Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 56

Tú kanst vera við til at styrkja einleikan í samkomuni

Tú kanst vera við til at styrkja einleikan í samkomuni

Tá ið vit eru saman við okkara trúarfelagum, hava vit tað akkurát sum Dávid kongur, ið skrivaði: ’Tað er gott og lívsælt, at brøður búgva í einleika.’ (Sálmur 133:1) Men okkara einleiki kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu øll vera við til at styrkja hann.

1. Hvat ger Guds fólk til nakað serligt?

Viss tú fert á møti hjá Jehova vitnum í einum øðrum landi, skilur tú kanska ikki málið, men tú fert sikkurt at føla teg heima allíkavæl. Hví tað? Tí vit brúka tann sama lesnaðin í øllum heiminum, tá ið vit kanna Bíbliuna, og tí vit øll royna at vísa, at vit eru góð við hvønn annan. Líkamikið hvar vit búgva, brúka vit Guds navn, Jehova, og vit „tæna Honum av einum hjarta“.Zefanias 3:9.

2. Hvussu kanst tú vera við til at styrkja einleikan?

Bíblian sigur, at vit skulu hava „brennandi kærleika hvør til annan“. (1. Pætursbræv 1:22) Hvussu kanst tú vísa, at tú elskar tínar trúarfelagar? Eitt, tú kanst gera, er at hugsa um teirra góðu síður heldur enn teirra ringu síður. Og í staðin fyri bara at vera saman við brøðrum og systrum, sum hava somu áhugamál sum tú, kanst tú royna at læra nøkur at kenna, sum tú ikki hevur so nógv í felag við. Vit mugu eisini sleppa okkum av við teir fordómarnar, sum vit kanska hava. – Les 1. Pætursbræv 2:17. a

3. Hvat skalt tú gera, viss tú hevur sært onkran, ella viss onkur hevur sært teg?

Vit eru sameind, men tað merkir ikki, at vit ongantíð gera mistøk. Viðhvørt koma vit til at skuffa ella særa onnur. Og tí er tað viktigt, at vit blíva við at fyrigeva hvørjum øðrum. Bíblian sigur: ’Fyrigevið hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum.’ (Les Efesusbrævið 4:32.) Vit hava ofta sært Jehova, og allíkavæl blívur hann við at fyrigeva okkum. Tí væntar hann eisini, at vit fyrigeva øðrum. Viss tú uppdagar, at tú hevur sært onkran, mást tú taka stig til at gera tað gott aftur. – Les Matteus 5:23, 24. b

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hvussu tú kanst vera við til at styrkja einleikan og friðin í samkomuni.

Hvat fert tú at gera fyri at skapa frið?

4. Vit mugu sleppa okkum av við fordómar

Vit vilja gjarna elska allar okkara brøður og systrar. Men kanska er tað ikki so lætt hjá okkum at vera saman við teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Hvat kann hjálpa okkum? Les Ápostlasøguna 10:34, 35, og tosa um hetta:

  • Jehova ger ikki mannamun, hann elskar allar sínar tænarar. Hvussu eigur tað at ávirka tína áskoðan á tey, sum hava eina aðra bakgrund enn tú?

  • Hvørjar fordómar hava nógv fólk, har sum tú býrt? Hví vilt tú ikki vera sum tey?

Les 2. Korintbræv 6:11-13, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú fáa eitt tættari samband við tínar brøður og systrar, sum hava eina aðra bakgrund enn tú?

5. Vit mugu fyrigeva og royna at skapa frið

Jehova vil gjarna fyrigeva okkum, sjálvt um hann ongantíð fær brúk fyri, at vit fyrigeva honum. Les Sálm 86:5, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat vísir hetta ørindið um Jehova?

  • Hví ert tú takksamur fyri, at Jehova fyrigevur?

  • Nær kann tað vera ringt at klára væl upp við onnur?

Hvussu kunnu vit royna at vera sum Jehova og styrkja einleikan í samkomuni? Les Orðtøkini 19:11, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat kanst tú gera, viss onkur irriterar teg ella særir teg?

Viðhvørt eru tað vit, sum koma til at særa onnur. Hvat skulu vit so gera? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat gjørdi systirin fyri at skapa frið?

6. Vit mugu leggja merki til tær góðu síðurnar hjá øðrum

Tá ið vit læra okkara brøður og systrar at kenna, uppdaga vit bæði teirra góðu og ringu síður. Hvat kunnu vit gera fyri at fokusera upp á tær góðu síðurnar hjá teimum? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat kann hjálpa tær at uppdaga tær góðu síðurnar hjá øðrum?

Jehova velur at fokusera upp á okkara góðu síður. Les 2. Krønikubók 16:9a, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu ávirkar tað teg at vita, at Jehova fokuserar upp á tínar góðu síður?

Gimsteinar, sum hava feilir, eru framvegis dýrabarir. Okkara brøður og systrar hava eisini feilir, men tey eru allíkavæl dýrabar í Guds eygum

NØKUR SIGA: „Hann hevur ikki uppiborið, at eg fyrigevi honum.“

  • Hví eiga vit altíð at vera villig at fyrigeva øðrum?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Tú kanst vera við til at styrkja einleikan í samkomuni, viss tú fyrigevur øllum tínum brøðrum og systrum og vísir, at tú ert góður við tey.

Greið frá

  • Hvussu kanst tú vinna á fordómum?

  • Hvat skalt tú gera, viss tú og onkur í samkomuni ikki klára so væl upp?

  • Hví vilt tú gjarna vera sum Jehova og fyrigeva øðrum?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu kann eitt av líknilsunum hjá Jesusi hjálpa okkum at lata vera við at døma onnur?

Tak fyrst bjálkan út (6:56)

Er tað neyðugt at siga orsaka, sjálvt um vit føla, at vit ikki hava gjørt nakað galið?

„Ein umbering kann skapa frið“ (Vakttornið 1. november 2002)

Johny og Gideon vuksu upp í einum samfelag, har nógv vóru rasistisk. Men teir vunnu á fordómum og blivu vinir.

Johny og Gideon: Fyrr vóru teir fíggindar, nú eru teir vinir (6:42)

Hvussu kanst tú loysa ósemjur, áðrenn tær órógva friðin í samkomuni?

„Vit mugu loysa ósemjur í kærleika“ (Vakttornið mai 2016)

a Endagrein 6 kemur inn upp á, hvussu kærleiki eigur at fáa okkum at hugsa um ikki at smitta onnur, tá ið vit eru sjúk.

b Endagrein 7 kemur inn upp á, hvussu vit kunnu handfara fíggjarlig og løgfrøðilig mál.