Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 1

Hví er Jesus „stóri Lærarin“?

Hví er Jesus „stóri Lærarin“?

FYRI meir enn tvey túsund árum síðani varð ein heilt serligur drongur føddur. Hann vaks upp og gjørdist besta menniskjað, sum nakrantíð hevur livað. Tá í tíðini vóru eingi flogfør og eingir bilar. Fólk høvdu hvørki sjónvarp, teldu ella alnót.

Drongurin kom at eita Jesus. Hann bleiv klókari enn øll onnur menniskju. Og tá ið hann varð vaksin, dugdi hann eisini betur enn nakar annar at læra frá sær. Hann dugdi so væl at greiða frá, at fólk skjótt skiltu nógv, sum kanska ikki var so lætt.

Jesus lærdi fólk, hvar hann so hitti tey. Hann lærdi, tá hann gekk á strondini, og tá hann var um borð á bátum. Hann lærdi fólk heima við hús og á ferðum. Jesus átti sjálvandi ongan bil, og hvørki tok ella bussar vóru til. Tá ið Jesus ferðaðist, mátti hann ganga, og so lærdi hann fólkini á vegnum.

Onnur fólk kunnu læra okkum alt møguligt. Men tað, sum hevur mest at siga, kunnu vit læra av Jesusi — „stóra Læraranum“. Tað, sum Jesus segði, stendur í Bíbliuni. Og tá ið vit lurta eftir tí, sum stendur í Bíbliuni, er tað akkurát, sum Jesus tosar við okkum.

Hví var Jesus ein so stórur lærari? Millum annað tí hann sjálvur hevði havt ein góðan lærara. Og hann visti, hvussu umráðandi tað er at lurta. Men hvørjum lurtaði Jesus eftir? Hvør lærdi hann? — Tað gjørdi Faðir hansara. Og Faðir hansara er Gud sjálvur.

Áðrenn Jesus kom her niður á jørðina, búði hann í himlinum hjá Gudi. Einki annað menniskja hevur búð uppi í himli, áðrenn tað varð føtt, og tí var Jesus nógv øðrvísi enn øll onnur. Í himlinum var Jesus ein góður sonur, sum lurtaði eftir Faðir sínum. Tí kundi hann læra fólk tað, sum hann sjálvur hevði lært hjá Gudi. Tá ið tú lurtar eftir pápa tínum og mammu tíni, gert tú sum Jesus.

Eitt, sum eisini gjørdi Jesus til ein stóran lærara, var, at hann elskaði onnur menniskju. Hann vildi fegin hjálpa teimum, so tey komu at kenna Gud. Jesus var góður við vaksin, men hann var eisini góður við børn. Og børnini elskaðu at vera hjá Jesusi, tí hann tosaði við tey, og hann lurtaði eftir teimum.

Hví dámdi børnunum at vera hjá Jesusi?

Ein dagin leiddu nøkur foreldur smábørnini hjá sær til Jesus. Men vinir hansara hildu ikki, at Jesus hevði tíð at tosa við smábørn. ’Farið avstað við tykkum!’ søgdu teir við børnini. Men Jesus, hvat segði hann? — Hann segði: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki!“ Jesus vildi fegin hava tey smáu børnini at koma til sín. So hóast Jesus var bæði óføra klókur og sera týdningarmikil, gav hann sær stundir at læra børn. — Markus 10:13, 14.

Veitst tú, hví Jesus lærdi børnini og lurtaði eftir teimum? Millum annað tí hann vildi gleða tey við at fortelja teimum nakað um Gud, Faðir sín í himli. Hvussu kanst tú gleða onnur? — Við at fortelja teimum okkurt, sum tú hevur lært um Gud.

Einaferð brúkti Jesus eitt lítið barn, tá hann skuldi læra vinir sínar nakað, sum hevði stóran týdning. Hann setti barnið mitt ímillum lærisveinarnar hjá sær. So segði Jesus við hesar vaksnu menninar, at teir noyddust at broyta seg, so teir komu at líkjast hesum lítla barninum.

Hvat kunnu størri børn og vaksin læra av smáum børnum?

Hvat meinti Jesus? Heldur tú, ein vaksin maður kann blíva sum eitt barn? Ella kann eitt stórt barn blíva sum eitt lítið barn? — Jú, sært tú, eitt lítið barn dugir ikki so væl sum eitt, ið er eldri, men tað hevur góðan hug at læra. Tað, sum Jesus segði við lærisveinarnar, var altso, at teir skuldu vera líka so eyðmjúkir og hugagóðir sum smá børn. Ja, vit kunnu øll læra okkurt av øðrum. Og so mugu vit skilja, at tað, sum Jesus lærir okkum, hevur nógv meiri upp á seg enn tað, sum vit sjálvi finna upp á. — Matteus 18:1-5.

