Stríðið fyri at gera hitt rætta
Kapittul 26
Stríðið fyri at gera hitt rætta
1. Hvørjum báðum mugu kristin stríðast ímóti?
SO LEINGI Sátan hevur valdið í heiminum, mugu kristin stríðast fyri at sleppa undan hansara óndu ávirkan. Ápostulin Paulus skrivaði: „Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins.“ (Efesusbrævið 6:11-18) Men vit skulu ikki einans stríðast ímóti Sátani og hansara heimi; vit mugu eisini stríðast ímóti okkara egnu ynskjum um at gera tað ónda. Bíblian sigur: „Hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans.“ — 1 Mósebók 8:21; Rómverjabrævið 5:12.
2. (a) Hví hava vit ofta eitt sterkt ynski um at gera hitt ónda? (b) Hví mugu vit stríðast ímóti teimum órøttu ynskjunum?
2 Av tí at vit arvaðu syndina frá tí fyrsta menniskjanum, Ádami, kann tað henda at okkara hjarta trákkast eftir at gera tað ónda. Lata vit hesa trongdina vinna á okkum, fáa vit ikki hitt æviga lívið í Guds nýggju skipan. Vit noyðast altso at stríðast fyri at gera hitt rætta. Sjálvur Paulus, ápostulin, noyddist eisini at stríðast: „Soleiðis finni eg tá ta lóg fyri meg, sum vil gera hitt góða, at hitt illa fellur mær lætt.“ (Rómverjabrævið 7:21-23) Kanska kenst stríðið tungt. Kanska tekur ein rættiligur bardagi seg upp innan í tær. Hvat gert tú so?
3. (a) Hvat stríð kenna nógv innan í sær? (b) Hvør bíbilskur sannleiki verður váttaður tá nógv gera hitt órætta, hóast tey ynskja at gera hitt rætta?
3 Tú hevur fingið at vita um Guds frálíku lyfti um eitt ævigt lív undir fullkomnum umstøðum á jørðini. Tú trýrt hesum lyftum, og tú vilt fegin síggja tey ganga út. Tí veitst tú at tað við framtíðini í huga gagnar tær sjálvum at tæna Gudi. Men í hjartanum kennir tú kanska eina trongd til at gera okkurt sum tú veitst ikki er rætt. Tú kennir kanska av og á eitt sterkt ynski um at fremja siðloysi, Jeremia 17:9.
stjala, ella gera annað sum ikki er rætt. Tað kann enntá hugsast at onkur ið studerar hesa bókina ger okkurt sovorðið, hóast hann veit at Gud fordømir tað. Tað at ein ger hitt órætta, meðan hann í roynd og veru ynskir at gera hitt rætta, vísir at Bíblian er sonn tá hon sigur: „Svikafult er hjartað fram um alt annað, tað er brekað.“ —STRÍÐIÐ KANN VINNAST
4. (a) Hvør ræður fyri úrslitinum av stríðnum? (b) Hvat krevst um vit skulu vinna stríðið fyri at gera hitt rætta?
4 Hetta merkir kortini ikki, at tað ikki ber til at temja eitt sterkt ynski um at gera órætt. Um tú veruliga vilt, kanst tú styrkja títt hjarta, so tað leiðir teg rætta vegin. Men tú mást sjálvur vísa viljan. (Sálmur 26:1, 11) Eingin annar kann vinna stríðið fyri teg. Fyrst av øllum mást tú halda áfram at vinna tær lívgevandi bíbliukunnleika. (Jóhannes 17:3) Men tað er ikki nóg mikið bert at fylla høvdið við kunnleika. Tað tú lærir, má koma niður í hjartað. Tað má nema teg persónliga og kensluliga, so tú ynskir at gera eftir tí.
5. Hvussu koma vit av hjartanum at virða Guds lógir?
5 Men hvussu koma vit av hjartanum at virða Guds lógir? Vit mugu djúphugsa um tær. Spyr til dømis teg sjálvan: Hvønn mun ger tað um eg lýði Gudi? Tú sært hvussu tað hevur gingist teimum ið ikki hava lagt í Guds lógir, til dømis skrivaði ein 19–ára gomul genta: „Tríggjar ferðir havi eg havt kynssjúku. Seinast kostaði tað mær møguleikan fyri at eiga børn, tí eg noyddist at fáa lívmóðurina tikna.“ Ja, tað hevur nógvar syrgiligar fylgjur tá ein ikki lýðir Guds lógum. (2 Sámuel 13:1-19) Ein kvinna ið hevði framt siðloysi, segði syrgin: „Ólýdni lønar seg ikki. Tað tú fært burtur úr tí, er ikki pínuna og tað kensluliga fallið vert. Hetta nívir meg nú.“
6. (a) Hví missa vit meira enn vit vinna við órøttum gerðum? (b) Hvat lív stóð Mósesi í boði í Egyptalandi?
