Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 20

Skulu vit altíð royna at vera fremst?

Skulu vit altíð royna at vera fremst?

KENNIR tú onkran, sum altíð trokar seg fram? — Ein, ið altíð skumpar onnur til viks fyri at sleppa fram um tey í eini bíðirøð? Hevur tú nakrantíð sæð tað? — Stóri Lærarin sá nøkur vaksin, sum høvdu hug at koma fyrst og fáa tey bestu plássini. Tað dámdi honum ikki. Nú skal eg siga tær, hvat hendi.

Hevur tú sæð onkran, sum altíð vil sleppa fram um hini?

Jesus var boðin til døgurða, sigur Bíblian. Tað var heima hjá einum fariseara, einum trúarleiðara hjá jødunum. Tá Jesus var komin, sá hann, hvussu hinir gestirnir royndu at fáa sær tey allarbestu plássini. Hetta fekk hann at siga gestunum nakað. Nú skalt tú hoyra, hvat hann fortaldi teimum.

 ’Tá tú ert boðin í brúdleyp,’ segði Jesus, ’skalt tú ikki taka besta plássið.’ Hví segði hann tað? — Jesus greiddi frá, at onkur jú kundi vera boðin við, sum var mætari ella fínari. Tú sært á myndini, hvat ið so hevði hent. Verturin hevði komið og sagt: ’Flyt teg longur niður, har skal hesin maðurin sita.’ Hvussu heldur tú, gesturin hevði havt tað? — Hann hevði skammast, tí allir hinir gestirnir sóu, at hann noyddist at flyta niður á eitt pláss, sum ikki var so fínt.

Jesus vildi vísa, at tað ikki var rætt at fara eftir besta plássinum. Tí segði hann: ’Táið tú verður boðin, far tá og set teg á niðasta plássið. So kemur hann, ið beyð tær, kanska og sigur við teg: „Vinur, set teg hægri upp!“ So fært tú tann heiður at verða fluttur longur upp á eitt fínari pláss, meðan allir hinir gestirnir síggja.’ — Lukas 14:1, 7-11.

Hvat ætlaði Jesus at læra okkum, tá hann fortaldi um tey, sum altíð vildu hava tey bestu og fremstu plássini?

Skilur tú, hvat Jesus meinti? — Vit kunnu taka eitt dømi, sum hjálpir okkum at skilja tað. Hugsa tær, at tú fert upp í ein buss, og at bussurin er mestsum fullur. Skalt tú so skunda tær inn og seta teg á eitt tómt setur, meðan eldri fólk noyðast at standa uppi? — Hevði tað dámt Jesusi? —

Summi siga kanska, at Jesus einki leggur í, hvat vit gera. Men heldur tú ikki, at hann ger tað? — Tá Jesus var til stóra døgurðan hjá farisearanum, ansaði hann eftir, hvørji pláss hinir gestirnir tóku sær. Man hann ikki eisini ansa eftir okkum og tí, vit gera? — Nú Jesus er uppi í himlinum, liggur væl fyri at fylgja við øllum.

 At summi altíð vilja vera fremst, kann hava nógvar trupulleikar við sær. Fólk fara at skeldast og verða ill. Hetta hendir viðhvørt, tá fleiri børn skulu við einum bussi. Beint sum bussurin steðgar, og hurðarnar fara upp, tuska børnini inn. Tey skunda sær inn at fáa sær sitipláss við vindeyguni. Og hvat kann so henda? — Tey fara at klandrast um plássini.

Ja, tað hevur ofta nógvan ófrið við sær, tá onkur altíð trokar seg fram. Nakrir av lærisveinunum hjá Jesusi fingu eisini trupulleikar av, at teir vildu vera fremstir. Sum kapittul 6 í hesi bókini segði frá, so kjakaðust teir einaferð um, hvør av teimum ið var størstur. Hvat gjørdi Jesus so? — Hann hevði at teimum. Men seinni fóru teir sanniliga aftur at skeldast um tað sama. Nú skalt tú hoyra, hvussu tað byrjaði.

Hetta var seinasta ferðin hjá Jesusi og ápostlum hansara  til Jerúsalem. Fleiri vóru við á ferðini, og Jesus hevur tosað við tey um Guds ríki. Jákup og Jóhannes hava gingið og hugsað um tað at vera kongur við Jesusi í Guds ríki. Ja, teir hava eisini tosað við mammu sína, Salomu, um tað. (Matteus 27:56; Markus 15:40) Nú teir eru á ferð til Jerúsalem, kemur Saloma so yvir til Jesus, nígur fyri honum og sigur, at hon ætlar sær at spyrja hann um nakað.

„Hvat vilt tú?“ spyr Jesus. ’Jú,’ sigur hon, ’tá títt ríki kemur, kunnu báðir synirnir hjá mær so ikki sleppa at sita beint undir liðini á tær, annar høgrumegin og hin vinstrumegin?’ Hinir tíggju ápostlarnir hoyra, hvat Jákup og Jóhannes hava fingið mammu sína at biðja um. Og hvussu heldur tú, tað dámar teimum? —

Hvat biður Saloma Jesus um, og hvussu svarar Jesus?

Teir verða illir við Jákup og Jóhannes. Og tí fer Jesus at geva øllum ápostlunum nøkur góð ráð. Fyrst sigur hann, at høvdingar í  hesi verðini elska vald og høgar sessir. Teimum dámar, at øll onnur gera, sum teir siga. Men soleiðis skulu lærisveinarnir hjá Jesusi ikki vera. „Nei,“ sigur hann, „tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara.“ — Matteus 20:20-28.

Og veitst tú, hvussu ein tænari ber seg at? — Hann arbeiðir fyri onnur. Hann væntar ikki, at hini skulu arbeiða fyri hann. Hann tekur ongantíð besta plássið, men altíð tað ringasta. Hann ber seg at sum tann, ið hevur minst at siga, ikki sum tann mætasti og størsti. Og soleiðis segði Jesus, at vit skulu bera okkum at, um vit fegin vilja vera fremst.

Hvat merkir hetta so fyri okkum? — Heldur tú, ein tænari fer at klandrast við harran hjá sær, um hvør av teimum ið skal hava besta plássið? Ella hevur hann hug at kjakast, um hvør av teimum báðum ið skal eta fyrst? Hvat heldur tú? — Jesus segði, at ein tænari altíð letur harran koma fyrst. — Lukas 17:7-10.

Hvat skulu vit so gera í staðin fyri at royna at vera fremst? — Vit skulu vera sum tænarar hjá øðrum. Tað vil siga, at vit taka hini fram um okkum sjálvi. Vit lata onnur koma fyrst. Minnist tú, hvussu vit til dømis kunnu gera tað? — Blaðar tú aftur á síðu 40 og 41, kanst tú eina ferð aftrat hyggja at tí, sum tú til dømis kanst gera fyri onnur. Bert tú teg soleiðis at, tekur tú onnur framum.

Stóri Lærarin læt onnur koma fyrst. Tað vísti hann við at tæna øðrum. Seinasta kvøldið hann var saman við ápostlum sínum, legði hann seg enntá á knæ og vaskaði teimum um føturnar. Eru vit eisini til reiðar at gera nakað fyri onnur, vísa vit, at vit meta onnur hægri enn okkum sjálvi. Soleiðis gleða vit bæði stóra Læraran og Faðir hansara, Jehova.

Latið okkum lesa meiri í Bíbliuni, sum vísir, at vit skulu meta onnur hægri enn okkum sjálvi: Lukas 9:48; Rómbrævið 12:3 og Filippibrævið 2:3, 4.