Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 33

Jesus kann verja okkum

Jesus kann verja okkum

Hvussu sært tú Jesus — sum ein veldigan kong ella sum eitt hjálparleyst pinkubarn?

TÁ IÐ Jesus bleiv eldri og fekk at vita, hvussu hann varð vardur, tá ið hann var lítil, heldur tú so, at hann bað til Jehova og takkaði honum? — Og hvat heldur tú, hann segði við Jósef og Mariu, tá hann hoyrdi, at tey vóru farin heilt til Egyptalands við honum fyri at verja hann? —

Nú er Jesus einki lítið barn longur. Hann býr heldur ikki her á jørðini, sum hann einaferð gjørdi. Men hevur tú lagt til merkis, at nøkur fólk enn tosa um Jesus, sum var hann lítil og lá í einari krubbu? — Tað síggja vit um jólini, tá myndir av Jesusi sum pinkubarn eru frammi bæði her og har.

Trýrt tú, at Jesus livir, sjálvt um hann ikki longur er her á jørðini? — Hann er risin upp frá deyðum, og nú er hann ein sterkur og veldigur kongur í himli. Hvat heldur tú, hann kann gera fyri at verja tey, sum tæna honum? — Meðan hann livdi á jørðini, vísti hann, at hann meir enn so kundi verja tey, sum vóru góð við hann. Nú skalt tú hoyra, hvussu hann vardi lærisveinarnar ein dagin, tá hann var farin við teimum út at sigla.

 Hetta er seint ein seinnapart. Jesus hevur allan dagin lært fólk fram við strondini á Galileavatninum, sum er eitt stórt vatn. Tað er umleið 20 kilometrar langt og 12 kilometrar breitt. Nú sigur hann við sínar lærisveinar: „Latið okkum fara yvir um vatnið!“ Teir fara í ein bát og seta kós móti strondini hinumegin. Jesus er ógvuliga móður, og tí fer hann aftur í skut og leggur seg at sova á einum kodda.

Hvat sigur Jesus við stormin og aldurnar?

Lærisveinarnir eru vaknir, tí teir skulu stýra bátinum. Alt gongur væl eina løtu, men so knappliga verður illveður. Stormurin bara versnar og aldurnar vaksa. Sjógvarnir bróta inn yvir bátin, og hann fyllist.

Lærisveinarnir eru bangnir fyri, at báturin skal søkka. Men Jesus er ikki bangin. Hann liggur enn og svevur í bakskutinum. Til endans vekja lærisveinarnir hann og siga: ’Lærari, Lærari, bjarga okkum. Vit ganga undir!’ So reisir Jesus seg upp og talar á stormin og aldurnar: „Tig, ver stilt!“ sigur hann.

 Alt fyri eitt minkar vindurin, og tað verður blikalogn. Lærisveinarnir eru ovfarnir. Ongantíð í lívinum hava teir sær nakað líknandi. Teir siga hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“ — Lukas 8:22-25; Markus 4:35-41.

Tú veitst, hvør Jesus er, gert tú ikki? — Veitst tú so eisini, hvaðani hann hevur alla megina? — Lærisveinarnir áttu ikki at verið bangnir, tá Jesus var hjá teimum, tí Jesus var einki vanligt menniskja. Hann var førur fyri at gera undurverk, sum einki annað menniskja kundi gera honum eftir. Eg skal fortelja tær nakað annað, sum hann gjørdi úti á vatninum, ein dagin tá tað eisini var illveður.

Hetta hendir ein annan dag nakað seinni. Kvøldið er komið, og Jesus biður lærisveinar sínar fara í ein bát og sigla undan honum  yvir um vatnið. So fer Jesus einsamallur niðan á eitt fjall. Har er friður, og hann kann biðja til Faðir sín, Jehova Gud.

Lærisveinarnir fara í bátin og byrja ferðina yvir um vatnið. Men nú verður aftur óstilt. Vindurin veksur, og nú er nátt. Lærisveinarnir taka seglið niður og fara at rógva. Men teir koma ikki langt, stormurin er ímóti, teir hava andróður. Báturin rullar illa í teimum høgu aldunum, og vatnið stendur inn yvir teir. Hvussu teir so royna at koma inn at strondini, klára teir tað ikki.

Jesus er enn einsamallur á fjallinum. Har hevur hann verið leingi. Men nú sær hann, at lærisveinarnir eru komnir í neyð úti á tí rísna vatninum. Hann gongur oman av fjallinum og oman á strondina. Jesus vil hjálpa lærisveinum sínum, og nú kemur hann út til teirra — til gongu á ókyrra vatninum!

Hvussu hevði verið, um tú royndi at ganga á vatninum? — Tú hevði sokkið, ja, kanska hevði tú druknað. Men við Jesusi er øðrvísi. Hann hevur serligar kreftir. Nokk so langt er út til bátin, og tað lýsir fyri degi, áðrenn lærisveinarnir bera eyga við Jesus, har hann kemur gangandi út til teirra á vatninum. Teir trúgva ikki sínum egnu eygum. Teir ræðast og rópa. Men Jesus sigur við teir: „Verið hugreystir,“ sigur hann, „tað eri Eg — óttist ikki!“

Hví gjørdi Jesus undurverk?

Í somu løtu sum Jesus stígur upp í bátin til teirra, verður stilt. Lærisveinarnir verða aftur ovfarnir. Teir falla niður fyri Jesusi og siga: „Sanniliga ert Tú Sonur Guds!“ — Matteus 14:22-33; Jóhannes 6:16-21.

Hevði tað ikki verið spennandi at livað tá og sæð Jesus gera alt hetta? — Veitst tú, hví Jesus gjørdi hesi undrini? — Hann gjørdi tey, tí hann elskaði lærisveinarnar hjá sær og vildi hjálpa teimum. Men hann gjørdi tey eisini fyri at vísa, at hann hevði stórt vald, og at hann fór at brúka hetta valdið, tá hann fekk ræði í Guds ríki.

Hvussu verjir Jesus sínar tænarar nú á døgum?

 Nú í tíðini brúkar Jesus ofta sítt vald til at hjálpa sínum tænarum, tá Satan roynir at forða teimum í at fortelja øðrum um Guds ríki. Men hann brúkar tað ikki til at forða fyri, at hansara tænarar verða sjúkir, ella til at grøða teir, tá teir verða sjúkir. Sjálvt ápostlarnir hjá Jesusi doyðu. Beiggi Jóhannes, Jákup, varð dripin, og Jóhannes sjálvur kom í fongsul. — Ápostlasøgan 12:2; Opinberingin 1:9.

Soleiðis er eisini nú á døgum. Antin fólk tæna Jehova ella ikki, kunnu øll blíva sjúk og doyggja. Men skjótt fer Jesus, sum er kongur í Guds ríki, at syrgja fyri, at alt verður øðrvísi. Tá nýtist ongum at óttast, tí Jesus fer við sínum valdi at hjálpa øllum teimum, sum akta hann. — Esaias 9:6, 7.

Onnur skriftstøð, sum siga frá tí stóra valdinum, Jesus hevur, og sum hann skal brúka sum kongur í Guds ríki: Dániel 7:13, 14; Matteus 28:18 og Efesusbrævið 1:20-22.