hvat onnur siga, mugu vit ongantíð gera tað, sum Gud sigur er skeivt. So kann Gud altíð gleðast um okkum, og vit gera ikki tað, sum Djevulinum dámar.

Vit kunnu lesa meira um, hvussu vit standa ímóti freistingum í Sálmi 1:1, 2; Orðtøkunum 1:10, 11; Matteus 26:41 og í 2 Timoteus 2:22.