Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 11

Guds einglar kunnu hjálpa

Guds einglar kunnu hjálpa

NØKUR siga, at tey bara vilja trúgva upp á tað, sum tey síggja. Men tað er býtt. Nógv er jú til, sum vit ongantíð hava sæð. Veitst tú okkurt? —

Hvussu við luftini, sum vit anda í okkum? Føla vit hana? — Halt hondini fyri munnin og blás. Føldi tú nakað? — Ja, tú føldi luftina. Men sást tú hana? Nei, ha? —

Vit hava longu tosað um andar, tað vil siga persónar, ið ikki síggjast. Vit hava lært, at summir eru góðir og aðrir óndir. Royn at nevna nakrar góðar. — Ja, Jehova Gud, Jesus og teir góðu einglarnir. Eru óndir einglar eisini til? — Tað sigur Bíblian. Og hvat hevur tú lært um teir? —

Vit vita, ið hvussu er, at bæði góðir og óndir einglar eru sterkari enn vit. Stóri Lærarin visti nógv um einglar. Hann var jú sjálvur ein eingil, áðrenn hann varð føddur sum eitt lítið barn her á jørðini. Hann hevði verið saman við øðrum einglum í himli, og hann kendi nógvar milliónir av teimum. Heldur tú, at allir einglarnir hava hvør sítt navn? —

Vit hava jú lært, at Gud gav øllum stjørnunum navn. So vit kunnu gott rokna við, at allir einglarnir eisini hava hvør sítt navn. Vit vita eisini, at teir kunnu tosa hvør við annan, tí Bíblian nevnir ’einglanna mál’. (1 Korintbræv 13:1) Hvat munnu einglar tosa saman um? Heldur tú, teir tosa um okkum her á jørðini? —

Vit vita, at einglarnir hjá Satan, teir illu andarnir, royna at fáa okkum til ikki at akta Jehova. Teir tosa helst um, hvussu teir  skulu bera seg at. Teir vilja hava okkum at líkjast sær, so Jehova ikki longur er góður við okkum. Men hvussu við teimum trúgvu einglunum hjá Gudi? Tosa teir eisini um okkum? — Ja, tað gera teir. Teir ætla sær hjálpa okkum. Nú skal eg siga tær, hvussu nakrir av Guds einglum hjálptu menniskjum, sum elskaðu Jehova og tæntu honum.

Ein maður æt Dániel. Hann búði í Bábel, ella Bábylon, og har búðu nógv fólk, sum ikki elskaðu Jehova. Tey høvdu enntá gjørt eina lóg um, at øll, ið bóðu til Jehova Gud, skuldu revsast. Men Dániel vildi ikki halda uppat at biðja til Jehova. Veitst tú, hvat tey so gjørdu við Dániel? —

Nøkur ónd fólk fingu hann blakaðan niður í eitt helli við leyvum. Hann var púra einsamallur við teimum  svongu leyvunum. Veitst tú, hvat hendi? — ’Gud sendi sín eingil og læt munnin aftur á leyvunum,’ sigur Dániel. Tær gjørdu honum einki! Einglar kunnu gera nógv ótrúligt fyri tey, sum tæna Jehova. — Dániel 6:18-22.

Hvussu bjargaði Gud Dániel?

Og Pætur — hann varð einaferð settur í fongsul. Minnist tú ikki, at Pætur var vinur við stóra Læraran, Jesus Kristus? Nógvum dámdi ikki, tá Pætur segði, at Jesus var sonur Guds. Teir fingu Pætur settan í fongsul, og uttanfyri stóðu hermenn og hildu vakt, so hann ikki skuldi rýma. Hvør kundi nú hjálpa honum? —

 Hendurnar á Pæturi vóru bundnar við leinkjum, og hann skuldi sova millum tveir hermenn. Bíblian fortelur, hvat hendi: ’Knappliga stóð Jehova eingil har, og ljós skein í fangarúminum. Eingilin koyrdi undir Pætur, vakti hann og segði: „Reis teg, ver skjótur!“’

Hvussu bjargaði ein eingil Pæturi úr fongslinum?

So duttu leinkjurnar av hondunum á Pæturi! Eingilin segði við hann: ’Lat teg í klæði og skógvar og kom við mær.’ Tá eingilin hjálpti Pæturi, fingu hermenninir ikki steðgað teimum. Teir komu til eitt jarnportur, og tað fór upp av sær sjálvum! Eingilin hevði bjargað Pæturi, so hann aftur kundi fara at boða. — Ápostlasøgan 12:3-11.

Kunnu Guds einglar eisini hjálpa okkum? — Ja, tað kunnu teir. Vil tað siga, at teir altíð ansa eftir okkum, so vit ongantíð koma til skaða? — Nei, gera vit okkurt býtt, forða teir ikki fyri, at vit fáa ilt. Og vit kunnu eisini koma til skaða, sjálvt um vit ikki gera nakað býtt. Einglarnir hava ikki fingið boð um at forða øllum sovorðnum. Nei, Gud hevur givið teimum eitt heilt serligt arbeiði.

Bíblian fortelur um ein eingil, sum biður øll menniskju tilbiðja Gud. (Opinberingin 14:6, 7) Hvussu kann eingilin siga tað við fólk á jørðini? Rópar hann hart úr himli, so øll hoyra tað? — Nei, einglarnir fáa lærisveinarnar hjá Jesusi her niðri á jørðini at tosa við onnur um Gud — vit rópa tað at boða. Og einglarnir leiða tey í boðanini. Teir ansa eftir, at fólk, sum veruliga vilja læra nakað um Gud, eisini sleppa. Vit kunnu vera við í boðanini, og so fara einglarnir at hjálpa okkum.

Men um nú nøkur, sum ikki elska Gud, vilja forða okkum í at boða? Hvat um tey seta okkum í fongsul? Koma einglarnir so og bjarga okkum? — Tað kunnu teir gott. Men teir gera tað ikki altíð.

Hvat sigur eingilin við Paulus?

Paulus, ein lærisveinur hjá Jesusi, var eisini einaferð tikin til fanga. Hann varð sendur avstað við einum skipi í ringum stormi.  Men einglarnir komu ikki alt fyri eitt at bjarga honum. Har vóru nevniliga fleiri, sum skuldu hoyra nakað um Gud. Ein eingil segði: „Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum.“ Ja, Paulus skuldi sleppa at boða fyri keisaranum, sum var heimsins mektigasti maður. Einglarnir vistu altíð, hvar Paulus var, og teir hjálptu honum. Teir hjálpa eisini okkum, tá vit tæna Gudi, sum vit eiga. — Ápostlasøgan 27:23-25.

Einglarnir hava eisini fingið eitt annað týðandi arbeiði, og tað fara teir skjótt at gera. Tíðin, tá Gud vil hava tey óndu, sum ikki tilbiðja hann, beind burtur, kemur skjótt. Tá finna tey, ið ikki vilja trúgva uppá einglar, tí tey ikki síggja teir, út av, at tey tóku feil. — 2 Tessalonikabræv 1:6-8.

Hvussu við okkum? — Eru vit í parti við Guds einglum, so hjálpa teir okkum. Men eru vit tað? — Tað eru vit, tá vit tæna Jehova. Og tá vit tæna Jehova, fara vit at biðja onnur gera tað sama.

Vit lesa meiri um, hvussu einglarnir hjálpa okkum, í Sálmi 34:8; Matteus 4:11; 18:10; Lukas 22:43 og í Ápostlasøguni 8:26-31.