Eitt annað, sum eisini gjørdi Jesus til ein stóran lærara, var, at hann tosaði soleiðis, at øll fingu hug at lurta. Hann dugdi væl at greiða frá. Og tá hann skuldi hjálpa fólki at skilja nakað um Gud, gjørdi hann tað við at tosa um fuglar og blómur og annað, sum fólk kendu til.

Ein dagin meðan Jesus gekk í eini fjallalíð, kom fult av fólki til hansara. So setti hann seg niður og talaði til teirra — helt eina prædiku, sum tað eitur. Tað sært tú á myndini. Vit rópa tað Fjallaprædikuna. ’Hyggið at fuglunum har uppi!’ segði Jesus. ’Teir fara ikki út at sáa. Teir savna sær ikki mat at goyma. Men Gud í himlinum gevur teimum at eta. Og eru tit ikki nógv meiri verd enn teir?’

Hvat vildi Jesus læra okkum, tá hann fortaldi um fuglarnar og blómurnar?

Hann segði eisini: ’Tit kunnu læra av liljunum á markini. Tær hvørki stríðast ella strevast. Men eru tær ikki vakrar? Sjálvur Sálomon kongur í allari dýrd síni hevði ikki so vøkur klæði at fara í. Tá ið Gud syrgir fyri blómunum, man hann so ikki eisini syrgja fyri tykkum?’ — Matteus 6:25-33.

Skilur tú, hvat tað var, Jesus ætlaði at læra okkum? — Hann vildi læra okkum ikki at stúra fyri, hvussu vit skulu fáa nokk at eta ella nokk av klæðum at fara í. Gud veit jú, at vit mugu hava alt sovorðið. Jesus segði ikki, at vit skuldu lata vera at arbeiða fyri at fáa til mat og klæði. Men hann segði, at vit skuldu seta Gud fremst. Gera vit tað, syrgir Gud fyri, at vit eiga mat at eta og klæði at fara í. Heldur tú, hann ger tað? —

Og hvat mundu fólkini so hugsa, tá ið Jesus var liðugur at tala? — Bíblian sigur, at tey vóru púra ovfarin av læru hansara. Tað var so spennandi at lurta eftir honum! Og tað, sum hann segði, hjálpti fólki at bera seg rætt at. — Matteus 7:28.

Tað er altso umráðandi, at vit læra av Jesusi. Veitst tú, hvussu vit kunnu tað? — Jú, tað, sum hann lærdi okkum, stendur skrivað í einari bók. Hvat man tað vera fyri ein bók? — Tað er Bíblian. Tað vil siga, at vit kunnu læra av Jesusi við at lurta eftir tí, sum stendur í Bíbliuni. Hon hevur eisini eina spennandi frásøgu um, at Gud sjálvur hevur biðið okkum lurta eftir Jesusi. Nú skalt tú hoyra, hvussu tað bar til.

Ein dagin hevði Jesus tikið tríggjar vinir við niðan á eitt høgt fjall. Teir itu Jákup, Jóhannes og Pætur. Vit fáa nógv meiri at vita um teir seinni, tí teir vóru millum bestu vinirnar hjá Jesusi. Men hesa serligu ferðina, sum vit tosa um, fór andlitið á Jesusi knappliga at skína. Og klæðini, hann var í, glógvaðu sum ljósið. Sært tú tað á myndini?

„Hetta er Sonur Mín ... hoyrið Hann!“

Aftaná hoyrdu Jesus og lærisveinar hansara eina rødd av himli. Hon segði: „Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til — hoyrið Hann!“ (Matteus 17:1-5) Veitst tú, hvør ið átti røddina? — Tað gjørdi Gud! Ja, tað var Gud sjálvur, ið bað okkum lurta eftir soni hansara.

Hvussu er so vorðið við okkum nú? Akta vit Gud og lurta eftir soni hansara, stóra Læraranum? — Tað mugu vit øll gera. Minnist tú, hvussu vit kunnu gera tað? —

Ja, vit kunnu lurta eftir Guds soni við at lesa tað, sum stendur í Bíbliuni um lívið hjá Jesusi. Stóri Lærarin hevur nógv gott at siga okkum. Tú verður glaður av at hoyra um tað, og tú verður uppaftur glaðari, tá tú fortelur onkrum av vinum tínum um alt, sum tú lærir úr Bíbliuni.

Hevur tú hug at lesa meira um, hvussu gott tað er at lurta eftir Jesusi, kanst tú blaða upp í Bíbliuna og lesa Jóhannesevangeliið 3:16; 8:28-30 og Ápostlasøguna 4:12.