Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 46

Ein heimur gekk undir í vatni – kann tað henda aftur?

Ein heimur gekk undir í vatni – kann tað henda aftur?

HEVUR tú hoyrt fólk tosa um heimsins enda? — Tað tosa nógv um nú á døgum. Summi halda, at jørðin fer at ganga undir í einum kríggi við atombumbum. Men heldur tú, at Gud nakrantíð fer at lata menniskju oyðileggja okkara vøkru jørð? —

Tað passar, at vit í Bíbliuni lesa um ’heimsins enda’. „Heimurin forgongur,“ sigur Bíblian. (1 Jóhannes 2:17) Men heldur tú, tað merkir, at jørðin gongur undir? — Nei, Bíblian sigur, at Gud skapti jørðina til „bústað hjá fólki“, altso fyri at menniskju kundu búgva á jørðini og hava tað gott. (Esaias 45:18) Í Sálmi 37:29 stendur: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ Bíblian sigur eisini, at „jørðin stendur í allar ævir“. — Sálmur 104:5; Prædikarin 1:4.

Men um jørðin skal standa í allar ævir, hvat vil tað so siga, at „heimurin forgongur“? — Tað skilja vit, tá vit hugsa um tað, sum hendi á Nóa døgum. Bíblian sigur: ’Heimurin, ið tá var, gekk undir í vatnflóðini.’ — 2 Pætur 3:6.

Ein heilur heimur varð altso oyðilagdur í einari vatnflóð. Slapp nakar livandi undan Vatnflóðini á Nóa døgum? — Ja, Bíblian sigur, at Gud „varðveitti Nóa, rættferðarboðaran, sjálvan áttanda, tá ið hann læt flóðina koma yvir ein heim av gudleysum“. — 2 Pætur 2:5, Løggilda føroyska umsetingin.

Hvat var tað fyri ein heimur, sum gekk undir á Nóa døgum?

Hvat var tað so, sum gekk undir, tá heimurin endaði á Nóa døgum? Var tað jørðin, ella var tað tey óndu menniskjuni? — Vit lósu, at tað var „ein heimur av gudleysum“, altso ónd menniskju. Legg eisini til merkis, at Nóa kallast ein ’rættferðarboðari’. Hvat heldur tú, Nóa boðaði? — Hann ávaraði fólkini um, at ’heimurin, ið tá var’, skuldi ganga undir.

Tá Jesus tosaði við lærisveinar sínar um Vatnflóðina, fortaldi hann, hvat fólk fóru at gera og hugsa um, beint áðrenn endin kom. Hann segði við teir: ’Í døgunum fyri flóðina ótu og drukku tey, giftu og giftust, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll.’ Og so segði Jesus, at fólk fóru at gera akkurát tað sama í tíðini beint upp undir endan á hesum heiminum. — Matteus 24:37-39.

Hetta, sum Jesus segði, vísir, at vit mugu læra av tí, sum hendi teimum, ið livdu fyri Vatnflóðina. Minnist tú úr kapittul 10 í hesi bókini, hvussu fólk skikkaðu sær tá í tíðini? — Nakrir av monnunum vóru harðligir og ógvuliga vandamiklir. Men Jesus segði eisini, at nógv onnur bara vóru líkaglað og ikki tímdu at lurta eftir, tá Gud sendi Nóa at boða fyri teimum.

So kom dagurin, tá Jehova fortaldi Nóa, at hann fór at lata eina vatnflóð forkoma øllum teimum óndu. Vatnið skuldi fjala alla jørðina og røkka heilt upp um fjøllini. Jehova gav Nóa boð um at byggja eitt stórt skip. Tað kallaðist ein ørk og líktist einum veldiga stórum kassa, sum tú sært, tá tú blaðar aftur til myndina á síðu 238.

Gud bað Nóa byggja ørkina so stóra, at bæði hann og familja hansara og ein rúgva av dýrum kundu vera trygg í henni. Nóa og familjan fingu úr at gera. Tey feldu nógv stór trø og brúktu tey at byggja ørkina við. Hetta tók nógv, nógv ár, tí ørkin var veldiga stór.

Minnist tú, hvat Nóa eisini gjørdi øll árini, meðan hann bygdi ørkina? — Hann boðaði og ávaraði fólk um vatnflóðina, sum skuldi koma. Lurtaði nakar eftir honum? — Nei, eingin annar enn familjan hjá Nóa. Hini fólkini vóru upptikin av øllum møguligum øðrum. Minnist tú, hvat Jesus segði, tey gjørdu? — Tey høvdu úr at gera við at eta og drekka og verða gift. Tey hildu ikki sjálvi, at tey vóru serliga ónd, og tey góvu sær ikki tíð at lurta eftir Nóa. Men hvat hendi teimum? —

