Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 2. PARTUR

Verið hvør øðrum trúgv

Verið hvør øðrum trúgv

’Tað, sum Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.’ — Markus 10:9

Jehova sigur, at vit ikki mugu ’vera trúleys’. (Malakias 2:16) Hetta hevur serliga stóran týdning í hjúnalagnum, tí uttan trúskap er einki álit. Og álit er ein fortreyt fyri, at kærleikin kann blóma.

Í dag er trúskapur í hjúnabandinum fyri hørðum trýsti. Skalt tú verja títt hjúnaband, mást tú taka tvey týðandi stig.

 1 RAÐFEST HJÚNABANDIÐ HØGT

BÍBLIAN SIGUR: ’Dømið um, hvat er beinast.’ (Filippibrævið 1:10) Títt hjúnaband er eitt tað týdningarmesta í tínum lívi. Tað hevur uppiborið at verða raðfest høgt.

Jehova vil, at tú skalt geva hjúnafelaga tínum ans, og at tit skulu ’njóta lívið’ saman. (Prædikarin 9:9) Hann ger tað greitt, at tú ongantíð skalt forsøma hjúnafelagan, men heldur hugsa um, hvussu tit kunnu gleða hvør annan. (1 Korintbræv 10:24) Vís, at tú virðismetir og hevur brúk fyri hjúnafelaga tínum.

ROYN HETTA:

  • Brúka ofta tíð saman við hjúnafelaganum og gev honum ella henni tín fulla ans

  • Hugsa „vit“ í staðin fyri „eg“

 2 VERJ HJARTA TÍTT

BÍBLIAN SIGUR: „Hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.“ (Matteus 5:28) Heldur onkur fram at hava siðleysar tankar, er hann á ein hátt hjúnafelaga sínum ótrúgvur.

Jehova sigur, at tú mást ’varðveita hjarta títt’. (Orðtøkini 4:23; Jeremias 17:9) Skalt tú gera tað, mást tú ansa eftir, hvørjum tú hyggur at. (Matteus 5:29, 30) Ger sum Job, ið gjørdi ein sáttmála við eygu síni um ongantíð at hyggja at eini aðrari kvinnu við girnd. (Job 31:1) Set tær fyri ongantíð at hyggja at ónærisligum tilfari. Og ver avgjørdur um ikki at hava romantiskar kenslur fyri nøkrum øðrum enn hjúnafelaga tínum.

ROYN HETTA:

  • Lat tað vera øðrum greitt, at einki kann koma ímillum teg og hjúnafelagan

  • Hugsa um kenslurnar hjá hjúnafelaganum og kvett eitt og hvørt samband, ið hevði gjørt hjúnafelaga tín ótryggan