Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit


Hvussu fært tú mest burtur úr hesum bíbliuskeiðinum?

Hvussu fært tú mest burtur úr hesum bíbliuskeiðinum?

Byrja við at lesa hetta yvirlitið, og hygg síðani at VIDEONUM.

FYRSTA BROTIÐ

Fyrireika teg til hvønn part við at lesa fyrsta brotið. Spurningarnir (1) og bíbliuørindini (2) undirstrika høvuðspunktini. Hugsa serliga um tey ørindini, har tað stendur „les“.

MITTASTA BROTIÐ

Teksturin (3) undir Lær meira leggur upp til tað næsta, sum verður viðgjørt. Undiryvirskriftirnar (4) vísa á høvuðspunktini. Les bíbliuørindini, tosa um spurningarnar og hygg at videounum saman við einum Jehova vitni.

VIDEO hjálpa tær at skilja tilfarið betur. Í nøkrum videoum eru frásøgur úr veruliga lívinum. Í øðrum eru fiktivar søgur, sum kundu farið fram í veruleikanum.

Hygg at myndunum og myndatekstinum (5), og hugsa um, hvussu tú kanst svara tí, sum stendur undir Nøkur siga (6).

SÍÐSTA BROTIÐ

Parturin endar við Hvat hevur tú lært? og Greið frá (7). Skriva, nær parturin bleiv lisin. Mál (8) gevur tær nakað at arbeiða upp á. Undir Hygg at hesum (9) er eyka tilfar, sum tú kanst lesa ella hyggja at.

Hvussu finnur tú ørindini í Bíbliuni?

Í Bíbliuni eru 66 smáar bøkur. Hon er býtt upp í tveir partar: Tann fyrri parturin bleiv skrivaður á hebraiskum og arameiskum, og tann seinni parturin bleiv skrivaður á grikskum.

Tá ið víst verður til bíbliuørindi, sært tú, hvørja bíbliubók (1), hvønn kapittul (2), og hvat ørindi (3) tú skalt finna.

Til dømis vísir Jóhannes 17:3 til evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 17 og ørindi 3.