Føroyskt
Hvussu komi eg víðari, tá ið tað er blivið liðugt millum meg og tann, eg gekk saman við?
https://cms-imgp.jw-cdn.org/img/p/502017130/univ/art/502017130_univ_sqr_xl.jpg
ijwyp grein 66

UNG SPYRJA

Hvussu komi eg víðari, tá ið tað er blivið liðugt millum meg og tann, eg gekk saman við?

Hvussu komi eg víðari, tá ið tað er blivið liðugt millum meg og tann, eg gekk saman við?

 „Tá ið tað bleiv liðugt millum meg og damuna, var eg so keddur, at alt bara var líkamikið,“ sigur Steven. „Eg havi ongantíð følt meg so særdan í mínum lívi.“

 Hevur tú upplivað nakað líknandi? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hvussu kennist tað?

 Tá ið tað verður liðugt millum tvey, er tað pínufult fyri báðar partar.

  •  Um tað var tú, sum gjørdi tað liðugt, kennir tú teg kanska aftur í tí, sum Jasmine sigur: „Tað gav mær øgiliga ringa samvitsku at vita, at eg hevði sært ein, sum eg var góð við, og eg hopi ongantíð, at eg komi at uppliva tað aftur.“

  •  Um tað ikki var tú, sum gjørdi tað liðugt, skilur tú helst, hví summi siga, at tað næstan kennist sum, at onkur er deyður. Ein ung kvinna, sum eitur Janet, sigur: „Tað var faktiskt sum at syrgja um onkran. Eg hevði til dømis hug at nokta tað, sum var hent, eg var ill, eg var kedd, men at enda – næstan eitt ár seinni – góðtók eg tað.“

 Niðurstøðan: Tá ið tú upplivir, at tað verður liðugt millum teg og ein annan, kanst tú blíva tungur í huga ella ørkymlaður. Tað er, sum ein bíbliuskrivari segði: „Brotið mót sýgur mergin úr beinunum.“ – Orðtøkini 17:22.

 Hvat kanst tú gera?

  •  Tosa við ein, tú lítur á. Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ (Orðtøkini 17:17) Tá ið tú fortelur foreldrunum ella einum skilagóðum vini, hvussu tú hevur tað, kann tað hjálpa tær at síggja støðuna við øðrum eygum.

     „Eg helt meg fyri meg sjálva í fleiri mánaðir og tosaði ikki við nakran um, hvussu eg hevði tað. Men vinir kunnu hjálpa einum at koma víðari. Tað var ikki fyrr enn, eg fór at tosa opið um mínar kenslur, at eg fekk tað betri.“ – Janet.

  •  Lær av tí, sum er hent. Eitt annað orðatak í Bíbliuni sigur: „Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap.“ (Orðtøkini 4:5, Dahl/Viderø) At uppliva okkurt keðiligt kann læra okkum nógv um okkum sjálv, og hvussu vit handfara vónbrot.

     „Tá ið tað var blivið liðugt millum meg og damuna, spurdi ein vinur meg: ’Hvat hevur tú lært av tí, og hvussu kanst tú brúka tað, næstu ferð tú fert at ganga saman við onkrum?’“ – Steven.

  •  Bið til Gud. Bíblian sigur: „Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi.“ (Sálmur 55:23) At biðja til Gud kann hjálpa tær at koma ígjøgnum sorgina og at fáa eina aðra mynd av støðuni.

     „Bið ofta. Jehova veit, hvussu ringt tú hevur tað, og hann skilur tína støðu nógv betur enn tú.“ – Marcia.

  •  Hjálp øðrum. Bíblian sigur: ’Havið ikki tykkara egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til!’ (Filippibrævið 2:4) Tá ið tú brúkar tíð upp á at hjálpa øðrum, verður tað lættari hjá tær at síggja tína egnu støðu í øðrum ljósi.

     „Tá ið tað verður liðugt millum teg og ein, tú hevur gingið saman við, følist tað sum heimsins undirgangur, og pínan er verri enn kropslig pína. Men tað gongur yvir. Eg fann út av, at tíðin lekir sár.“ – Evelyn.