Far beinleiðis til innihaldið

Hvat fer Guds ríki at gera?

Hvat fer Guds ríki at gera?

Bíblian svarar

Guds ríki verður sett í staðin fyri allar mannastjórnir og fer at stjórna allari jørðini. (Dániel 2:44; Opinberingin 16:14) Tá ið tað hendir, fer Guds ríki at ...

  • beina fyri teimum óndu, sum oyðileggja so nógv fyri okkum øll. „Hini gudleysu skulu verða beind av landinum.“ – Orðtøkini 2:22.

  • steðga kríggi. „[Gud] ger enda á kríggi um alla jørðina.“ – Sálmur 46:10.

  • syrgja fyri vælferð og tryggleika á jørðini. „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey.“ – Mika 4:4.

  • gera jørðina til eitt paradís. „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.

  • tryggja øllum eitt gott og gevandi arbeiði. „Hini útvaldu [Guds] skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína. Tey skulu ikki møða seg til einkis.“ – Esaias 65:21-23.

  • beina fyri sjúku. „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ – Esaias 33:24.

  • steðga aldringsgongdini. „Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.“ – Job 33:25.

  • geva teimum deyðu lívið aftur. „Øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd [Jesusar]. Og tey skulu koma fram.“ – Jóhannes 5:28, 29.