Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 10

Jesus er sterkari enn illu andarnir

Jesus er sterkari enn illu andarnir

MINNIST tú, hvussu tað bar til, at ein av einglunum hjá Gudi bleiv til Satan Djevulin? — Hann gjørdi uppreistur ímóti Gudi, tí hann var sjálvgóður og vildi hava onnur at tilbiðja seg. Fóru nakrir aðrir einglar so í part við honum? — Ja, tað gjørdu teir. Í Bíbliuni eita teir illir andar, ella Satans einglar. — Opinberingin 12:9.

Trúgva teir óndu einglarnir eisini á Gud? — Ja, Bíblian sigur, at ’illu andarnir trúgva, at Gud er til’. (Jákup 2:19) Men teir ræðast hann eisini. Tað er tí, teir vita, at Gud fer at revsa teir fyri alt tað ónda, sum teir hava gjørt. Men hvat er tað, teir hava gjørt? —

Bíblian sigur, at sjálvt um teir hoyrdu til uppi í himlinum, so fóru teir niður á jørðina at liva sum menniskju. Tað, teir vildu, var at hava kynsligt samband við tær vøkru kvinnurnar á jørðini. (1 Mósebók 6:1, 2; Judas 6) Veitst tú, hvat kynsligt samband er fyri nakað? —

 Tað er tað tætta sambandið, sum er millum ein mann og eina kvinnu, tá tey liggja so tætt, at kynsgøgnini møtast. Tað er hetta, ið kann hava við sær, at eitt lítið barn fer at vaksa í búkinum á mammuni. Men einglarnir eiga ikki at hava sovorðið samband við kvinnur. Gud hevur bara loyvt einum manni og einari kvinnu, sum eru gift hvør við øðrum, at hava kynsligt samband. Tað er gott, tí tá eitt barn so verður føtt, eigur tað bæði ein pápa og eina mammu. Tey eru gift og kunnu bæði ansa tí lítla barninum.

Hvat skeivt gjørdu hesir einglarnir?

Ta ferðina tá einglarnir gjørdu seg til menniskju og høvdu kynsligt samband við kvinnur á jørðini, fingu teir nøkur børn, sum vuksu og blivu til rættiligar risar. Teir vóru ræðuliga óndir og gjørdu fólki fortreð. Endin varð, at Gud læt eina stóra vatnflóð beina fyri øllum risunum og øllum teimum óndu menniskjunum. Men Gud fekk Nóa at byggja eina ørk, ein stóran bát, so tey fáu fólkini, ið bóru seg rætt at, kundu verða bjargað. Stóri Lærarin bað okkum endiliga ikki gloyma tað, sum hendi í Vatnflóðini. — 1 Mósebók 6:3, 4, 13, 14; Lukas 17:26, 27.

Veitst tú, hvat hendi teimum óndu einglunum, tá Vatnflóðin kom? — Teir  gjørdu seg til einglar aftur og fóru aftur til himmals. Men nú kundu teir ikki longur vera einglar hjá Gudi. Teir blivu Satans einglar, altso illir andar. Og hvat hendi børnunum hjá teimum, risunum? — Teir doyðu í Vatnflóðini eins og øll hini, ið ikki aktaðu Gud.

Hví er meiri óndskapur á jørðini nú enn fyrr?

Eftir Vatnflóðina loyvdi Gud ikki longur, at teir illu andarnir gjørdu seg um til menniskju. Nú eru teir altso ósjónligir, men teir royna enn at fáa okkum menniskju at gera nakað skeivt. Nú gera teir meiri fortreð enn fyrr. Tað er tí, teir eru blakaðir út úr himlinum og niður á jørðina.

Sjálvt um vit ikki síggja illu andarnar, skulu vit ikki ivast í, at teir eru til. Bíblian sigur, at Satan villleiðir alla verðina, og teir illu andarnir hjálpa honum. — Opinberingin 12:9, 12.

Heldur tú, at Djevulin og hansara illu andar eisini kunnu villleiða, altso lumpa, okkum? — Ja, tað kunnu teir gott, um vit ikki ansa væl eftir. Men vit skulu ikki vera bangin fyri teimum. Stóri Lærarin segði: ’Djevulin fær ikki fatur á mær.’ Og halda vit okkum bara tætt at Gudi, verjir hann okkum ímóti Djevulinum og hansara illu andum. — Jóhannes 14:30.

