Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat skal eg vita um at leggja myndir út á netið?

Hvat skal eg vita um at leggja myndir út á netið?

 Tú ert farin at ferðast og upplivir eina rúgvu, sum tú hevur hug at fortelja vinfólki. Men hvussu? Fert tú ...

  1.   at senda øllum eitt postkort?

  2.   at senda øllum eitt teldubræv?

  3.   at leggja myndir út á netið?

 Tá ið omma tín og abbi tín vóru líka ung sum tú, var 1 kanska einasti møguleikin.

 Tá ið mamma tín og pápi tín vóru líka ung sum tú, var 2 kanska ein møguleiki.

 Í dag dámar nógvum ungum – um foreldrini lova teimum at leggja myndir út – best møguleika 3. Gert tú eisini tað? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær, so tú ikki dettur í nakrar av fellunum.

 Hvørjir eru fyrimunirnir?

 Tað er skjótt. „Tá ið eg havi havt eina super feriu ella stuttleikað mær við vinfólki, kann eg leggja myndir út av tí, meðan tað enn er nýtt og spennandi.“ – Melanie.

 Tað er lætt. „Tað er nógv lættari at hyggja at nýggjastu myndunum, sum vinir hava lagt út, enn at brúka teldupost fyri at finna út av, hvat tey gera.“ – Jordan.

 Tað er lættari at halda sambandið við líka. „Nøkur í familjuni hjá mær og nøkur vinfólk búgva langt burturi. Um tey leggja myndir út ofta, og eg fylgi við, er tað sum at síggja tey hvønn dag.“ – Karen.

 Hvørjir eru vandarnir?

 Tín tryggleiki kann vera í vanda. Um myndatólið hjá tær hevur eina funku, sum kann geva upplýsingar um, hvar myndin er tikin, kunnu myndirnar, tú leggur út, avdúka meira enn tú ætlar. Á heimasíðuni Digital Trends stendur: „Tá ið tú leggur myndir ella annað út, sum vísir neyva staðseting, kunnu brotsmenn við røttu útgerðini finna út av, júst hvar tú ert.“

 Nakrir brotsmenn eru sjálvsagt meira áhugaðir í at vita, hvar tú ikki ert. Digital Trends nevnir eitt dømi um tríggjar tjóvar, sum brutu inn í 18 hús, tá ið fólk ikki vóru inni. Hvussu vistu teir, at eingin var inni? Teir fóru á netið og brúktu ein teknikk, sum eitur cybercasing, fyri at finna út av, hvar fólkini vóru. Teir stjólu ting fyri meira enn 100.000 dollarar.

 Tú kanst koma fram á óhóskandi tilfar. Nøkur hava eingi mørk fyri, hvat tey leggja út. Ein tannáringagenta, sum eitur Sarah, sigur: „Tað er, tá ið tú fert at hyggja at myndum hjá fólki, tú ikki kennir, at tað verður vandamikið. Tað er sum at ganga ígjøgnum ein bý, tú ikki kennir, uttan at hava eitt kort. Tú kanst næstan vera vísur í, at tú endar eitt stað, tú ikki ætlaði tær.“

 Tú kanst spilla tíðina burtur. „Tað er skjótt at gloyma seg burtur í at hyggja at nýggjastu myndunum og at lesa allar viðmerkingarnar,“ sigur ein ung genta, sum eitur Yolanda. „Tað kann enda við, at mann tekur telefonina fram í heilum fyri at vita, um okkurt nýtt er hent.“

Tú mást hava sjálvstamarhald, um tú hevur eina vangamynd á sosialu miðlunum

 Hesum er ein tannáringagenta, sum eitur Samantha, samd í. „Eg noyðist at seta mark fyri, hvussu nógva tíð eg vil brúka upp á slíkt,“ sigur hon. „Tú mást hava sjálvstamarhald, um tú hevur eina vangamynd á sosialu miðlunum.“

 Hvat kanst tú gera?

  •   Set tær fyri at halda teg frá óhóskandi tilfari. Bíblian sigur: „Einki vil eg níðingsverk [ella: skammleysa gerð] stilla mær fyri eygu.“ – Sálmur 101:3, Dahl/Viderø.

     „Eg kanni javnan, hvat tey, sum eg fylgi, leggja út. Og um eg haldi, at okkurt er óhóskandi, haldi eg uppat at fylgja teimum.“ – Steven.

  •   Hav ikki samband við fólk, ið ikki hava somu virði sum tú, tí tað kann oyðileggja tín moralska verjugarð. Bíblian sigur: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ – 1. Korintbræv 15:33.

     „Hygg ikki at myndum og øðrum á sosialu miðlunum, bara tí tað er væl umtókt. Tí tað er ofta har, tú kemur fram á ljótt mál, nakinmyndir og annað óhóskandi tilfar.“ – Jessica.

  •   Set mørk fyri, hvussu langa tíð tú hyggur at myndum hjá øðrum, og hvussu ofta tú sjálvur leggur myndir út. Bíblian sigur: „Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð.“ – Efesusbrævið 5:15, 16.

     „Eg eri hildin uppat at fylgja fólki, sum leggja alt ov nógv út. Til dømis tá ið onkur fer oman á strondina og leggur 20 myndir út av somu gággu. Seriøst! Tað tekur alt ov nógva tíð at hyggja at teimum øllum!“ – Rebekah.

  •   Ansa eftir, at myndirnar, tú leggur út, ikki fáa fólk at hugsa, at alt bara snýr seg um teg. Bíbliuskrivarin Paulus sigur: „[Eg] sigi við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa.“ (Rómbrævið 12:3, Dahl/Viderø) Rokna ikki við, at onnur elska at síggja myndir av tær og tí, sum tú gert.

     „Nøkur leggja óendaliga nógvar selfies út. Eg veit væl, hvussu mínir vinir síggja út – tað er ikki neyðugt við áminningum alla somlu tíðina.“ – Allison.