6 Tó roynir onkur kanska at siga tær frá hvussu stuttligt tað er at vera siðleysur, drekka seg fullan ella nýta rúsandi evni. Men tann sonevndi stuttleikin varir ikki leingi. Lat ongan lokka teg at gera nakað, sum kann koma at kosta tær ta sonnu og varandi lukkuna. Minst til Móses, ið vaks upp sum „dóttursonur Fáraos“. Hann livdi Hebrearabrævið 11:24, 25) Eyðsýnliga var nógv at stuttleika sær við og nógv at njóta, um ein tók við leyslætinum og siðloysinum ið ráddi við egyptiska hovið. Hví vendi Móses sær frá øllum hesum?
í ríkidømi í húsinum hjá egyptakonginum. Men tá hann varð vaksin, valdi hann heldur, sambært Bíbliuni, „at tola ilt saman við fólki Guðs, enn at hava eina stutta syndanjóting“. (7. Hví tók Móses ikki við einari fyribils „syndanjóting“ við egyptiska hovið?
7 Tí Móses trúði á Jehova Gud. Hann visti um nakað ið var nógv betri enn einhvør fyribils syndanjóting við egyptiska hovið. Bíblian sigur: „Hann hugdi fram móti lønini.“ Móses hevði djúphugsað um tað Gud hevði lovað. Hann trúði fast upp á at Gud fór at skapa eina rættvísa nýggja skipan. At Jehova hevði so djúpan kærleika og so stóra umsorgan fyri mannaættini hevði nomið hjarta hansara. Móses hevði ikki bara hoyrt ella lisið um Jehova. Bíblian sigur at hann Hebrearabrævið 11:26, 27) Jehova var veruligur fyri Mósesi, og lyftini um ævigt lív vóru eisini verulig fyri honum.
„helt á, eins og sá hann hin ósjónliga“. (8. (a) Hvat er neyðugt um vit skulu vinna stríðið fyri at gera hitt rætta? (b) Hvørja støðu áttu vit at havt, eins og ein ungur maður greiddi frá?
8 Kann tað sama sigast um teg? Metir tú Jehova sum ein veruligan persón, sum ein Faðir ið er góður við teg? Tá tú lesur hansara lyfti um at geva menniskjum ævigt lív, í einum páradísi á jørðini, sært tú tá teg sjálvan millum tey ið verða vælsignað á henda hátt? (Hygg at síðunum 156-162.) Skulu vit vinna stríðið ímóti trýstinum til at gera tað ónda, mugu vit hava nært samband við Jehova. Og vit mugu, sum Móses, ’hyggja fram móti lønini’. Ein 20-ára gamal ið varð freistaður til at vera siðleysur, hugsaði sum Móses. Hann segði: „Mín vón um hitt æviga lívið var alt ov dýrabar at missa fyri nakrar siðleysar løtur.“ Ja, eiga vit ikki at hugsa soleiðis?
LÆR AV MISTØKUNUM HJÁ ØÐRUM
9. Hvussu bar tað til at Dávid ikki vann stríðið fyri at gera hitt rætta?
9 Í hesum stríðnum mugu vit aldri gerast gáloysin, sum Dávid á sinni. Meðan hann ein dagin stóð á takinum, bar hann eyga við ta vøkru Batsebu ið baðaði sær. Í staðin fyri at sleppa sær burtur áðrenn órættar hugsanir komu fram í hansara hjarta, helt hann áfram at hyggja. Hann fekk sterkan hug á Batsebu og fekk hana niðan til sín á kongsborgina. Tá hon seinni varð við barn og tað ikki bar Dávidi til at dylja tað ósiðiliga sambandið teirra millum, skipaði 2 Sámuel 11:1-17.
hann soleiðis fyri at maður hannara varð dripin í bardaganum. —10. (a) Hvussu varð Dávid straffaður fyri synd sína? (b) Hvat kundi havt forðað at hann dreiv hor?
