Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sigur Bíblian nakað um stórar jarðskjálvtar?

Sigur Bíblian nakað um stórar jarðskjálvtar?

 Hvørt ár eru fleiri túsund jarðskjálvtar. Teir flestu eru smáir, men teir stóru skjálvtarnir oyðileggja øgiliga nógv og eru orsøk til nógv deyðsføll. Nakrir av teimum elva til flóðaldur, sum sorla strandarøki og krevja nógv mannalív. Hevur Bíblian boðað frá, at stórir jarðskjálvtar skuldu koma?

Í hesi greinini:

 Hvat sigur Bíblian um jarðskjálvtar?

 Tá ið Jesus tosaði um framtíðina, nevndi hann, at jarðskjálvtar skuldu koma. Og tað ber til at lesa, hvat hann segði um tað, í trimum av evangeliunum í Bíbliuni:

 „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.“Matteus 24:7.

 „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera.“ – Markus 13:8.

 „Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur.“ – Lukas 21:11.

 Jesus profeteraði, ella spáddi, altso um framtíðina, at stórir jarðskjálvtar skuldu vera víða hvar, samstundis við at kríggj, hungur og pestur var. Allar hesar hendingarnar til samans skuldu eyðkenna eitt serligt tíðarskeið í mannasøguni, sum verður rópt endatíðin ella ’síðstu dagarnir’. (Matteus 24:3; 2. Timoteusarbræv 3:1) Sambært tíðarrokningini í Bíbliuni byrjaðu teir ’síðstu dagarnir’ í 1914, og tíðarskeiðið er ikki av enn.

 Gongur tað, sum Bíblian sigur um jarðskjálvtar, út í dag?

 Ja. Tað, sum Jesus segði skuldi henda í framtíðini, millum annað jarðskjálvtar, er akkurát tað, vit síggja rundan um okkum í dag. Síðani 1914 hava meira enn 1.950 stórir jarðskjálvtar verið. Samanlagt hava teir kravt meira enn tvær milliónir mannalív. a Her eru nøkur fá dømi frá teimum seinastu árunum:

 2004 – Indiahavið. Ein jarðskjálvti, ið máldi 9,1 á richterstiganum, elvdi til eina flóðaldu, sum skolaði inn yvir fleiri lond og kravdi umleið 225.000 mannalív.

 2008 – Kina. Ein jarðskjálvti, sum máldi 7,9 á richterstiganum, legði heilar býir og bygdir í oyði. Mett verður, at 90.000 menniskju doyðu, 375.000 blivu løstað og milliónir mistu hús og heim.

 2010 – Haiti. Ein jarðskjálvti, ið máldi 7,0 á richterstiganum, og ógvisligu eftirskjálvtarnir høvdu við sær, at meira enn 300.000 menniskju doyðu, og at meira enn ein millión menniskju blivu heimleys.

 2011 – Japan. Ein jarðskjálvti, ið máldi 9,0 á richterstiganum, og flóðaldurnar, sum fylgdu við, kravdu umleið 18.500 mannalív og høvdu við sær, at fleiri hundraðtúsund mistu hús og heim. Kjarnorkuverkið Fukushima fekk stóran skaða, sum elvdi til eina umfatandi kjarnorkuvanlukku. Tíggju ár seinni var geislavirknið í økinum enn so stórt, at okkurt um 40.000 fólk framvegis ikki kundu fara aftur í húsini hjá sær.

 Hvønn týdning hevur tað, sum Bíblian sigur um jarðskjálvtar, fyri okkum?

 Tað, sum Bíblian sigur um jarðskjálvtar, vísir okkum, hvat fer at henda í nærmastu framtíð. Jesus segði: „Táið tit síggja hetta henda, [skulu tit] vita, at ríki Guds er nær.“ – Lukas 21:31.

 Tað var hetta ríkið, Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja um. (Matteus 6:10) Bíblian vísir, at Jesus er kongur í Guds ríki, og at tað stjórnar úr himli.

 Tá ið Guds ríki ræður yvir jørðini, fer Gud at syrgja fyri, at jarðskjálvtar og aðrar náttúruvanlukkur ikki longur gera menniskjum skaða. (Esaias 32:18) Hann fer eisini at bøta tann kropsliga og kensluliga skaðan, sum jarðskjálvtar hava volt. (Esaias 65:17; Opinberingin 21:3, 4) Tú fært meira at vita í greinini „Hvat fer Guds ríki at gera?

a Hagtøl frá Global Significant Earthquake Database, sum fær sínar upplýsingar frá United States National Geophysical Data Center.