Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 37

Gloym ikki Jehova og son hansara

Gloym ikki Jehova og son hansara

HUGSA tær, at tú fekst eina stóra, flotta gávu. Hevði tú ikki verið glaður? — Hevði tú bara sagt takk fyri og so gloymt alt um hann, sum gav tær hana? Ella hevði tú minst til hansara og til tað, sum hann gjørdi?

Jehova Gud hevur givið okkum eina undursama gávu. Hann sendi Jesus, sonin hjá sær, niður á jørðina at doyggja fyri okkum. Veitst tú, hví Jesus mátti doyggja fyri okkum? — Tað skalt tú hoyra um, tí tað hevur sera stóran týdning.

Sum vit lærdu í kapittul 23, syndaði Ádam, tá hann breyt Guds fullkomnu lóg. Og hann gav okkum syndina í arv, tí hann er pápi at okkum øllum. Hvat heldur tú so, okkum tørvar? — Okkum tørvar ein nýggjan pápa. Tað skal vera ein, sum hevur livað eitt fullkomið lív á jørðini úr enda í annan, og altso ikki sum Ádam. Hvør heldur tú, kann vera okkum ein sovorðin pápi? — Tað kann Jesus.

Tá Jehova sendi Jesus niður á jørðina, var tað fyri at Jesus kundi verða pápi okkara í staðin fyri Ádam. Bíblian sigur: „’Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.’ — Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.“ Hvør var hin fyrsti Ádam? — Tað var hann, sum Gud skapti úr mold. Hvør er so hin seinni Ádam? — Tað er Jesus. Hetta vísir Bíblian, tá hon sigur: „Hitt fyrsta menniskjað [Ádam] var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað [Jesus] er av Himli.“ — 1 Korintbræv 15:45, 47; 1 Mósebók 2:7.

Jesus hevði onga synd arvað frá Ádami. Hann bleiv jú føddur sum menniskja, tá Gud flutti lívið hjá honum úr himli inn í  Mariu. Tí var hann eitt fullkomið menniskja. (Lukas 1:30-35) Og tí segði ein eingil við hirðarnar, tá Jesus varð føddur: „Tykkum er í dag Frelsari føddur.“ (Lukas 2:11) Men hvat mátti hin nýføddi Jesus, áðrenn hann kundi verða ein frelsari? — Hann mátti blíva vaksin, júst sum Ádam var ein vaksin maður. So kundi Jesus blíva „hin seinni Ádam“.

Jesus, okkara frelsari, verður eisini nevndur „Ævigur Faðir“. (Esaias 9:6, 7) Ja, tann fullkomni Jesus kann verða pápi okkara í staðin fyri Ádam, sum bleiv ófullkomin, tá hann syndaði. Vit kunnu í veruleikanum sjálvi velja at fáa ’hin seinna Ádam’ til pápa. Pápi Jesus er sjálvandi Jehova Gud.

Hvussu var Jesus sum Ádam, og hví hevði tað so stóran týdning?

Tá vit læra um Jesus, kann hann blíva okkara frelsari. Minnist tú, hvat tað er, vit skulu frelsast frá? — Frá syndini og deyðanum, sum vit hava arvað frá Ádami. Jesus hevði eitt fullkomið lív sum menniskja, og tað offraði hann. Tað sum soleiðis varð gjørt fyri okkum, nevna vit endurloysingina. Tað merkir, at Jesus brúkti sítt lív til at keypa okkum leys, ella ’endurloysa’ okkum, frá syndini og deyðanum. Jehova var tann, sum syrgdi fyri, at tað bar til. — Matteus 20:28; Rómbrævið 5:8; 6:23.

Vit fara ongantíð at gloyma tað, sum Gud og sonur hansara gjørdu fyri okkum, heldur tú? — Jesus gjørdi nakað heilt serligt, sum kann hjálpa hansara lærisveinum at minnast tað. Nú skal eg siga tær, hvat tað var.

Hugsa tær, at tú ert í einum húsum í tí gamla Jerúsalem. Hetta  er um kvøldið, og tú situr í einari stovu á fyrstu hædd. Har eru Jesus og ápostlarnir hjá honum savnaðir um eitt borð. Á borðinum er lambasteik, nøkur fløt breyð og reyðvín. Teir hava etið eina serliga máltíð saman. Hvør máltíð var tað? —

Hetta var máltíðin, ið skuldi minna teir á tað, sum Jehova gjørdi fleiri hundrað ár frammanundan, tá ísraelsmenn vóru trælir í Egyptalandi. Ta ferðina segði Jehova við fólkið hjá sær: ’Hvørt húski skal slakta eitt lamb og smyrja nakað av blóðinum á durastavirnar og træið yvir durunum í húsinum.’ So segði hann: ’Farið inn, gerið lambið til og etið tað.’

Hvussu vardi blóðið av lambinum ísraelsmenn?