10 Hetta var ein ræðulig synd, og Dávid kom at líða nógv undir henni. Hann gjørdist ikki bert djúpt ólukkuligur um tað hann hevði gjørt, men Jehova straffaði hann eisini við kvølum í familjuni restina av lívinum. (Sálmur 51:5, 6; 2 Sámuel 12:10-12) Hjarta Dávids var svikafullari enn hann grunaði; hansara órøttu ynski fingu valdið á honum. Aftaná segði hann: „Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móðir mín meg gitið.“ (Sálmur 51:7) Men syndin sum Dávid framdi við Batsebu var ikki neyðug. Mistakið gjørdi hann, tá hann helt áfram at hyggja at henni. Hann slapp sær ikki burtur úr teirri støðuni sum gjørdi, at hansara kynsliga girnd eftir konuni hjá einum øðrum manni vaks.
11. (a) Hvat kunnu vit læra av royndum Dávids? (b) Hvat kann, eftir tínum tykki, vekja kynsgirndina? (c) Hvat áttu vit at latið vera við, sum ein 17-ára gamal segði?
11 Tær ringu royndirnar hjá Dávidi læra okkum at ansa eftir tí ið kann fáa órøtt kynslig ynski at veksa í okkum. Hvat hendir til dømis tá vit lesa bøkur ella síggja sjónvarpssendingar ið leggja dent á hitt kynsliga? Allarhelst vekur tað kynsgirndina. Slepp tær tí undan undirhaldi og gerðum ið vekja „girndarfýsni“. (Kolussubrævið 3:5; 1 Tessalónikubræv 4:3-5; Efesusbrævið 5:3-5) Set ongantíð teg sjálvan í eina slíka støðu saman við einum øðrum menniskja, at tað kann føra til siðloysi. Ein 17-ára gamal segði skilagóður: „Ein og hvør kann siga: ’Vit vita nær vit skulu steðga.’ Ja, kanska vita tey tað, men eru tey før fyri at gera tað? Tað er betri at sleppa sær undan at koma í ta støðuna.“
12. Á hvønn hátt var Jósef eitt gott fyridømi?
12 Um Dávid hevði minst til Jósef og hansara góða fyridømi, hevði hann aldri framt ta stóru syndina móti Gudi. Í Egyptalandi var Jósef settur at standa fyri húsi Potifars. Meðan Potifar var burturstaddur royndi hansara ónæriliga kona at lokka tann vakra Jósef. Hon segði: „Kom og legg teg hjá mær!“ Jósef segði nei. So ein dagin tók hon í hann og royndi aftur af fáa hann at liggja hjá sær. Men Jósef sleit seg leysan og flýddi. Hann helt sítt hjarta sterkt við ikki at hugsa um at nøkta sína egnu kynsligu girnd, men um tað ið var rætt í Guds eygum. „Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð — og syndað móti Gudi!“ segði hann. — 1 Mósebók 39:7-12, V. Danielsen.
HJÁLPIN TÆR TØRVAR FYRI AT VINNA
13, 14. (a) Hvat er neyðugt um vit skulu vinna stríðið? (b) Hvørjar broytingar høvdu tey kristnu í Korint gjørt, og hvat hevði hjálpt teimum? (c) Hvat høvdu Paulus og Titus verið áður?
13 Fyri at vinna í stríðnum mást tú lata kunnleikan úr Bíbliuni koma niður í hjartað, so hann fær teg at liva eftir honum. Men tú mást eisini koma saman við Guds fólki og gerast partur av Guds sjónligu samskipan. Við tí hjálp tú fært haðani kanst tú broyta teg, hvussu langt tú so ert komin út í óføri. Viðvíkjandi summum í tí gamla Korint ið høvdu broytt seg, skrivaði Paulus ápostul: „Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað, ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guðs ríki. Og hetta vóru tit, summir av tykkum. Men tit vórðu tváaðir.“ —14 Ja, summi av teimum fyrstu kristnu høvdu veruliga verið siðloysingar, horkallar, homoseksuell, tjóvar og drykkjumenn áðrenn tey gjørdust kristin. Men tann kristna samkoman hjálpti teimum at broyta seg. Ápostulin Paulus sjálvur hevði eisini fyrr borið seg illa at. (1 Timoteus 1:15) Til sín kristna felaga, Titus, skrivaði hann: „Tí at eisini vit vóru áður óskynsamir, ólýdnir, villfarandi, trælir undir mongum ymsum girndum og lystum.“ — Titus 3:3.
15. (a) Hvat vísir at tað ikki fall Paulusi lætt at gera hitt rætta? (b) Hvussu kann Paulusar fyridømi gagna okkum?