Tá Nóa og familja hansara vóru komin inn í ørkina, læt Jehova hurðina aftur. Fólkini uttanfyri trúðu framvegis ikki upp á, at nøkur vatnflóð kom. Men knappliga fór tað at oysa niður! Hetta var ikki regn, sum vit kenna tað. Nei, tað var sum ein fossur! Skjótt kom vatnið buldrandi í breiðum áum. Tað skolaði stór trø og veldigar klettar avstað, sum vóru tað bara pinnar og smásteinar. Og hvussu var vorðið við fólkunum uttan fyri ørkina? — Jesus sigur: „Flóðin kom og tók tey øll.“ Tey, sum vóru uttan fyri ørkina, doyðu. Hví? — Tí „tey vistu av ongum“, sum Jesus segði. Tey lurtaðu ikki eftir! — Matteus 24:39; 1 Mósebók 6:5-7.

Hví skulu vit eisini hugsa um annað enn bara at hava tað stuttligt?

Minst til, Jesus segði, at vit kunnu læra av tí, sum hendi fólkunum tá í tíðini. Hvat kunnu vit læra? — Vit skulu minnast til, at nøkur menniskju doyðu, ikki tí tey gjørdu nakað ræðuliga ónt, men tí tey ikki høvdu tíð at hoyra um Gud og tað, sum hann ætlaði at gera. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki líkjast teimum, heldur tú ikki? —

Heldur tú, at Gud nakrantíð aftur fer at forkoma heiminum við einari vatnflóð? — Nei, Gud hevur lovað, at tað ikki hendir aftur. Hann segði: ’Ælaboga mín seti eg í skýggið, og hann skal vera sum eitt tekin.’ Ælabogin skuldi vera eitt tekin um, at ’vatnið aldri aftur skuldi verða ein vatnflóð, sum oyddi alt hold,’ segði Jehova. — 1 Mósebók 9:11-17.

Vit kunnu altso vera vís í, at Gud ongantíð aftur fer at forkoma einum heimi við einari vatnflóð. Men sum tú hevur sæð, fortelur Bíblian kortini, at heimurin skal forganga. Tá Gud forkemur hesum heiminum, hvønn letur hann so sleppa undan við lívinum? — Heldur tú, tað eru tey menniskjuni, sum eru so upptikin av øllum møguligum øðrum, at tey ikki tíma at hoyra um Gud? Eru tað tey, sum hava so nógv at gera, at tey ikki hava tíð at lesa í Bíbliuni? Hvat heldur tú? —

Vit vilja gjarna vera ímillum tey, sum Gud letur sleppa livandi undan, heldur tú ikki? — Hevði tað ikki verið gott, um okkara familja kundi verið sum tey hjá Nóa, so Gud bjargaði okkum øllum somlum? — Skulu vit sleppa undan heimsins enda við lívinum, mugu vit skilja, hvussu Gud fer at forkoma honum og stovna sín rættvísa, nýggja heim. Nú skalt tú hoyra, hvussu hann ber seg at.

Bíblian gevur okkum svarið í Dániels Bók, kapittul 2, vers 44. Her verður sagt frá tíðini, sum vit liva í. Her stendur: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki [eina stjórn], sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“

Skilur tú hetta? — Bíblian sigur, at Guds ríki skal forkoma øllum stjórnum í hesum heimi. Hví? — Tí tær ikki vilja akta hann, sum Gud hevur sett til kong. Og hvør er tað? — Tað er Jesus Kristus!

Jesus Kristus, sum Gud hevur valt til kong, fer at forkoma hesum heiminum í Harmageddon

Jehova Gud hevur rætt at gera av, hvør stjórn skal ráða, og hann hevur valt sonin hjá sær, Jesus, til kong. Skjótt gongur Jesus Kristus, sum Gud hevur sett til stjórnara, á odda, tá allar stjórnirnar í hesum heiminum skulu beinast burtur. Í Opinberingini, kapittul 19, vers 11 til 16, sigur Bíblian frá, hvussu Jesus fer fram. Tú sært tað her á myndini. Bardagin, sum verður, tá Gud forkemur øllum stjórnum í heiminum, kallast Harmageddon.

Gud sigur altso, at hansara ríki, hansara stjórn, skal forkoma øllum stjórnum á jørðini. Men sigur hann, at vit skulu hjálpa til? — Nei. Bíblian sigur, at Harmageddon er ’bardagin á stóra degi Guds hins Alvalda’. (Opinberingin 16:14, 16) Harmageddon er Guds kríggj, og hann letur Jesus Kristus standa á odda fyri teimum himmalsku herliðunum, sum skulu stríðast. Kemur Harmageddon skjótt, heldur tú? Latið okkum royna at fáa skil á tí.

Latið okkum saman lesa nakað um tíðina, tá Gud forkemur teimum óndu og bjargar teimum, sum tæna honum: Orðtøkini 2:21, 22; Esaias 26:20, 21; Jeremias 25:31-33 og Matteus 24:21, 22.