 Ísraelsmenn gjørdu eftir boðunum. Og somu nátt gekk eingil Guds gjøgnum alt Egyptaland. Í teimum flestu húsunum drap eingilin fyrstfødda barnið. Men tá eingilin kom at einum húsum við blóði á durastavunum, leyp hann tað um. Í teimum húsunum doyði einki barn. Farao, Egyptalands kongur, varð so bangin av tí, sum eingilin hevði gjørt, at hann segði við ísraelsmenn: ’Farið so! Tit eru frælsir. Sleppið tykkum út úr Egyptalandi!’ So løgdu ísraelsmenn tað, sum teir áttu, á kamelar og esil síni og fóru.

Men Jehova vildi ikki hava teir at gloyma, at hann hevði bjargað teimum. Hann segði: ’Eina ferð um árið skulu tit eta eina máltíð sum hana, tit ótu í kvøld.’ Hon varð nevnd páskamáltíðin. ’Páskir’ kemur av einum orði, sum merkir ’umlop’, altso at leypa um. Eingilin hevði nevniliga ’lopið um’ tey húsini, sum høvdu blóð smurt á durastavirnar. — 2 Mósebók 12:1-13, 24-27, 31.

Hetta var altso tað, Jesus og ápostlar hansara hugsaðu um, meðan teir ótu páskamáltíðina. Nú aftaná fer Jesus at gera nakað týdningarmikið. Men fyrst sendir hann Judas út. Judas var ápostulin, sum ikki var trúgvur. So tekur Jesus eitt av breyðunum, sum eru eftir, og biður eina bøn. Hann brýtur breyðið sundur og gevur lærisveinunum tað. ’Etið tað,’ sigur hann. ’Hetta breyðið merkir mítt likam, sum eg skal geva, tá eg doyggi fyri tykkum.’

So tekur Jesus eitt bikar við reyðvíni. Tá hann aftur hevur biðið eina bøn, sendir hann bikarið runt og sigur: ’Tit skulu allir drekka av tí.’ Og hann heldur fram: ’Hetta vínið merkir mítt blóð. Skjótt skal eg úthella blóð mítt fyri at loysa tykkum frá syndum tykkara. Blívið við at gera hetta til minni um meg.’ — Matteus 26:26-28; 1 Korintbræv 11:23-26.

Jesus samanbar blóðið hjá sær við vín. Hvat kann hansara blóð gera fyri okkum?

Hann segði altso, at lærisveinarnir skuldu ’blíva við’ at gera hetta til minni um hann. Teir skuldu ikki longur halda  páskamáltíðina. Í staðin fyri skuldu teir eina ferð um árið vera saman um hesa serligu máltíðina, sum skuldi minna teir á Jesus og deyða hansara. Hon verður nevnd kvøldmáltíð Harrans. Nú á døgum nevna vit hana eisini minningarhøgtíð. Hví gera vit tað? — Tí tað er ein høgtíð, sum minnir okkum á tað, sum Jesus og Faðir hansara, Jehova Gud, gjørdu fyri okkum.

Breyðið skal minna okkum á likamið hjá Jesusi. Hann var til reiðar at offra likamið hjá sær, so vit kundu fáa ævigt lív. Og reyðvínið? — Tað skal minna okkum á, hvussu nógv blóðið hjá Jesusi er vert. Tað er nógv meiri vert enn blóðið av páskalambinum, sum varð smurt á durastavirnar, tá ísraelsmenn skuldu út úr Egyptalandi. Veitst tú hví? — Bíblian sigur, at blóðið hjá Jesusi kann geva okkum fyrigeving fyri syndir. Og tá allar syndir okkara eru fyrigivnar, verða vit ikki longur sjúk og gomul og doyggja. Tað er hetta, vit skulu hugsa um, tá vit halda minningarhøgtíð.

Skulu øll so eta av breyðinum og drekka av víninum á minningarhøgtíðini? — Nei. Tey, ið skulu eta og drekka av tí, eru tey, sum Jesus segði við: ’Tit skulu hava lut í mínum ríki og sita í hásætum í himli við mær.’ (Lukas 22:19, 20, 30) Tað vil siga, at teir skuldu vera kongar í himli við Jesusi. Bara tey, sum hava vón um at stjórna í himli við Jesusi, skulu taka av breyðinum og víninum.

Men sjálvt um vit ikki eta av breyðinum og drekka av víninum, skulu vit kortini koma á minningarhøgtíðina. Hví tað? — Tí Jesus eisini hevur givið sítt lív fyri okkum. Tá vit eru við á minningarhøgtíðini, vísa vit, at vit ikki hava gloymt Gud og Jesus. Vit minnast ta stóru gávuna, sum Jehova gav okkum.

Her eru nøkur skriftstøð, sum vísa, hvønn týdning tað offrið hevur, sum Jesus gav fyri at endurloysa okkum. 1 Korintbræv 5:7; Efesusbrævið 1:7; 1 Timoteus 2:5, 6 og 1 Pætur 1:18, 19.