15 Fall tað Paulusi lætt at gera hitt rætta tá hann gjørdist kristin? Nei. Paulusar stríð móti órøttum lystum og ynskjum sum hann fyrr hevði verið trælur undir, vardi alt lívið. Hann skrivaði: „Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.“ (1 Korintbræv 9:27) Paulus noyddist at vera harður ímóti sær sjálvum. Hann noyddi seg sjálvan at gera hitt rætta, hóast hansara likam av og á ynskti at gera órætt. Gert tú sum hann, kanst tú eisini vinna stríðið.
16. Hvørji fyridømi í okkara tíð kunnu hjálpa okkum at vinna í stríðnum fyri at gera hitt rætta?
16 Hevur tú onkran ringan vana, sum tað tykist tær torført at sleppa, far so við á ta næstu stóru stevnuna Jehova Vitni halda. Tú fert óivað at síggja gleðina og ta reinu atferðina hjá luttakarunum. Men nógv av teimum vóru einaferð úti í heiminum, har siðloysi, hor, drykkjuskapur, homoseksualitetur, royking, rúsevnismisnýtsla, 1 Pætur 4:3, 4) Og tá tú kemur saman við Jehova Vitnum á møti í samkomuni har tú býrt — nakað tú átti at gjørt beinanvegin — ert tú eisini millum menniskju ið einaferð hava stríðst fyri at vinna á ynskjum og gerðum sum tú kanska sjálvur stríðist ímóti nú. Hav tí gott treysti! Hini kunnu vinna stríðið fyri at gera hitt rætta. Tað kanst tú eisini — við Guds hjálp.
stuldur, svik, lygn og hasardspæl eru sera vanlig fyribrigdi. Nógv av teimum tóku fyrr lut í sovorðnum gerðum. (17. (a) Hvør samvera er neyðug um vit skulu vinna stríðið? (b) Hvør kann hjálpa tær um tú hevur trupulleikar at stríðast við?
17 Um tú nú í eina tíð hevur studerað Bíbliuna við Jehova Vitnum, hevur tú óivað verið á møti í ríkissalinum. Ger tað til ein fastan vana at koma har. Okkum øllum tørvar ta andaligu lívganina vit fáa gjøgnum hesa kristnu samveruna. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Kom at kenna teir elstu í samkomuni. Teirra uppgáva er at ’røkta Guds fylgi’ sum hirðar. (1 Pætur 5:1-3; Ápostlasøgan 20:28) Far bert til teirra um tær nýtist hjálp fyri at sleppa onkrum vana ið stríðir ímóti Guds lógum. Tú fært at síggja at teir eru fyrikomandi, kærligir og hava omsorgan. — 1 Tessalónikubræv 2:7, 8.
18. Hvør framtíðarvón kann styrkja teg til at halda áfram í stríðnum?
18 Trýstið til at gera órætt ið liggur á okkum, kemur ikki einans frá Sátans heimi; tað kemur eisini frá okkum sjálvum, okkara egna syndiga eg. Tí er tað eitt dagligt stríð at verða verandi trúfastur móti Gudi. Tíbetur skal hetta stríðið ikki standa við um ævir! Skjótt verður Sátan koyrdur burtur og tann óndi heimurin hjá honum verður allur sum hann er gjørdur til einkis. Í Guds nýggju skipan koma rættvís viðurskifti at ráða, og tá fer lívið at falla okkum nógv lættari. So við og við hvørva øll spor av syndini, og vit noyðast ikki longur at stríða hetta harða stríðið fyri at gera hitt rætta.
19. Hví mást tú vera viligur til at gera tær allan ómak fyri at vera Jehova til vildar?
19 Hugsa tíðum um vælsignilsini í teirri nýggju skipanini. Ja, lat teg í „frelsunnar vón sum hjálm“. (1 Tessalónikubræv 5:8) Hevði tú bert havt somu støðu sum tann unga gentan ið segði: „Eg hugsi um alt tað Jehova hevur gjørt fyri meg og lovað mær. Hann hevur ikki slept mær. Hann hevur vælsignað meg á so nógvar mátar. Eg veit at hann bert vil tað besta fyri meg, og eg vil fegin vera honum til vildar. Hitt æviga lívið er allan ómak vert.“ Tá vit trúføst søkja rættvísi, fáa vit at síggja øll lyftini Jehova hevur givið teimum ið elska hann, ’øll tey góðu orðini’ hann hevur talað, ganga út. — Jósva 21:45.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 219]
Hví tók Móses ikki við njótingunum sum stóðu honum í boði við egyptiska hovið?
[Myndir á síðu 220, 221]
Dávid helt áfram at hyggja; hann slapp sær ikki burtur úr teirri støðuni ið førdi til siðloysi
[Mynd á síðu 222]
Jósef flýddi undan konu Potifars og hennara ósiðiligu áheitanum