Vit mugu vita, hvat tað ónda er, sum teir illu andarnir vilja hava okkum at gera. Nú mást tú hugsa teg væl um. Illu andarnir gjørdu nakað skeivt, tá teir komu niður á jørðina. Hvat var tað? — Áðrenn Vatnflóðin kom, høvdu teir kynsligt samband við kvinnur á jørðini, og tað mugu einglar ikki. Nú á døgum elska teir illu andarnir at síggja menniskju bróta Guds lóg um kynslív. Hvør er tað, sum hevur loyvi at hava kynsligt samband? — Púra rætt, bara tey sum eru gift.

Nú á døgum hava summir stórir dreingir kynsligt samband við gentur, men tað er skeivt. Bíblian nevnir kynslimin hjá manninum blygd. (3 Mósebók 15:1-3) Tað, sum sæst av kynsgøgnunum hjá  kvinnuni, nevna vit stuttvarrar. Jehova skapti kynsgøgnini til nakað ávíst, nevniliga til tað serliga sambandið, sum ein maður og ein kvinna, ið eru gift, kunnu hava. Illu andarnir verða glaðir, tá menniskju gera nakað, sum Jehova sigur, tey ikki mugu gera. Um til dømis ein drongur og ein genta spæla við kynsgøgnini hvør hjá øðrum, so verða illu andarnir glaðir. Men tað er ikki teir illu andarnar, vit vilja gleða, heldur tú? —

Eitt annað er, sum illu andarnir elska, men sum Jehova hatar. Veitst tú, hvat tað er? — Tað er harðskapur. (Sálmur 11:5) Tá fólk gera øðrum fortreð, rópa vit tað harðskap. Minst til, at tað var soleiðis risarnir, altso børnini hjá illu andunum, bóru seg at.

Illu andunum dámar eisini at gera menniskju bangin. Onkuntíð látast teir, sum teir eru deyð menniskju. Og teir duga eisini at herma eftir røddini, sum tey deyðu fólkini høvdu. Soleiðis hava teir lumpað nógv og fingið tey at trúgva, at deyð fólk enn eru á lívi og kunnu tosa við tey livandi. Ja, illu andarnir hava fingið nógv fólk at trúgva, at spøkilsi eru til.

 Tú sært, at vit mugu ansa væl eftir, at Satan og illu andarnir ikki lumpa okkum. Bíblian ávarar: ’Satan skapir seg um til ein góðan eingil, og tænarar hansara látast eisini at vera góðir.’ (2 Korintbræv 11:14, 15) Men í veruleikanum eru illu andarnir óndir. Latið okkum vita, hvussu teir royna at fáa okkum at vera sum teir.

Hvar hoyra vit um harðskap, um illavorðin kynslig sambond og um andar og spøkilsi? — Er tað ikki í sjónvarpinum, í filmum, í telduspølum, á alnótini og í summum teknirøðum? Tá vit síggja sovorðið, koma vit so tættari at Gudi ella tættari at Djevulinum og illu andunum? Hvat heldur tú? —

Hvat kann henda, um vit hyggja at harðskapi?

Hvør er tað, ið vil hava okkum at lurta og hyggja eftir tí, sum er skeivt? — Ja, Satan og teir illu andarnir. Og hvat skulu tú og eg so gera? — Vit skulu lurta og hyggja eftir øllum tí, sum er gott, og sum hjálpir okkum at tæna Jehova. Veitst tú okkurt gott, sum vit kunnu gera? —

Hvat gott kunnu vit gera?

Tá vit gera tað, sum er gott, skulu vit ikki vera bangin fyri illu andunum. Jesus er nógv sterkari enn teir, og teir ræðast hann — akkurát sum teir illu andarnir, ið einaferð róptu á Jesus: ’Ert tú komin at beina fyri okkum?’ (Markus 1:24) Verður tað ikki gott, tá Jesus einaferð kemur at beina fyri Satan og hansara illu andum? — Inntil tá kunnu vit líta á, at Jesus verjir okkum ímóti illu andunum, bara vit halda okkum tætt at honum og Faðir hansara í himli.

Vit kunnu lesa eitt sindur meira um, hvat vit skulu gera, í 1 Pætur 5:8, 9 og Jákup 4:7, 8.