Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 32

Hvussu varð Jesus vardur?

Hvussu varð Jesus vardur?

JEHOVA ger onkuntíð nakað heilt serligt fyri at verja tey, sum eru smá og ikki før fyri at verja seg sjálvi. Fert tú ein túr út í hagan, sært tú kanska eitt dømi um tað. Men tað er ikki vist, at tú alt fyri eitt skilur tað, sum fer fram.

Fyrst sært tú ein fugl, sum setir seg beint framman fyri teg. Hann sær út til at vera skaddur. Hann dregur annan veingin eftir sær og ger eitt hopp burtur, tá tú nærkast. Tú fert aftan á fuglinum, og hann er alla tíðina eitt petti frammanfyri. Men knappliga fer hann á flog. Einki feilti veinginum! Veitst tú, hví fuglurin bar seg soleiðis at? —

Jú sært tú, tað er ein fuglamamma, og í grasinum tætt við hevur hon reiðrið hjá sær fult av smáum ungum. Og nú var hon bangin fyri, at tú skuldi finna ungarnar og gera teimum fortreð. Tí lætst hon, sum hon var komin til skaða. Hon hoppaði avstað fyri at lokka teg burtur frá reiðrinum og ungunum. Jehova verjir altso smáar fuglar við at syrgja fyri, at ein fuglamamma dugur at bera seg soleiðis at. Veitst tú, hvør ið kann verja okkum líka so væl, sum ein fuglamamma verjir ungarnar hjá sær? — Tað kann Jehova. Í Bíbliuni verður hann  samanborin við eina ørn; tað er ein fuglur, sum eisini hjálpir ungunum hjá sær. — 5 Mósebók 32:11, 12.

Hvat ger fuglamamman fyri at verja teir smáu ungarnar?

Dýrabarasti sonurin hjá Jehova er Jesus. Tá Jesus var í himlinum, var hann ein ósjónligur og veldigur andi eins og Faðirin. Hann dugdi at verja seg sjálvan. Men tá Jesus varð føddur her á jørðini, var hann eitt lítið barn og fekk ikki longur vart seg sjálvan. Onkur mátti verja hann.

Skuldi Jesus gera tað, sum Gud vildi, at hann skuldi gera á jørðini, mátti hann fáa tíð til at blíva ein vaksin, fullkomin maður. Men Satan royndi at drepa Jesus, áðrenn hann lukkaðist at blíva vaksin. Tað er spennandi at hoyra, hvussu Jehova vardi Jesus, tá nøkur royndu at drepa hann, meðan hann enn var lítil. Vilt tú hoyra, hvat hendi? —

Hetta var stutt eftir, at Jesus varð føddur. Satan fekk nakað, sum líktist einari stjørnu, at lýsa á himlinum í eystri. Nakrir stjørnuspámenn ferðaðust fleiri hundrað kilometrar móti ljósinum og komu til Jerúsalem. Har fóru teir at spyrja fólk, hvar nýggi kongurin hjá jødunum  skuldi verða føddur. Nøkur, sum vistu, hvat stóð í Bíbliuni, svaraðu: „Í Betlehem.“ — Matteus 2:1-6.

Hvussu syrgir Gud fyri, at Jesus kann verða bjargaður, eftir at stjørnuspámenninir hava vitjað hann?

Men nú frætti hin óndi kongurin í Jerúsalem, Heródes, at ein nýggjur kongur skuldi vera føddur í grannabýnum Betlehem! Hann segði við stjørnuspámenninar: ’Farið tit og finnið barnið, og komið so og sigið mær frá.’ Hví heldur tú, at Heródes vildi finna Jesus? — Jú, tí hann vildi ongan nýggjan kong hava. Hann ætlaði at drepa hann!

Hvussu fór Gud nú at verja sonin hjá sær? — Stjørnuspámenninir funnu Jesus og bóru honum gávur. Seinni ávaraði Gud teir í einum dreymi um ikki at fara aftur til Heródes. Tí tóku teir ikki leiðina aftur til Jerúsalem, men fóru ein annan veg heim aftur. Tá Heródes nú fann út av, at teir vóru farnir heim, varð hann í øðini. Fyri at fáa fatur á Jesusi, gav hann boð um, at allir dreingir í Betlehem býi, sum vóru yngri enn tvey ár, skuldu drepast! Men tá var Jesus farin.

Veitst tú, hvussu Jesus slapp burtur? — Tá stjørnuspámenninir vóru farnir, ávaraði Jehova Jósef, sum Maria var gift við, og segði, at tey skuldu skunda sær at flýggja til Egyptalands. Har var Jesus tryggur fyri hinum ónda Heródesi. Nøkur ár eftir, tá Maria og Jósef komu aftur úr Egyptalandi við Jesusi, ávaraði Gud aftur Jósef í einum dreymi. Nú fekk Jósef at vita, at tey skuldu búseta seg í Nazaret, tí har var Jesus tryggur. — Matteus 2:7-23.

