Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein trygg framtíðarvón

Ein trygg framtíðarvón

 Sært tú ljóst upp á framtíðina? Nógv royna at vera positiv, sjálvt um tað eru nógvir trupulleikar í heiminum í dag. Men er tað realistiskt at vænta, at viðurskiftini verða betri? Ja, avgjørt! Bíblian gevur okkum eina trygga framtíðarvón.

 Hvørja vón gevur Bíblian?

 Menniskju hava nógvar trupulleikar at dragast við. Men Bíblian lovar, at trupulleikarnir fáa ein enda. Her eru nøkur dømi:

  •   Trupulleiki: At fólk eru heimleys

     Bíblian sigur: „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum.“ – Esaias 65:21.

     Hvat vil tað siga? Øll fara at fáa sítt egna heim.

  •   Trupulleiki: Arbeiðsloysi og fátækradømi

     Bíblian sigur: „Hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.“ – Esaias 65:22.

     Hvat vil tað siga? Øll fara at hava eitt gott og gevandi arbeiði.

  •   Trupulleiki: Órættvísi

     Bíblian sigur: „Høvdingarnir skulu stýra við rætti.“ – Esaias 32:1.

     Hvat vil tað siga? Eingin verður órættvíst viðfarin orsakað av rasu, sosialari støðu ella fíggjarstøðu.

  •   Trupulleiki: Føðslutrot og hungursneyð

     Bíblian sigur: „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ – Sálmur 72:16.

     Hvat vil tað siga? Eingin fer svangur í song, tí øll fáa nokk av góðum mati.

  •   Trupulleiki: Brotsverk og harðskapur

     Bíblian sigur: „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey.“ – Mika 4:4.

     Hvat vil tað siga? Øll føla seg trygg, tí eingi ónd menniskju eru til longur, og tey „rættvísu arva landið“. – Sálmur 37:10, 29.

  •   Trupulleiki: Kríggj

     Bíblian sigur: „Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“ – Esaias 2:4.

     Hvat vil tað siga? Friður verður um alla jørðina. (Sálmur 72:7) Eingin fer at syrgja um ein kæran, sum er deyður í kríggi, og eingin noyðist at flýggja fyri lívinum.

  •   Trupulleiki: Sjúka og ring heilsa

     Bíblian sigur: „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ – Esaias 33:24.

     Hvat vil tað siga? Eingin fer at vera sjúkur ella bera brek. (Esaias 35:5, 6) Bíblian lovar enntá, at ’deyðin ikki skal vera longur’. – Opinberingin 21:4.

  •   Trupulleiki: Umhvørvistrupulleikar

     Bíblian sigur: „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.

     Hvat vil tað siga? Øll jørðin verður eitt paradís, akkurát sum Gud upprunaliga ætlaði tað. – 1. Mósebók 2:15; Esaias 45:18.

 Er tað, sum Bíblian lovar, for gott til at vera satt?

 Tað er ikki so løgið, viss tú heldur tað. Men hví ikki geva tí, sum Bíblian sigur um framtíðina, ein kjans? Tað, sum hon lovar, er nógv øðrvísi enn tað, sum menniskju lova og siga um framtíðina, tí lyftini í Bíbliuni koma frá Gudi, og tað er tað, sum ger allan munin.

  •   Vit kunnu líta á Gud. Bíblian sigur, at Gud ikki kann lúgva. (Titusarbrævið 1:2) Og tað er eisini bara Gud, sum er førur fyri at spáa um framtíðina. (Esaias 46:10) Í Bíbliuni eru nógv dømi um, at tað, sum Gud sigur, altíð gongur út. Tú fært meira at vita í videonum Hvussu vita vit, at Bíblian er sonn?

  •   Gud er førur fyri at loysa okkara trupulleikar. Bíblian sigur, at Gud er førur fyri at gera „alt tað, ið Hann vil“. (Sálmur 135:5, 6) So einki kann forða Gudi í at gera tað, sum hann hevur lovað. Og Gud vil gjarna hjálpa okkum, tí hann elskar okkum. – Jóhannes 3:16.

 Men kanska hugsar tú: Hví hava vit so nógvar trupulleikar, viss Gud gjarna vil hjálpa okkum og er førur fyri tí? Tú finnur svarið í videonum Hví loyvir Gud líðingum?

 Hvussu verður alt hetta veruleiki?

 Gud fer at brúka sítt ríki, sum er ein stjórn í himli, til at uppfylla síni lyftir. Hann hevur valt at lata Jesus stjórna sum kongur í tí ríkinum, og hann hevur givið honum ábyrgdina at taka sær av jørðini og menniskjunum á henni. Meðan Jesus var á jørðini, grøddi hann sjúk, mettaði svong, hevði tamarhald á veðrinum og reisti fólk upp frá deyðum. (Markus 4:39; 6:41-44; Lukas 4:40; Jóhannes 11:43, 44) Tað vísir, hvat hann fer at gera sum kongur í Guds ríki.

 Hygg at videonum Hvat er Guds ríki? og fá meira at vita um, hvat Guds ríki kann gera fyri teg.

 Nær fer tað at henda?

 Skjótt! Hvussu vita vit tað? Bíblian hevur boðað frá hendingum, sum skuldu vísa, at Guds ríki skjótt fer at ráða yvir jørðini. (Lukas 21:10, 11) Vit síggja hesar hendingarnar í heiminum í dag.

 Tú fært meira at vita í greinini „Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?

 Hvussu kann vónin, sum Bíblian gevur, hjálpa tær longu nú?

 Ein bíbliuskrivari samanbar vónina, sum Bíblian gevur, við eitt „akker sálarinnar“. (Hebrearabrævið 6:19) Akkurát sum eitt akker heldur einum skipi føstum í illveðri, kann okkara framtíðarvón hjálpa okkum at klára okkara trupulleikar. Hon kann gera, at vit hava tað betri sálarliga og likamliga. – 1. Tessalonikabræv 5:8.