Hvussu varð tann lítli Jesus bjargaður eina ferð aftrat?

Sært tú, hvussu Jehova vardi sonin hjá sær? — Hvør er annars eisini sum fuglaungarnir, ið mamman verjir, ella sum Jesus, tá hann var  lítil? Ert tú ikki? — Kanska ætla nøkur eisini at gera tær fortreð, um tey sleppa. Hvør kundi tað verið? —

Bíblian sigur, at Satan er sum ein brølandi leyva, ið ætlar at gloypa okkum. Og akkurát sum ein leyva roynir at taka tey smáu og tey veiku dýrini, soleiðis royna Satan og hansara illu andar eisini at fara eftir børnunum. (1 Pætur 5:8) Men Jehova er sterkari enn Satan. Jehova er førur fyri at verja síni børn, og skuldi hann loyvt Satani at gjørt teimum nakað, kann hann gera alt gott aftur.

Minnist tú úr kapittul 10 í bókini, hvat Djevulin og hansara illu andar royna at fáa okkum at gera? — Teir royna at fáa okkum at hava kynslig sambond á ein hátt, sum Gud sigur er illavorðin. Hvørji eru tey, sum kunnu hava kynsligt samband hvør við annan? — Ja, ein vaksin maður og kvinna, sum eru gift hvør við øðrum.

Men tíverri vilja nøkur vaksin fólk fegin hava kynsligt samband við børn. Tað er heilt galið. Onkur børn hava kanska eisini kynsligt samband, tí vaksin fólk hava lært tey tað. Bíblian fortelur okkum, hvussu tað var vorðið í Sodoma býi í gomlum døgum. Har stendur, at fólkini í býnum, ’bæði dreingir og gamlir menn’, vildu hava kynsligt samband við teir menninar, sum vóru komnir at vitja Lot. — 1 Mósebók 19:4, 5, (sí Ny Verden-oversættelsen.)

Og akkurát sum Jesus hevði brúk fyri at verða vardur, hevur tú eisini brúk fyri at verða vardur ímóti vaksnum, og kanska eisini ímóti summum børnum, sum royna at fáa kynsligt samband við teg. Allarhelst látast tey at vera tínir vinir. Og kanska lova tey eisini, at tú skalt fáa okkurt afturfyri, bara tú ikki sigur fyri nøkrum, hvat tey gera við teg. Men sovorðin menniskju eru sjálvgóð, akkurát sum Satan og illu andarnir. Tey eru ikki tínir vinir, tí tey hugsa bara um sjálvi at hava tað gott. Og teimum dámar at hava kynsligt samband við børn. Tað er ógvuliga skeivt!

 Veitst tú, hvat tey kanska gera, fyri at fáa tað, sum teimum dámar? — Tey fara kanska at nema við teg í neðra, ella lata síni egnu kynsgøgn nema tíni. Men tú skalt ikki lata nakran spæla við kynsgøgnini hjá tær. Heldur ikki systir tína ella beiggja tín ella pápa tín ella mammu tína.

Hvat skalt tú gera og siga, um onkur roynir at gera okkurt illavorðið við teg?

Hvussu sleppur tú undan, at onnur eru illavorðin við teg? — Fram um alt: Lat ongantíð nakran spæla við kynsgøgnini hjá tær. Roynir onkur, so sigur tú bara hart og týðiliga: „Halt uppat við hasum! Eg sigi tað!“ Hin sigur kanska, at tað er tín egna skyld, men tað passar ikki. Tú skalt siga tað við onkran annan, hvør tað so var, ið gjørdi tað. Og tú skalt siga tað, sjálvt um hin sigur, at tað er eitt loyndarmál. Og antin hann lovar tær gávur ella hóttir og sigur, at nakað ræðuligt hendir, um tú sigur tað, so skalt tú kortini skunda tær at fortelja tað fyri onkrum øðrum.

Tú skalt ikki ganga og vera bangin. Tú skalt bara læra at vera varin. Siga foreldrini hjá tær, at nøkur fólk ella pláss eru vandamikil, so mást tú lurta eftir teimum. Tá fáa ónd menniskju ongan kjans at gera tær fortreð. Fylg altíð teimum góðu ráðunum frá Jehova. Hann gevur okkum tey, tí hann vil verja okkum.

Les um, hvussu tú kanst verja teg sjálvan ímóti illavorðnum kynsligum sambandi: 1 Mósebók 39:7-12; Orðtøkini 4:14-16; 14:15, 16; 1 Korintbræv 6:18 og 2 Pætur 2:14.